týsdagur 27. november 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Tjóðveldið heitir á løg
tingsformannin um at
støðga skilaloysinum á
tingi. Um samgongan
ætlar at leingja sína
stjórnartíð við at stytta
valfreistina, er talan um
grovasta brot á fólka
ræðið í okkara parti av
heiminum
Ivist í, um fólk yvirhøvur
eru greið um, hvat
gongur fyri seg í løtuni í
føroyskum politikki.
Samgongan og lands
stýrismenn, oysa illa fyri
reikað og óviðgjørd mál
niðan í tingið. Mál, sum
tilsamana kosta langt
omanfyri milliardina,
men har landsstýrið onki
boð hevur um, hvussu tey
skulu fíggjast frameftir.
Tí heitti undirritaði
vegna Tjóðveldi á
løgtingsformannin
fríggjadagin um at kalla
allar floksformenn saman
at steðga vitloysinum,
áðrenn ongin vegur er
aftur.
Tildømis eru mál, sum
áleggja landskassanum
meira enn 400 milliónir
kr. eyka í útreiðslum
árliga í 2010, 2011 og
2012 á ávísum økjum –
uttan at nøkur
langtíðarfíggjarætlan er
gjørd. Og tá er als ikki
roknað við neyðugum
uppraðfestingum innan
týdningarmikil øki, sum
heilsuverk, útbúgving,
gransking, mentan og
almannaverk.
Samstundis heldur sam
gongan fast um at
samtykkja skattalættar
fram í tíðina, sum næsta
ár kosta landi og
kommunum nærum 400
mió. kr. í mun til 2004.
Brúka embætisverkið
at reka ábyrgdarleyst
valstríð
Í øðrum londum hevði
tað beinanvegin verðið
skotið niður, um ein
ábyrgdarleys andstøða
gjørdi slíkt. Sjálvandi
hevði verið kravt, at
fíggjarætlan varð gjørd,
sum hekk saman.
Men her er altso talan
um, at løgmaður og lands
stýrismenn, sum sambært
lóg hava rættarliga
ábyrgd av at fyrisita á
fullgóðan hátt, fremja
slíkt skilaloysi og
ábyrgdarloysi.
Løgmaður og
landsstýrismenn brúka
almennu fyrisitingina at
reka valstríð fyri seg
sjálvar og sínar flokkar.
Og hvussu kunnu teir
haldast til svars fyri hesi
mál, sum koma í gildi
eftir, at teir hava lagt frá
sær? Tá rokningin og
ábyrgdin fyri at finna
pengarnar, verða
skumpað yvir á komandi
løgting og ættarlið?
Bert 10 arbeiðsdagar
eftir
Taka vit øll uppskot og
fyrispurningar við, so
skal Løgtingið uppá 10
arbeiðsdagar avgreiða
langt yvir 100 mál fyri
ein kostnað omanfyri
milliardina – sum
uppskotstillararnir onga
ábyrgd hava av, tí
lógirnar fáa gildi aftaná,
at teir hava lagt frá sær.
Tað tykist ikki, sum at
øllum stendur hetta
greitt:
Sambært stýrisskip
anarlógini detta øll
tingmál burtur, tá val er
skrivað út. Eftir tað er
bert talan um eitt sonevnt
“forrætningslandsstýri”,
sum ikki kann taka
politiskar avgerðir.
Og val skal skrivast
út í seinasta lagi 8.
desember í ár. Tá gongur
tað skeiðið út, sum hetta
Løgtingið fekk heimildir
at taka avgerðir í.
Tí hava vit bert tvær
vikur = 10 yrkadagar, at
viðgera og avgreiða hesi
mál.
Lóggeva sær vikur
afturat at svansa í?
Nú ljóðar, at samgongan
ætlar at stytta freistina í
vallógini at skriva út va,
úr 6 vikum niður í færri.
