týsdagur 27. november 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 230 - 27. november 2007
Lógloysi hevur allar
tíðir valdað á føroyska
leigumarknaðinum,
so tað má sigast at
vera í tøkum tíma, at
viðurskiftini verða
formaliserað. 1.
viðgerð av uppskoti
um leigulóg verður í
tinginum í dag
Brúkaramál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað er Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður í almanna-
og heilsumálum, sum legg-
ur uppskotið um leigulóg-
gávu fyri tingið. Uppskotið
er partur av umfatandi
bústaðarpakkanum,
sum
ætlanin eisini er at fáa sam-
tyktan í hesum valskeiði-
num.
Grund er til at halda, at
stórur partur av leigumarkn-
aðinum í dag er ein “gráur”
marknaður. Við lógarupp-
skotinum eru ásetingar um
rættindi og skyldur hjá báð-
um pørtum í einari leigu-
avtalu. Ásetingar eru um
depositum,
uppsøgn
og
hvør skal rinda umvælingar
og ábøtur. Galdandi lóggáva
hevur ikki reglur um, hvørji
minstu krøv eru til eitt leigu-
mál, tá talan er um bruna-
trygd og byggitreytir. Í lóg-
aruppskotinum verður hetta
regulerað.
Í grein eitt í uppskotinum
um leigulóg stendur, at
endamálið er at tryggja rætt-
indi hjá leigara og útleigara,
at virka fyri einum vælskip-
aðum og vælvirkandi leigu-
marknaði og at seta minstu-
krøv til leiguavtalur.
Óbroytt í 67 ár
Higartil hevur bert Tórs-
havnar
kommuna
verið
umfata av einum eiti av
einari leigulóggávu, sum
hevur
verið
stórt
sæð
óbroytt síðani 1940. Restin
av landinum hevur onga
lóggávu havt at halda seg
til. Í lógaruppskotinum sig-
ur landsstýrismaðurin, at
lógin er ótíðarhóskandi, og
við mongu leigumálum á
marknaðinum í dag, er tørv-
ur á eini nýggjari leigulóg,
sum samstundis skal galda
fyri allar Føroyar.
Leigarin veikari
partur
Í viðmerkingunum til lógar-
uppskotið stendur, tað í høv-
uðsheitum tryggjar leigaran,
ið er veikari parturin á leigu-
marknaðinum.
Øll leigumál skulu brúka
sama leigusáttmála. Hetta
verður gjørt fyri at tryggja
leigara móti órímiligum av-
talum. Kortini hevur leigu-
sáttmálin við sær, at part-
arnir sínámillum kunnu av-
tala annað, men skulu lúka
nøkur minstukrøv.
Lættari hjá privatum
Við lógaruppskotinum verð-
ur tryggjað, at ein útleigari
ikki kann siga einum leigara
upp, uttan uppsagnarfreist.
Hendan freist er býtt upp,
alt eftir um talan er um
vinnuligar ella privatar út-
leigarar. Vinnuligi útleigarin
kann bert siga leigumálið
upp eftir ávísum treytum.
Somu treytir verða ikki sett-
ar privatum útleigarum.
Orsøkin til, at landsstýr-
ismaðurin hevur valt at
skyna millum vinnuligar og
privatar útleigarar er, at tað
skal vera rímiliga lætt hjá
privatum útleigara at siga
upp leigumálið. Verður tað
ov trupult, er vandi fyri, at
fólk halda seg aftur, og tá
verður politiska siktið um
at økja um tøka bústaðarút-
boðið ikki rokkið.
Mark fyri depositum
Núverandi lóggáva hevur
ikki ásetingar um, hvussu
stórt eitt depositum kann
vera. Við lógaruppskotinum
er mark sett fyri, at hetta
gjald í mesta lagi skal sam-
svara við leigu í 3 mánaðir.
Skulu lúka
minstukrøv
Við núverandi støðu kann
leigunevndin ikki seta nøk-
ur krøv til útleigara um, í
hvørjum standi tað útleigaða
skal vera í. Hetta er óheppið,
tí vandi kann vera fyri, at
høli og rúm verða útleigað,
sum ikki lúka treytirnar, ið
eitt nútímans samfelag setir
til íbúðir.
Fyri at fyribyrgja ósemj-
um um, hvørjum standi eitt
leigumál er í, hevur lógar-
uppskotið áseting um, at tá
flutt verður inn, skal gerast
ein innflytingarfrágreiðing.
Frágreiðingin er grundarlag
fyri sýni, ið verður gjørt, tá
flutt verður út.
Møguleiki er eisini fyri,
at íbúðin ikki lýkur tey
minstukrøv, sum galdandi
lóggáva setir til trygd og
tílíkt í íbúðum. Fyri at bøta
um hetta, er ein áseting í
lógaruppskotinum um, at
leigumálið skal lúka minstu-
krøv um byggitreytir og
brunatrygd sambært gald-
andi lógum.
Tríggjar mánaðir
skotbrá
Sum nú er, hevur leigarin
onga rættartrygd í mun til
hækking av leigu ella upp-
søgn. Lógaruppskotið hevur
áseting um, at leigari skal
hava skrivliga fráboðan um,
at leigan hækkar. Hetta skal
fráboðast
minst
tríggjar
mánaðir frammanundan. Á
henda hátt hevur leigari tíð
at siga leigumálið upp, um
ósemja er um hækking.
Sostatt kunnu leigarar ikki
verða uppsagdir við stuttum
skotbrái og rættartrygdin á
leigumarknaðinum er vorð-
in greiðari fyri leigara.
Ikki vinnuligt
virksemi
Nýggja leigulógin fevnir
um útleigan av bústaði har
fólk búgva. Í mun til
núverandi lóg, sum umframt
vanliga leigu, eisini fevnir
um útleigan til vinnuligt
virksemi, fevnir lógarupp-
skotið ikki um hesi leigu-
mál. Leigulógin eigur ikki
at fevna um tílík leigumál,
tí tað ikki verður mett neyð-
ugt, at vinnuligir partar á
sama hátt nýtast at verða
vardir við eini lóg um leigu
av privatum bústøðum. Tal-
an er aloftast um tveir eins
sterkar partar, og tískil kann
vanligur obligasjónsrættur
vera galdandi á hesum øki,
til serstøk lóg verður sam-
tykt hesum viðvíkjandi.
Leigulóg á trappuni
Krabbameinsætlan fyri Føroyar
Eftir áheitan frá Føroya Felag móti Krabbmeini og eftir tilmæli í »Álit um framtíðar
sjúkrahúsverk í Føroyum« hevur landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli
Strøm, gjørt av, at tað skal gerast krabbameinsætlan fyri Føroyar. Ætlanin skal í
høvuðsheitum lýsa, hvussu fyribyrging, diagnostikkur, kanning, viðgerð, rehabilitering og
tann palliativi (linnandi) stuðulin skulu skipast. Yvirskipaðu rættindini hjá sjúklingunum í
viðgerðargongdini, eins og skyldan hjá heilsuverkinum at veita áløgdu tænastuna sambært
yvirskipaðu krabbameinsætlanini, skal við hesum gerast meira týðilig, skrivar
landsstýrismaðurin í tíðindaskrivi. Arbeiðið verður sett í gongd í byrjanini av desember
mánaða og skal eftir ætlan verða liðugt í seinasta lagi 1. oktober 2008. Á
fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár er peningur settur av til ein skrivara/samskipara, ið
burturav verður knýttur at hesum arbeiði.
Føroyski leigumarknaðurin hevur allar tíðir ligið i lógloysi. Nú røkist fyri eini leigulóggávu
Mynd: Jens Kristian Vang