týsdagur 27. november 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vinnan
Nr. 230 - 27. november 2007
Mugu finna nýggjar vinnuvegir
Tað er greitt, at veðurlagsbroytingarnar fara at fáa stóra ávirkan á nógv viðurskifti í
Grønlandi. Millum annað fara broytingarnar at ávirka umstøðurnar hjá veiðimonnunum.
Á einari veðurlagsráðstevnu í Keypmannahavn í síðstu viku segði landsstýrismaðurin í
vinnumálum, Siverth K. Heilmann, at politikarar, veiðimenn, fiskimenn og vinnuvirkini
á landi eiga at hava eygu og oyru opin fyri at fáa staðfrest, hvørjir fyrimunir kunnu fáast
burtur úr broytingunum. Landsstýrismaðurin segði, at tað er serliga neyðugt at útvega
veiðimonnunum í Landnyrðingsgrønlandi aðra vinnu og um neyðugt uppi á landi.
Siverth K. Heilmann er grønlendskur landsstýrismaður
í vinnumálum (Mynd: Sermitsiaq)
Coachguruin
Anthony Robbins
helt herfyri ein
fyrilestur í Århus um
vinnaramentalitet
fyrilestur
Bogi Eliasen
cand.scient.pol
be@implementer.dk
Leygarkvøld í stadionhøllini
í Århus stendur ein maður í
samfullar 5 tímar á pallin
um og talar til fólkið. Áhoyr
arnir rópa, hoppa, dansa,
játta og geyla, tá leiðarin
gevur boð um tað. Ivist eina
løtu í um eg eri endaður í
einum Moon business semi
nari ella onkrum øðrum
nýátrúnaðarligum
ameri
kanskum fjasi, nú hetta
leygarkvøld er bílagt fimm
tímar seminar við mannin
um, sum verður mettur at
verða heimsins besti coach,
nevniliga amerikumaðurin
Anthony Robbins. Áhoyr
arar eru vinnulívsfólk og
leiðarar.
Coaching
Coaching er vorðið eitt
gandaorð. Júst sum nýggjar
telduskipanir,
so
kann
coaching loysa allar trupul
leikar sum virki og stovnar
hava. Hetta tykist at verða
ein yvirskipað mynd av hug
takinum, men so einfaldur
er
sannleikin
neyvan.
Seinnu árini hevur størri
dentur verið lagdur á starvs
fólkatrivnað og viðurskiftið.
Í hesum tíðum við stórum
eftirspurningi eftir arbeiðs
orku, verður enn størri dent
ur lagdur á at menna tey
starvsfólkini ein hevur.
Einstaklingurin
Vit hoyra ofta útsagnir um,
at okkara vestligu samfeløg
gerast støðugt meira indi
viduel, einstaklingurin hugs
ar bert um seg sjálvan og
síni mál og nýtsla er í
hásæti. Mitt í hesum meldri
num er coaching, persónliga
og einstaka menningin. Júst
hetta fyribrygdi lýsir kanska
í veruleikanum dagligu mót
setningarnar vit hava í okk
ara vestligu samfeløgum.
Tøkni, vitan, trygd og høgt
livistøði hevur helst skúgva
átrúnaðin til síðis og hóast
vit ikki vilja verða við tað,
so stendur eitt tómrúm eftir,
tí arbeiði og ein sjálvur er
sjálvdan nokk til eitt heilt
lívsinnihald.
Persónlig
menning er neyðugt men
ikki nóg mikið.
Robbins on stage
Lat tað verða sagt beinan
vegin, at Robbins er ein
ótrúligur røðari og undir
haldari.
Coachingshowið
hetta kvøldið er ein maður
á palli, og 2000 áhoyrarar í
45 tímar. Tað eigur næstan
ikki at bera til, men hann er
eisini ørvísi. Alt kvøldið
brúkti hann persónligar søg
ur og hvussu hann hevur
lært frá øðrum. Eitt coach
ing skeið leggur sjálvandi
luppin á tað sum skal broyt
ast. Hann byrjaði beinanveg
in við at geva okkara sið
bundnu skúlaskipan við
skúlaflokki, og at seta børn
kúrr banaorð, og at henda
skúlaskipan er beinleiðis
orsøkin til at vit eru so bang
in fyri broytingum. Við vís
indaligum grundgevingum
um at fólk bert minnast ein
brøkpart av tí tey fáa sum
passiva vitan, altso tá tey
sita og lurta, kanska helvt
ina tá tey skriva niður so er
innlæringin munandi betri
tá fólk eru við og luttaka í
tilgongdini. Tí krevur eitt
seminar við Robbins, at
hoppað verður fyri at fáa
blóðrenslið í gongd, geylar
sum tá Føroyar skoraði
ímóti Eysturríki í Lands
krona, dansar og annars
brúkar kropsmál og stuttar
venjingar saman við fremm
andi fólki. Tað handlar um
at tora, at bróta mørk og at
vilja, tí sum hann sigur, tað
krevur dirvi at bróta burtur
úr nýggjum.
