týsdagur 27. november 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 230 - 27. november 2007
Tað er boðskapurin
frá Eik Banka og eini
røð av føroyskum
handlum, nú nýggja
e-kortið varð lanserað
í morgun. Talan er
um eitt samstarv, sum
eisini VikuBlaðið skal
verða partur av
GJALDSKORT
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í kendu Gyldenkål-film-
unum skuldi Axel Strøby
einaferð inn á skattaskriv-
stovuna at fáa sett »træk-
prosentið« niður, tí hann
helt seg blíva dripnan í
skatti. Komin út aftur spyr
vinmaðurin, hvussu nógv
trækprosentið nú varð sett
niður.
»Niður? Nei, hann hevði
sett tað upp. Tí tá fór hann
at fáa eina rúgvu útgoldið,
tá endaliga bleiv gjørt upp,
og tá kundi hann keypa
bæði bil og bát fyri tað,
sum av leyp«.
Nakað sami boðskapur
varð borin fram á tíðinda-
fundi í morgun, tá Eik
Banki saman við SMS og
VikuBlaðnum boðaði frá
einum nýggjum møguleika
hjá føroyskum brúkarum.
Talan er í stuttum um eitt
Masterkort, sum samstundis
er eitt keypskort, ið veitir
avsláttur í teimum handlum,
sum eru gingnir saman í
samstarv
gjøgnum
so-
nevndu e-skipanina.
Hetta er eitt e-kort, sum
gevur e-vinning. Hvørja
ferð tú keypir í einum av
handlunum, sum er við í e-
skipanini, fær tú ein ávísan
avsláttur, sum verður goldin
inn á eina e-konto. Tá so
gjørt verður upp fyri árið,
fær tú uppspardu upphædd-
ina
útgoldna,
væntandi
áleið 10. desember.
Tað var marknaðarleiðar-
in í Eik Banka, Ólavur Jen-
sen, sum greiddi frá, hvussu
nýggja
e-kortið
virkar.
Hann segði, at talan er um
eitt vanligt Masterkort við
innbygdum kreditti, sum
fólk so kundu nýta við ser-
ligum avsláttrum frá Eik og
e-handlunum.
e-vinningur
Vanligi kreditturin fyri eitt
Masterkort er 30.000 krón-
ur, men tó skal sigast, at
umframt vanliga kortið finn-
ast eisini eitt sonevnt gull-
kort og tað fínasta, sum er
platinkortið.
Hesi bæði seinnu nevndu
geva rætt til størri kreditt
umframt at tey eisini veita
ymiskar tryggingar.
Eik Banki siktar breitt
við hesum tilboðnum og
ætlar, at allir brúkarar í Før-
oyum skulu gerast e-kundar,
og brúkarastøðini eru handl-
ar, matstovur og líknandi
kring alt landið.
Sonevndi e-vinningurin
verður leypandi fluttur inn
á e-konto hjá einstøku kund-
unum, og har ber til at
fylgja við, hvussu upphædd-
in veksur. Hetta kann mill-
um annað gerast við at fara
inn á serligu heimasíðuna,
sum VikuBlaðið fer at
umsita. Blaðið skal eisini
formidla lýsingarherferðir
og serligar avsláttrar hjá
handlunum.
Talan fer at vera um serlig
vikutilboð, og seinni fer
helst at bera til at víðka
hetta til tímatilboð. Eisini
verður eitt serligt e-blað
givið út við upplýsingum
og
serligum
tilboðum.
Fyrsta av slagnum kemur
helst út einaferð í januar
mánaði, varð upplýst.
Nýggjar avbjóðingar
Einki ítøkiligt varð sagt
um, júst hvørjir handlar eru
við í skipanini, men eftir-
sum stjórin í SMS, Niels
Mortensen, var við á tíð-
indafundinum, má væl rokn-
ast við, at fleiri av handlu-
num har verða við. Og tað
nevndi Niels Mortensen
eisini.
Hann segði annars, at
talan fyri teirra viðkomandi
var um ein gamlan dreym,
sum nú gekk út.
– Vit byrjaðu longu fyri
fimm árum síðani at arbeiða
við málinum, tó strilti
gekst. Men tá vit so frættu,
at Eik Banki tók hetta stig-
ið, gjørdu vit av at krøkja
okkum upp á, segði Niels
Mortensen.
Bjarni Olsen, stjóri í Eik
Banka, vísti á tað neyðuga
hjá bankanum at fylgja við
tíðini.
– Kortheimurin stendur
alla tíðina fyri avbjóðingum,
og við hesum produktinum
kunnu vit nøkta ein tørv,
segði Bjarni Olsen.
Hetta við at fólk við
nýggja
kortinum
kunnu
keypa upp á borg, sær
Bjarni Olsen ikki nakran
serligan trupulleka í.
– Sjálvandi verða kund-
arnir
kredittmettir.
Tað
verða teir alla tíðina. Vit
kunnu jú ikki liva av, at
kundar okkara fara av knór-
anum, líka lítið, sum okkara
kundar kunnu liva við, at
vit fara av knóranum, segði
Bjarni Olsen.
Hann sær tað tí ikki sum
ein trupulleika, men heldur
ein spurning um, at bankin
megnar at geva kundum sín-
um eina nøktandi ráðgev-
ing.
Og – sum hann sigur –
hvør vil ikki fáa einar
6.000-8.000 krónur eyka tá
jólini nærkast.
Keyp og fá e-vinning
Dollarin í botni
Amerikanski dollarin er nú so lítið verdur mótvegis íslendsku
krónuni, at skeljavirkið í bygdini Þórshöfn í Íslandi noyðist
kanska at lata aftur. Øll framleiðslan hjá virkinum fer til
amerikanska marknaðin, og sølusáttmálarnir eru tí í dollarum.
Hinvegin eru allar útreiðslur í íslendskum krónum. Leiðslan sigur,
at annaðhvørt má virkið latast aftur, ella mugu nýggir marknaðir
finnast. Tað verður nú kannað í Evropa og Asia eins og innanlands
í Íslandi.
Skeljavirki mugu finna nýggjar marknaðir,
tí dollarin er so lágur (Mynd: Langanesbyggð)
Fleiri ferðir til London
Um vikuskiftið boðaði British Airways frá, at felagið
gevst við rutuni millum London og Ísland í apríl næsta ár,
men í gjár kunngjørdi íslendska flogfelagið Iceland
Express, at tað fer at økja sína flúgving millum London
og Ísland. Sum er hevur Iceland Express níggju ferðir um
vikuna, men frá 26. februar næsta ár verður túratalið
ellivu um vikuna. Broytingin hevur sambært felagnum
tann fyrimun, at fólk kunnu sleppa aftur og fram sama
samdøgur.
Ólavur Jensen,
marknaðarleiðari í Eik
Banka, greiddi frá um e-
kortið
Mynd: Jens Kristian Vang
Ólavur Jensen, Eik Banki, Niels Mortensen, stjóri í SMS, Bjarni Olsen, stjóri í Eik Banka og Óli á
Deild Olsen, stjóri á VikuBlaðnum og Vinnuvitan, á tíðindafundi í morgun
Mynd: Jens Kristian Vang