týsdagur 27. november 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 230 - 27. november 2007
Vetrarhálvuna er ein støð
ugur deymur av royki frá
brenniovnum í mongum
grannaløgum og mongum
stovum. Hesin roykur hev
ur sera álvarsligar avleið
ingar á heilsuna hjá fólki.
Millum avleiðingarnar
kunnu t. d. nevnast astma,
kyknubroytingar, børn við
degenereraðum lungum,
millumoyrnabruni, roykj
aralungu, hjartasjúkur,
krabbamein, viknað imm
unverja og defektir á
nervaskipan. Børn verða
harðast rakt.
Ein vanligur brenniovnur
dálkar uml. 800 ferðir mei
ra enn eitt oljufýr. Ein hyp
ermodernaður brenniovnur
dálkar uml. 400 ferðir mei
ra enn eitt oljufýr. Og hetta
er, tá ið brendur verður
turrur, reinur viður. Tað er
ræðandi at hugsa um, hvat
fólk heima í teirra stovum
og kjallarum harumframt
tveita inn í ovnarnar.
Partiklarnir, ið eru í
royki frá brendum viði eru
sera smáir. 90% eru minni
enn 1 micron og harvið
minni enn miðalbakteriur.
Teir eru so smáir, at meir
enn helvtin av mongdini
uttandura treingir ígjøgn
um húsaveggir, uttan mun
til hvussu húsini eru bygd
og bjálvað. At vindeygu og
hurðar eru afturlatin ger
lítlan mun.
Føroyar liggja mitt úti í
Atlantshavinum, langt frá
stórum ídnaðarøkjum við
frískari luft, so langt sum
eygað ber og harvið øllum
fortreytum fyri heimsins
bestu luft. Hetta er eitt av
okkara størstu aktivum. Tí
er harmiligt, at vit lata
nøkur fá fólk dálka luftina
hjá teim mongu.
Hendan dálking er
óneyðug og kann tí ikki
góðtakast. Brenniovnar eru
uttan iva hugnaligir og
kunnu harumframt vera ein
fíggjarlig sparing. Men
hugni og sparing eru ikki
haldgóð argument fyri at
seta heilsuna hjá øðrum í
vanda. Fólkaheilsa kann
ikki gerast upp í pengum.
Timburhandlarnir gera
nógv burturúr at selja
brenniovnar, nú oljan
dýrkar, so talið av brenni
ovnum er ivaleyst alsamt
vaksandi. Umhvørvisliga
og fólkaheilsuliga er hetta
eitt risa afturstig.
Sum ikki einaferð, so er
Kalifornia undangongu
land. Har síggja vit nú
alsamt fleiri bann ímóti
brenniovnum, peisum o.
tíl. heilt einfalt tí tað
óneyðugt lækkar
lívskvalitet og setur
mannalív í vanda. Eisini í
grannalondunum eru fólk
so smátt farin at ressast.
Fyrr ella seinni kemur
rákið ivaleyst eisini
hendan vegin.
Kanska er hetta okkara
gylti møguleiki fyri at
gerast undangonguland.
Lat okkum virða rættin
hjá tí einstaka at fylla
lunguni við frískari luft
og sum heimsins fyrsta
land seta forboð ímóti
brenniovnum. So ganga
vit nøkur fet niðan grønu
brekkuna.
Keldur:
• Burning Issues (US):
http://burningissues.org
• Armidale Air Quality
(AU): www.3sc.net/
airqual
• UK National Air
Quality (UK): www.
airquality.co.uk
• UK Health (UK):
www.advisorybodies.doh.
gov.uk/comeap
• Environment (EU):
http://europa.eu.int/
comm/environment/air/
index.htm
• WHO Regional Office
for Europe (EU): www.
euro.who.int/air
• Astma og Allergi
forbundet (DK):
www.astmaallergi.dk
Brenniovnar drepa
Erling
EidEsgaard
Relative Sizes of Particles and Comparison of Dimensional Units
1 micron is a millionth of a meter or 1 inch divided into 25,400 parts.