Hesar 5 tímarnir fær
Robbins áhoyraran við inn í
sítt univers, við einføldum
dømum. Hansara boðskapur
er, at fyri at menna teg mást
tú finna fram til hvar tú ert
í lívinum og hvagar tú vilt.
Fyri at fáa eitt úrslit, má
tann einstaki erligani finna
fram til hvat ikki er nøktandi
og hvat er nøktandi í lívin
um. Síðani er neyðugt er at
finna fram til hvørjar rað
festingar og mál ein hevur,
tí størsta orsøkin til ónøgd
semi er, at samanhangur
ikki er millum miðil, mál
og raðfestingar.
6 virðir
Fyri at finna fram til rað
festingarnar arbeiðir Robb
ins við seks grundleggjandi
menniskjaligum
tørvum,
sum eru at finna kring allan
heim hesi eru:
• Vissa ( At leggja stóran
týdning á at hava tamar
hald á øllum)
• Óvissa /fjølbroytni
(óvissa fyri at kenna
lívið)
• At hava týdning (at ein
hevur týdning fyri
onnur/samfelag)
• Kærleiki og samband
við fólk (at elska/verða
elskað(ur), vinsemi,
samband við fólk)
• Framburður (at leggja
stóran dent á framburð í
lívinum)
• At geva (Gleðast við at
geva øðrum)
Úr hesum virðum, skal tann
einstaki velja tvey, sum
hava størsta týdningin og
síðani seta sær mál í trá við
tey virðini.
Taka egna ábyrgd
Hetta kann ljóða ógvuliga
einfalt og sum ein sjálv
fylgja, men tað er coaching.
Coaching og serliga sum
Robbins brúka coaching,
ræður um at finna innaru
styrkina hjá tí einstaka.
Men grundleggjandi er eis
ini, at tann einstaki tekur
ábyrgd fyri sær sjálvum, at
einstaklingurin ikki gevur
ytri umstøðum skuldina
fyri umstøður, sum ikki eru
nøktandi. Her ræður um at
finna fram til hvat ikki er
nøktandi, hvørjar broytingar
eru neyðugar og síðani seta
sær eina ætlan fyri at náa
hesum máli. Styrkin hjá
Robbins er, at hansara ar
beiðsháttur er sera einfaldur
og tekur støðið í at tú mást
læra teg at hava rætta hug
burðin, og at finna henda
hugburðin fram, tá avrikast
skal. At seta luppin á hvat
ein vil, og ikki á hvat ein
ikki vil, og at gera sær ein
amboðskassa, at finna fram
neyðuga hjálp og altíð
brúka orku til at leita sær
ráð
frá
teimum
bestu
soleiðis:
Work hard
Framburður krevur
krúthart arbeiði og
veruligi framburðurin
kemur ikki fyrr enn
farið verður so langt at
tað merkist (fær ilt). Vilt
tú nakað her í lívinum
skalt tú eisini gjalda
kostnaðin fyri stríðið.
Learn from everybody
Tað er ógvulig
umráðandi at læra frá
øllum, og at finna sær
ráð frá teimum bestu á
økinum.
Fall in love and
apricate
At elska tað man tekst
við, og virðismeta tað
man hevur.
Handilsparturin
Tað er eingin ivi um, at
Anthony Robbins eisini er
vinna, og at hann vinnur
nógvan pening. Undan og
eftir tiltakið ber til at keypa
alskins vørur í Anthony
Robbins
vinnuleistinum,
eins og hann tilmælir fólki
til at brúka coaching í sín
um fyrilestrum, samstundis
sum hann hevur samstarv
við coaching fyritøkur í
samband
við
fyrilestrar
kring heimin. Hann ger
heldur einki fyri at fjala, at
hetta eisini snýr seg um
Finn tín innara risa
Robbins vil hava vinnaran fram í tær
Robbins hevur m.a hjálpt Andre Agassi við at koma uppaftur á
tennistoppin
Hann er sum ein
tónleikastjórna
18