Verður tað gjørt, so
hevur eitt landsstýri og
ein samgonga lóggivið
fyri at leingja sína egnu
stjórnartíð, við tí fyri
eygað at samtykkja
óviðgjørd uppskot við
stórum útreiðslum til eitt
komandi løgting at taka
ábyrgd av.
Tað vil vera tað
grovasta brotið á
fólkaræðisligar
mannagongdir, sum vit
hava sæð í okkara parti av
heiminum. Ongastaðni
um okkara leiðir er tað
komið fyri, at ein stjórn
leingir sína egnu
stjórnartíð til tess at
samtykkja óviðgjørd mál
fyri upphæddir, ið onnur
skulu kenna sviðan av.
Og ongastaðni um okk
ara leiðir hevði slíkt upp
skot kunnað komið fram,
uttan at bæði fyrisiting,
fakfólk, leikfólk og onnur
gjørdu vart við seg
beinanvegin.
Hetta Løgtingið varð
valt 20. januar 2004 við
teirri fortreyt, at val
skuldi útskrivast í
seinasta lagi 8. desember
2007. Og tá detta
sambært stýrisskipan
arlógini øll mál burtur og
landsstýrið kann bert
virka til at avgreiða
vanliga embætisførslu –
og ikki at leggja fram ella
samtykkja nýggj mál.
Lóggevur ein
samgonga sær sjálvum
vikur afturat at svansa í,
uppá nakkan av komandi
ættarliðum, tá kunnu vit
av sonnum tosa um
Mugabetilstandir í
Føroyum.
10 arbeiðsdagar at avgreiða 100
mál og meira enn 1.000.000.000 kr
Tjóðveldi
Høgni
Hoydal
Val
Løgtingsvalið 19. januar 2008
53
Nr. 212 - 1. november 2007
Sat og hugdi at Degi og
Viku hóskvøldið.
Løgmaður varð spurdur
um, hví hann hevði sagt
landsstýrismannin í
innlendismálum úr starvi.
Svarið var, at hann sum
løgmaður hevði ábyrgdina
av, at landsstýrismenn til
eina og hvørja tíð umsótu
teirra málsøki á “lógligan
og fullgóðan hátt”. Hetta er
sjálvandi rætt, men so
legði hann afturat, at hann
ikki politiskt kundi liva
við, at Jacob Vestergaard
hevði givið tænastuboð til
Strandferðslustjóran, og
harvið lagt seg út í starvs
setingar á stovninum. Tað,
sum løgmaður ikki segði
nakað um, var, at líka so
væl sum, at hann hevði
ábyrgdina av embætis
førsluni hjá landsstýris
manninum, so hevði
landsstýrismaðurin
ábyrgdina av embætis
førsluni hjá Strandferðslu
stjóranum. Nú havi eg
møguliga ikki fylgt nóg
væl við í øllum smálutum
hesi søk viðvíkjandi, men
so vítt eg havi kunnað sett
meg inn í viðurskiftini,
snýr málið seg um, at tveir
skiparar á Smyrli eru
sagdir úr starvi, tí teir hava
fyllt 67 ár, men beint
aftaná hevur landsstýrið
broytt reglurnar fyri
aldursmark til 70 ár.
Jóannes Eidesgaard og
eg sótu báðir í landsstýri
num, tá tíðirnar vóru
øðrvísi enn nú. Vit føldu
okkum tá noyddar til at
broyta reglurnar fyri frá
ferð hjá landsins tænastu
fólki frá at kunna bíða til
70 ár til at skula fara frá
við 67 ára aldur. Nú hevur
landsstýrið aftur broytt
reglurnar – fleiri ár ov
seint – til tað tær vóru,
nevniliga at kunna fara frá
við 67 ára aldur, men skula
fara frá, tá ein fyllir 70 ár.
