Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 230 - 27. november 2007 Heystkonsert hjá GHM Mikudagin verður høvi at hoyra Harmoniorkestrið GHM á heystkonsert í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Tað verður Jens Knudsen, sum stjórnar orkestrinum á konsertini. Orkestrið hevur í heyst vant fjølbr2oyttan íslendskan tónleik, og framførir verk eftir m.a. David Oddson, Jón Leifson og Ísólfi Pálsson. Konsertin verður mikudagin 28. november 2007 kl. 19.30. yðarrópum Sosialurin, 21. november 2007 Fangað í einum glansbílæti Brot: Ein ræðuligur illgruni verður til veruleika og endavendir lívinum hjá eini mammu. Og spakuliga syndrast dreymurin um eina fullkomna familju Maria rótar ígjøgnum ta grønu taskuna, sum liggur á gólvinum í gongini. Hon leitar. Hon veit, at tað er skeivt, men hon kennir á sær, at tað eru ov nógvir ósvaraðir spurningar. Og hon megnar ikki at stýra síni tráan eftir svari. Hon leitar eftir ábendingum, sum kunnu fortelja, hvat hendir í lívinum hjá Lisu. Ingrid Bjarnastein og Tóra Effersøe Mortensen Sosialurin, 22. november 2007 Annar partur: Fangað í einum glansbílæti Brot: Maria er skakað, nú loyndarmálið hjá dóttrini er komið fram. Nú skilir hon betri atburðin hjá Lisu, og øll tey tekin, hon hevur sent. Hennara framferðarháttur hevur verið eitt róp um hjálp, men Maria hevur ikki hoyrt tað. Hon er kedd og vónbrotin, men á ein hátt kennir hon eisini ein lætta. Sjálvt um ákærurnar hjá Lisu eru grovar, so velur Maria at trúgva henni. Men hon vil eisini trúgva Kim, tá hann sigur, at hann svav, tá ið tað hendi. Maria er vís í, at við hjálp frá eitt nú samkomuni, kunnu tey loysa trupulleikarnar sum ein familja. Ingrid Bjarnastein og Tóra Effersøe Mortensen Sosialurin, 23. november 2007 Opinleiki kann bróta tabu Brot: - Insest kann fara fram í ættarliðum, uttan at tað verður uppdagað. Nógv hava kanska illgruna um, at okkurt er galið, men velja heldur at tiga, tí hetta er eitt so álvarsamt evni. Um tey siga nakað, eru tey í vanda fyri at verða ákærd fyri at lúgva ella baktala. Og tí kann eisini vera torført at fáa nakran at vitna í slíkum málum, sigur Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur. Orsøkin til, at viðurskiftini eru á henda hátt er, at insest er eitt evnið, sum ikki verður tosað um millum manna. Tað er tabu, heldur Eyðun Andreassen. Ein nýggj kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri at lýsa hugburðin hjá føroyingum til insest, vísir eisini, at insest er tabu. Kanningin vísur, at umleið 60 prosent halda, at tað er torført, um ikki ómøguligt, at tosa opið um insest. Sjálvt um evnið er tabu, so ynskja fleiri meira dialog um evnið sum annars ofta verður tagt íhel. Heili níggju av tíggju føroyingum halda, at tað átti at verið tosað meira opið um insest. Ingrid Bjarnastein og Tóra Effersøe Mortensen Sosialurin, 23. november 2007 Um tú hevur illgruna, skalt tú fráboða Sjálvt um tað greitt stendur skrivað í lógini, at øll, sum hava hin minsta illgruna um insest, skulu boða barna- verndini frá, so sær veruleikin øðrvísi út. Tað eru nógv, ið ikki kenna lógina Barnarverndarlógin: Tann, ið fær kunnleika til, at for- eldur ella annar uppalari t.d. misrøkir, meinslar, misnýtir ella handfer barn soleiðis, at álvarsamur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, hevur skyldu at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin. - Tað eru nógv, sum ikki vita, at lógin krevur, at