Substance
Micro-meters
(microns)
Inch
90% of Wood smoke
particles are smaller
than
1 micron
0.00004
Bacteria (average)
2
0.00008
Red Blood Cell
8
0.0003
Talcum Powder
10
0.0004
White Blood Cell
25
0.001
Human Hair
70
0.003
Grain of Table Salt
100
0.004
Jante er ein býur í Føroy
um: ”Du skal ikke tro du er
noget, og hvis du tror du er
noget, så er det noget du
har misforstået”.
Hava túsundtals næm
ingar, lærarar og starvs
fólk, sum hava havt sína
dagligu gongd í Hoydølum
øll misskilt:
At skúlatænarar og vaski
konur, hóast vánaligar um
støður, hvønn dag gera
skúlan til eitt sera gott
arbeiðspláss fyri 700 fólk?
At kantinan er nýggj og
vælvirkandi og nøktar júst
tann tørvin, sum biðið
verður um?
At frálæran í føroyskum,
donskum, enskum, týskum,
fronskum, russiskum og
sponskum er framúr
skarandi?
At undirvísingin í geo
grafi, søgu, vinnulívs
búskapi, fiskivinnu og
samfelagsfrøði er í topp?
At undirvísingin í forn
aldarfrøði, religión, filo
sofi og psykologi brýtur
mørk?
At ítróttarundirvísingin
og undirvísingin í tónleiki,
filmslist, leiklist og evning
er tann mest fjølbroytta í
landinum?
At undirvísingin í bio
logi, fysikk, stjørnufrøði,
teldufrøði, kemi og mate
matikk ikki fæst betri í
landinum?
At bókasavnið og teldu
umhvørvið (hóast undir
mannað) eru millum tey
bestu í landinum?
At studentaskúla og HF
skipanin er eitt sera gott
concept?
At Hoydalar er eitt super
brand, sum skapar og lyftir ?
Vís mær tín gerandisdag,
og eg skal siga tær, hvør tú
ert
Far og vitja í Hoydølum
ein vanligan gerandisdag
og gev tær stundir at síggja
alla skógina og ikki bara
tey brotnu trøini.
So sært tú koncentrer
aðar lærarar, sum berjast
fyri at geva tað besta tey
eiga. Tú sært málrættaðar
næmingar, sum vita, at tað
er nú, tað telur.
Tú sært ein skúla í gear,
sum trekkir, hálar og
skumpar – sum hann hevur
gjørt tað í Hoydølum í 50
ár, og sum hann fer at gera
tað í 50 ár aftrat.
Ikki tvídráttur, men
samanhald
Eyðkenni fyri Hoydalar er
samanhald um eina sterka
stevnu. Eitt concept og eitt
brand, sum er so sterkt, at
tað sum onki hevur yvir
livað fordómsfullar ágang
ir, alt ov smáar játtanir og
manglandi útbyggingar.
Tað er far far out at geva
lærarum skyldina fyri
manglandi játtan gjøgnum
nógv ár.
Kann ein grund til mangl
andi játtan vera, at skúlin
er landsstovnur heldur enn
kommunalur, sum til
dømis Vestmanna Skúli?
Hann er 10 ár eldri enn
skúlin í Hoydølum og hó
ast tað umbygdur og ný
bygdur, so hann í dag er
fyrimynd fyri føroyskt
skúlaumhvørvi.
Tora tit?
Tit, sum ráða fyri borgum,
tora tit at ignorera henda
veruleika?
Hví tora tit ikki at lurta
eftir arbeiðsfólkunum á
hesum væla arbeiðsplássi?
Tað er eitt vágaverk og
kanska ein illusión av
teimum heilt stóru at flyta
alt virksemi í ein depil og í
eina heilt nýggja
skúlaskipan.
Hoydalar hypermodern
aður skúli og
mentanardepil
Byggið nýtt tónleika og
evningshús.
Byggið nýggjan
millumbygning við
nýggjum skúlastovum og
nýggjari samkomuhøll.
