týsdagur 27. november 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 27. november 2007
Vinnan
Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag
– eisini aðrar dagar
Smyril Line væntar
at fáa eitt sindur
burturúr, at Color
Line gevst at sigla
millum Bergen og
Danmark
Ferðavinna
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
– Vit eru sjálvandi ikki
keddir av, at Color Line
gevst at sigla til Danmarkar,
sigur Jákup Sverri Kass,
marknaðarstjóri á Smyeil
Line. Í síðstu viku boðaði
reiðaríið Color Line frá, at
tað hevði gjørt av at gevast
at sigla millum Bergen og
Danmark. Grundgevingin
var millum annað, at oljan
er vorðin ov dýr, og at ólaga
ligt veður darvar siglingini
ov nógv.
Hini bæði reiðaríini, sum
sigla millum Vesturnoreg
og Danmark, Smyril Line
og Fjord Line, vænta sær
ágóða av, at kappingarneytin
gevst. Jákup Sverri Kass,
marknaðarstjóri, ásannar, at
felagið vónar at fáa fleiri
ferðafólk á rutuni millum
Bergen og Hanstholm, nú
Color Line gevst.
Norrøna siglir úr Bergen
seinnapart fríggjadag og er
aftur har sunnumorgun, og
um hesa tíðina eru tað
mong, sum velja at halda
jólaborðhald
umborð.
Síðsta vikuskiftið vóru um
leið 500 norðmenn við úr
Bergen til Hanstholm og
aftur.
Color Line gevst
– Smyril Line
fær ágóðan
Norrøna fær ivaleyst fleiri ferðafólk millum Bergen og Hanstholm, nú Color Line gevst at sigla
Mynd: Vilmund Jacobsen
17
BP bar seg ikki
skeivt at
-men spurningurin um føroyska luttøku
skal takast upp undan hvørjari boring sigur
stjórin á Jarðfeingi, Petur Joensen
Oljusáttmálar
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Herfyri kærdu trý føroysk virki sína ónøgd við BP fyri
Jarðfeingi í sambandi við arbeiðsuppgávur viðvíkjandi
boring á landgrunninum.
Fólk frá BP vórðu tíðliga í vár inni á skrivstovuni hjá
Faroe Agency og fingu at vita, hvat fyritøkan kundi
bjóða til komandi boring á føroyska landgrunninum.
Síðani hevði Árni Dam, stjóri bíðað eftir at kunna koma
við einum tilboð, men hann frætti ongantíð aftur frá
BP. Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP í Føroyum segði við
miðlarnar, at BP valdi tær fyritøkur, sum eru mettar at
vera bestar á sínum øki. Men hann viðgekk , at tað
kanska var skeivt ikki at boða hinum frá, at tær vóru
vrakaðar.
Jarðfeingi spurdi síðani BP, um treytirnar um at geva
føroyskum fyritøkum veruligan møguleika at bjóða í
kapping við aðrar eru hildnar. BP svaraði, at treytirnar
vóru hildnar.
Ein treyt í loyvunum er, at oljufeløgini átaka sær at
geva føroyskum fyritøkum veruligan møguleika at
bjóða upp á arbeiði og veitingar í kapping við útlendskar
fyritøkur. Fólk frá BP vitjaðu fleiri føroysk virki í sam
bandi við boringina á landgrunninum og síðani vórðu
gjørdar avtalur við fleiri undirveitarar. Fleiri av virkj
unum vístu á, at av tí at arbeiðsskráin var so stutt høvdu
fleiri av feløgunu ikki áhuga at luttaka, eitt nú tí tað er
ein fyritreyt, at virkini senda síni folk til trygdarskeið í
útlandinum.
Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi sigur við Sosialin,
at báðir partar av lært av hesum málinum og verður
hetta tikið til eftirtektar til komandi boringar.
Ásetingin í lógini tosað verður um sigur, at føroyskar
fyritøkur skulu hava veruligar møguleikar at bjóða uppá
vørur og tænastur í sambandi við oljuvirksemi á land
grunninum. –Kanska er tað eitt sindur ymiskt, hvat man
leggur í orðini ”at hava møguleika at bjóða” sigur Petur
Joensen, sum staðfestir eftir at hava viðgjørt aktuella
málið, at BP hevur ikki gjørt nakað skeivt.
Vit skulu langt út í nyansur í argumentatión fyri at
gera metingar, hvussu henda regla skal tulkast, og har
eru vit kanska ikki tey røttu. Men við bæði við hesum
og onkrum øðrum í huga eiga vit kanska at hyggja eitt
sindur uppá hesa áseting, og hvat man eigur at leggja í
hetta.
Fáa føroyskar fyritøkur nóg góðar møguleikar?
Fyri at meta um tað, so mugu vit eisini til at tosa
um, hvat ein nóg góður møguleiki er. Vit hava sum er
ikki nakað veruligt at halda tað upp ímóti við. Men tá
næsta boring verður so gera vit tað eitt sindur øðrvísi
saman við oljufeløgunum og føroyskari vinnu við at
hyggja eftir, hvussu hetta kann gerast betri. Tí tað kann
gerast betri.
Stjórin í Jarðfeingi heldur, at allir partar hava lært
nakað av hesum og verður hetta eisini tikið til eftirtektar
í framtíðar borivirksemi her.
Petur Joensen, stjóri
í Jarðfeingi: -Vit taka
kritikkin til eftirtektar
og fáa betrað um hesi
viðurskifti til komandi
boringar