Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 230 - 27. november 2007 Ongantíð fyrr hava so nógv fólk vent sær til felagsskapin Kris um kynsligan ágang. - Hetta er so óhugna- ligt, at vit mugu rópa varskó. Vit mugu øll taka henda trupulleika í álvara og tosa opið um tað, annars fær hetta ongan enda, sigur forkvinnan í Kris, Gvøðbjørg West Ágangur Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Kris hevur fingið 41 áheit­ anir um kynsligan ágang í november. Hetta hendir, eftir at Kris við stórum tiltaki fyrst í november setti fokus á kynsligan ágang í Føroyum, og tvær føroyskar kvinnur fortaldu sínar søgur bæði á stórum tiltøkum kring landið og í Sosialin­ um. Í seinastu viku hevði Sosi­ alurin eisini eina greinarøð um eina familju, har pena fasadan støkk sundur og avdúkaði kúgandi kynsligan ágang. Greinin vísti, hvussu týdningarmikið tað er, at umheimurin hjálpir og hevur eyguni opin, tí sum oftast eru tey, sum eru Grønlendskar leiðarar Um ársskiftið verður umsitingin hjá grønlendska landsstýrinum umskipað. Í tí sambandi skal landsstýrið hava nýggjar leiðarar, og bú sigur Hans Enoksen, landsstýrisformaður, at hann vil hava grønlendingar at manna leiðarastørvini. Samstundis vil hann hava fleiri grønlendingar í almennu og kommunalu umsitingina. Hans Enoksen sigur við útvarpið í Nuuk, at tað er av alstórum týdningi, at leiðandi fólk í umsitingini duga tað grønlendska málið. Jupiter roynst væl Nóta­ og trolskipið Jupiter kom til Føroya í gjár eftir at hava verið á silda­ og makrelveiði teir seinastu mánaðirnar. Gøtumenn keyptu Jupiter úr Noregi í august, og reiðaríið sigur, at skipið hevur roynst væl. Ta fyrstu tíðina royndi Jupiter eftir sild, og tann 7. novembur landaðu teir tað seinasta av sildakvotuni. Síðani hava teir fiskað makrel, og nú er tann kvotan liðug. Nú skal ymiskt smávegis gerast við skipið, sum liggur á Skálafjørðinum. Kris druknar í ne Sosialurin, 2. november 2007: Vit eru kynsliga misnýttar Brot: Eingin tosar um kynsligan ágang, tað verður bara fortrongt – bæði av samfelagnum sum heild og av tí einstaka barninum, sum verður misbrúkt. Men Bára Joensen úr Gøtu og Rósalind Olsen úr Saltangará gera upp við føroysku tøgnina og fortelja um kynsligan ágang, fortronging og um at koma út í ljósi. Tær kundu líka so væl verið innilæstar á sinnissjúkra­ húsi, gingið sum alkaholiserað neyðardýr ella verið deyð­ ar fyri egnari hond. Hetta siga 28 ára gamla Bára Joensen og 33 ára gamla Rósalind Olsen. Tað er ringt at ímynda sær, tá tær standa í ljósglæmuni í einum stúgvandi fullum Norðurlandahúsi. Dorit Hansen Sosialurin, 8. november 2007 Kvinnuhúsið vísir til KRIS Brot: Tørvur er á einum betri tilboðið til tey, sum hava verið kynsliga misnýtt. Hetta heldur Elin Reinert Planck, leiðari á Kvinnuhúsinum. Í dag vísa tey kvinnur víðari til KRIS ella sálarfrøðing, men hjálpin átti at verið betri skipað, heldur Elin Reinert Planck Kvinnuhúsið tekur ímóti og hjálpir kvinnum, sum flýggja undan harðligum monnum. Og tær kvinnur, sum koma til Kvinnuhúsið, hava onkuntíð kynsliga misnýtslu við sær í viðførinum. ­ Kynsligur ágangur er ikki orsøkin til, at kvinnur søkja sær hjálp hjá okkum. Men tá tær fortelja sína søgu, kemur kynslig misnýtsla onkuntíð undan kavi, greiðir leiðarin á Kvinnuhúsinum, Elin Reinert Planck, frá. Dorit Hansen Sosialurin, 8. november 2007 Ongar ætlanir um nýggja kreppu­ miðstøð Brot: Landsstýrismaðurin í almanna­ og heilsumál­ um, Hans Pauli Strøm, viðgongur, at arbeiðið ímóti kynsligum ágangi ikki hevur verið nóg gott. Men hann ynskir ikki at seta nýggja kreppumiðstøð á stovn, tí vit hava longu resurs­ irnar, sigur hann Hans Pauli Strøm sigur, at tær 200.000 krónurnar, sum KRIS fær, eru meir enn flestu aðrir lítlir felagsskapir fáa. Men hann heldur, at tey gera eitt gott arbeiði. Tað skal bara samskipast betri við aðrar stovnar og skipanir, sum vit longu hava, sigur hann. ­ Vit hava Barnabatað, Kvinnuhúsið, Barnatænastuna og nýggja ráðgevandi toymi, Sjálvhjálpin. Allir hesir stovnar arbeiða partvís ímóti kynsligum ágangi, men fyri at styrkja hetta økið, eiga vit at fáa eina betri samskipan, heldur Hans Pauli Strøm. Dorit Hansen Kris hevur fingið 42 áheitanir um kynsligan ágang í november. Forkvinnan í felagnum sigur, at hon minnist ikki, at tey nakrantíð hava fingið so nógvar áheitanir í senn