Rundskriv er síðani sent út
um hetta. Í hesum skrivi
stendur so eisini, at um ein
í almennari tænastu hevur
fingið uppsøgn vegna 67
ára aldur, men ikki er farin
úr starvi, tá skrivið kom,
kann viðkomandi halda
fram í starvinum, men bert
eftir umsókn til Fíggjar
málaráðið og við góðkenn
ing frá hesum Ráðið.
Strandferðslustjórin
søkir síðani Fíggjarmála
ráðið um, at hesir báðir
skipararnir kunnu halda
fram í starvinum, men fær
noktandi svar. Samstundis
fær hann at vita frá sínum
myndugleika, Innlendis
málaráðnum og tess
landsstýrismanni, at ynski
ligt er, at skiparnir halda
fram. Stjórin handlar
síðani, aftaná at hava
fingið tvær sýtingar frá
Fíggjarmálaráðnum, men
uttan at bíða eftir nærri
boðum frá sínum myndug
leika, við at seta nýggjar
skiparar. Av hesi orsøk fáa
vit ruðuleikan og harvið
eina “sak” burtur úr tí.
Tá vit broyttu uppsagnar
aldurin til 67 ár var arb
eiðsloysi í landinum. Nú er
tørvur á meiri arbeiðsmegi
og uppsagnaraldurin verður
aftur broyttur til 70 ár. Við
hesi broyting er sjálvandi
ætlanin, at so nógv sum
møguligt vera verðandi í
starvi til 70 ára aldur. Hetta
er sjálv intentiónin í
nýggju samtyktini. Tað
eiga øll aðalráðini og allir
landsstýrismenn, eisini
Fíggjarmálaráðið og lands
stýrismaðurin í fíggjarmál
um at vita. Tá sagt verður í
rundskrivinum, at umsókn
skal sendast Fíggjarmála
ráðnum um góðkenning av
persónum, sum “detta
niður í millum” í eini
stuttari skiftistíð, skal
Fíggjarmálaráðið sjálvandi
sambært intentiónina í
nýggju reglunum góðkenna
umsóknina, og bert um
serligt talar í móti kann
hon sýtast.
Spurningurin hjá mær er
tí, um ikki Fíggjarmála
ráðið hevur brotið nýggju
reglugerðina við at sýta at
teir báðir 67 ára gomlu
skiparnir kunnu halda fram
í starvinum til teir verða 70
ár. Ráðið eigur bert at
kunna nokta, um okkurt
heilt serligt talar í móti góð
kenning. Eftir míni uppfat
an hevur løgmaður tí bert
gjørt hálvt arbeiði, tá hann
sigur seg hava kannað em
bætisførsluna hjá lands
stýrismanninum í innlendis
málum. Hann eigur eisini
at kanna embætisførsluna
hjá landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, og um nakar
logikkur er í støðutakan
løgmanns, so verður hann
noyddur til eisini at siga
fíggjarmálaráðharran úr
starvi. Um hann ikki ger
hetta, so má hansara egna
embætisførsla kannast og
misálit setast fram í tingi
num, og so eru vit langt úti.
Politiska skipanin í Før
oyum kundi verið sloppin
undan øllum hesum ruðu
leikanum, um bert
Fíggjarmálaráðið hevði
gjørt sína skyldu og
góðtikið umsóknina frá
Strandferðslustjóranum um
skiparnar báðar, áðrenn
hesin setti aðrar í starv. So
hevði stjórin framvegis
sitið í sínum starvi og
innlendismálaráðharrin
eisini, og sloppið varð
undan at halda aðrar
nýsettar skiparar fyri spott.
Eisini hevði verið slopp
ið undan at spilla dýrabaru
tíðina hjá Løgtinginum at
brúka næstan ein heilan
dag til nyttuleysa spurnar
orðaskifti um hetta mál, tá
bert góðir 14 dagar eru
eftir til at avgreiða eini 80
mál beint undan einum
vali, sum átti at veri hildið
fyri einum tveimum
mánaðum síðani.
At umsita á fullgóðan hátt .....
Jógvan
SundStein