tey fráboða eitt nú insest. Og tí havi eg varhugan av, at fleiri mál ikki koma fram í ljósið, sigur Sigrun Samuelsen, sálarfrøðingur á Sosialu Deild í Tórshavnar Kommunu. Ingrid Bjarnastein og Tóra Effersøe Mortensen fangað í støðuni, ikki sjálv før fyri at gera nakað. Politikarar síggja Endamálið við átakinum hjá Kris var millum annað at fáa politikarar at lata eyguni upp fyri álvarsama støðuni hjá fleiri túsund føroyingum og at skilja, at hetta er ein samfelags- trupulleiki, sum Løgtingið í síðsta enda hevur ábyrgdina av. Bjørg Nielsen, leiðari fyri norska meginfelagið fyri kreppumiðstøðir fyri kynsligt misbrúkt fólk, FMSO, var í Føroyum í samband við stóra átakið, og hon vitjaði aftur í sein- astu viku, tá Kris hevði fund við fíggjarnevndina. Bjørg Nielsen hevur stað- ið fyri samskiftinum mill- um norsku kreppustøðirnar og norsku myndugleikarnar og hevur tí góðar fortreytir at stuðla Kris í samskift- inum við almennu myndug- leikarnar. Gvøðbjørg West letur væl at fundinum við fíggjar- nevndina. Hon heldur, at politikarnir hava opnað eygu og oyru – og ikki minst hjørtu – fyri tí arbeiði, sum verður gjørt at hjálpa teimum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Kris er ein privatur hjálp- arfelagsskapur, men fekk seinasta ár 200.000 í stuðli frá tí almenna. Gvøðbjørg West sigur, at ynski hjá Kris er, at ein kreppumiðstøð verður sett á stovn fyri tey, sum hava verið útsett fyri kynsligum ágangi. Meira enn fyribyrging Hans Pauli Strøm segði í viðtalu við Sosialin tann 8. november, at hann ongar ætlanir hevur fyri einari slíkari miðstøð, tí at vit hava nóg nógvar stovnar, sum er. Verandi stovnar og tiltøk skulu samskipast betri, so færri hol vera. Men Gvøðbjørg West sigur, at mann misskilur støðuna, um mann heldur, at stovnar sum barnahjálpin kunnu samanberast við Kris, tí Kris ger ikki bara eitt fyribyrgingararbeiði. - Tað hevði verið gott um arbeiði at fyribyrgja kyns- ligum ágangi varð samskip- að betri frá almennari síðu, men tað hjálpir tíverri ikki øllum teimum, sum longu hava verið kúgað av kynslig- ari misnýtslu og mugu liva við avleiðingunum, sigur Gvøðbjørg West. Leiðarin fyri Kvinnuhús- ið, Elin Reinert Planck stað- festi eisini í Sosialinum, tann 8. november at hóast Kvinnuhúsið regluliga fær kvinnur, sum hava kynsligan ágang við í viðførinum, so er stovnurin ikki ætlaður til at veita teimum tað serligu hjálp, sum teimum tørvar, og Kvinnuhúsið vísir nógv- um av hesum kvinnum víð- ari til Kris ella til sálarfrøð- ing. Ikki bara kvinnur Tað eru heldur ikki bara kvinnur, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Kris fær eisini áheitanir frá fleiri monnum, og hesir kunn ikki leita sær hjálp í Kvinnu- húsinum. - Tað hevu tí sera stóran týdning, at bæði løgtings- limir og landstýrismaðurin við ábyrgd á økinum, Hans Pauli Strøm, veruliga skilja, hvat hetta snýr seg um, sigur Gvøðbjørg West. Hon sigur, at Hans Pauli Strøm ongantíð hevur havt nakran fund við Kris, men hon vónar at hann dugir at síggja tørvin. - Tí fáa vit loyvi veruliga at gera nakað við hetta, so kundu vit bjóða sømiligar umstøður til tey 41 fólkini, sum hava vent sær til okk- um í november mánaði, og øll hini, sum vit hjálpa, sig- ur Gvøðbjørg West at enda. - Tað hevði verið gott um arbeiði at fyribyrgja kynsligum ágangi varð samskipað betri frá almennari síðu, men tað hjálpir tíverri ikki øllum teimum, sum longu hava misnýtt, sigur Gvøðbjørg West