Byggið nýggja ítróttarhøll.
Høvuðsumvælið gomlu
bygningarnar (ella byggið
nýggjar), so teir lúka øll
nútíðar krøv.
Og gevið Hoydølum
hundrað herðaklapp fyri
enn sum áður at ganga á
odda at lyfta inn í
framtíðina.
Hava tit skilt boðskapin?
Ella skal eg stava hann
fyri tykkum?
H O Y D A L A R
Hundrað herðaklapp til Hoydalar
Kári
MortEnsEn
Í nakrar vikur hevur loys
unarorðið í føroyskum
orkupolitikki verið ein el
kaðal til Íslands. Ført hev
ur verið fram, at hetta loys
ir upp fyri føroyskum fiski
skipum viðvíkjandi Kyoto
kravinum * hvør skal siga,
so kunnu tey halda fram
við at dálka. Eisini sigur
Vinnuvitan í stórari yvir
skrift frá ráðgevingini hjá
landsstýrinum, at íslands
kaðalin økir um møguleik
arnar við vind og aldu
orku, tí undirstøðukervið
verður styrkt. Undarligt at
blaðmaðurin á Vinnuvitan
ikki setur spurnartekin við
hesa øvugtu grundgeving.
Tíbetur er onkur, sum
enn hevur beinini á
jørðini. Í sjónvarpssending
herfyri staðfesti umboðið
hjá SEV, at um vit skulu
fáa elmegi úr Íslandi, so
mugu vit fyrst hava 100%
backup í Føroyum. Hetta
er satt sum tað er sagt, tí
fer ein trolari avstað við
kaðalinum ella kemur
kinkur á av øðrum
orsøkum, so sita allir før
oyingar við køldum aftur
parti í bølamyrkri. Eisini
sjónvarpsverturin í sam
røðu við nýggja SEV
stjórðan hevði fatur í rætta
endanum, tá hann setti
spurnartekin við, um tað
er rætt, at avbrótarin er í
einum øðrum landi.
Íløgan í ein
íslandskaðal, tann longsta
av sínum slag í heiminum,
er mett at kostað útvið 2
milliardir krónur. Her skal
havast í huga, at hetta er
bara fluttningurin vit
eiga framvegis ikki
framleiðslutólini og mugu
keypa ta orku, sum skal
flytast gjøgnum kaðalin.
Fyri sama pening kundu
vit bygt nakrar stórar vind
myllur, sum nøktaðu allan
okkara tørv til upphiting
og elnýtslu. Heldur enn at
kannað møguleikar fyri
einum kaðali, áttu vit at
kanna hvussu verðsins
størsta vindmylla á Sumb
iarsteini kann knýtast í
SEVnetið í Vestmanna
ella á Eiði, so at vindorka
kann arbeiða saman við
vatnorku. Pf Røkt í Vest
manna hevur eisini víst á,
hvussu vindur og vatn
kann samarbeiðast til eina
støðuga orkukeldu.
Orsakað av vindviður
skiftum gevur ein vind
mylla í Føroyum dupulta
orkuframleiðslu um
veturin í mun til um
summari. Hetta samsvarar
perfekt við orkutørv til
upphiting av sethúsum.
Vindviðurskiftini í
Føroyum gera, at ein
vindmylla her framleiðir
næstan dupult so nógva
orku, sum ein líknandi
vindmylla í t.d. Danmark.
Tí eiga fyrireikingar til
ein elkaðal úr Íslandi til
Føroya at steðga, til stung
ið er út í kortið, hvussu
vind og vatnorka verða
útbygd og samankoyrd her
á landi, so at allur tørvur
til bæði upphiting og el
nýtslu verður nøktaður við
hesum báðum varandi
orkukeldum.
sivilverkfrøðingur
Sambandsflokkurin
Bjarti
thoMsEn
Val
Byggið verðsins størstu vindmyllu
á Sumbiarstein og gloymið
íslandskaðalin fyribils
Lesið
-so eru tit við!