Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 27. november 2007 27 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Við eitt sindur av hepni, so trúgvi eg upp á at fáa eitt skilagott úrslit Sigurð D. Carlsson Fríggjadagin í síðstu viku vann 18 ára gamli Sigurð D. Carlsson úr Havn eina dreymaferð. Eina ferð til marglætisoynna Bahamas at spæla poker, og møguleikan at vinna fleiri milliónir Poker Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Kortspælið poker hevur vundið alsamt meira upp á seg kring allan heim seinnu árini, og eisini Føroyar eiga nakrar dugnaligar spælarar. Eitt nú kunnu nevnast Sonni L. Pet­ ersen og Jógvan K. Glerfoss, sum hava luttikið í stórum kappingum uttanlands. Nú skal næsti maður avstað, og er hann allarhelst størri talent til spælið enn teir flestu. Bara 18 ár gamli Sigurð Carlsson skal 5. januar til Bahamas at spæla Europe­ an Poker Tour, sum er ein av heims­ ins størstu pokerkappingum. 18 ár er aldursmarkið fyri at luttaka, og tískil er Sigurð í sera ungum aldri til at gerast partur av einari so stór­ ari kapping, sum nógvir heimskend­ ir spælarar luttaka í. Ágrýtin spælari Sigurð Djurhuus Carlsson, sum er fulla navnið á føroyska pokersnill­ inginum, hevur spælt poker í tvey og eitt hálvt ár. Seinasta árið hevur hann lagt nógva orku í poker, og tik­ ið spælið í álvara. Hann spælir spæl­ ið á alnetinum, og er dagligur spæl­ ari hjá pokerfyritøkuni PokerStars. ­ Tá ið eg seti meg inn í okkurt, geri eg tað við fullum hjarta, og soleiðis er eisini við poker. Eg havi fimm pokerbøkur liggjandi heima, sum eg regluliga lesi í. Annars dámar mær væl greina ymiskar pokerhendur á alnetinum, sigur Sigurð D. Carlsson, sum leggur afturat, at hann eisini sam­ skiftir við dugnaligar danskar pokerspælarar um menningina av spælinum. Tók 16 tímar At Sigurð vann ferðina var als ikki hepni. Hann sat í samfullar 16 tímar og tryggjaði sær sær sætið í stóru kappingini, har av ein steðg umleið eina ferð um tíman. Poker krevur stóra konsentratión og stórt tolsemi, og í teimum drúgvu kappingunum verður ein sálarliga settur til roynd. Nógvir eru leikararnir kring heimin, sum í fleiri ár hava roynt at sleppa við til so stórar kappingar. Hjá Sigurði tók tað ikki longur enn ein knappan mánaða. ­ Eg havi altíð droymt um at sleppa til eina slíka kapping. Eg havi ikki gjørt nakra veruliga roynd at sleppa við, men eg gjørdi eina roynd síðsta mánaða, og nú hevur tað so eydnast. Tað er ringt at seta orð á, hvussu tað følist, sigur Sigurð. Ferðin til Bahamas hevur eitt virðið áljóðandi 60.000 krónur. Tó brúkti Sigurð bara umleið 1.000 krónur upp á at tryggja sær luttøk­ una. Hann spældi ein sokallaðan “satelitt”, sum skuldi vinnast í fleiri pokerspølum – í fleiri trinum. Níggju leikarar vóru við í hvørjum spæli, og fyri at vinna ferðina til Bahamas skuldi seks pokerspøl vinnast. Sigurð keypti seg inn á fjórða trin fyri 1.000 krónur. Hetta vann hann, og tá ið hann eftir hetta eisini vann tvey tey seinastu trinini, kann hann nú bara fyrireika seg til eina marglætisferð til Bahamas, har allar útreiðslur eru goldnar. ­ Eg var rættiliga spentur, tá ið seinasta trinið skuldi spælast. At keypt seg inn á seinasta trinið hevði kostað yvir 10.000 krónur, so tað var als ikki vánaligum spælarum, sum eg møtti, sigur Sigurð. Ætlar allan vegin Hóast hann nú fer fyri fyrstu ferð at royna seg í so stórari kapping, og at kappast við heimskendar og fulltíðarspælarar, so ætlar hann als ikki at halda seg aftur. ­ Sjálvandi fari eg eftir at røkka allan vegin, men eg veit ikki hvussu realistiskt tað er. Eg havi ikki tær stóru royndirnar innan poker, har eg møti leikarum í veruleikanum. Men við eitt sindur av hepni, so trúgvi eg upp á at fáa eitt skilagott úrslit, sigur Sigurð. Til samanberingar kann sigast, at vinnarin av kappingini á Bahamas í fjør vann 7,5 milliónir krónur, meðan uml. 100 spælarar eisini vinna stóra upphædd. Sigurð spælir sum sagt mest á alnetinum, og her gongur pokerspælið nógv skjótari fyri seg, enn tá ið eitt nú vinmenn sita heima í kjallaranum og spæla. Nógv fleiri leikir verða leiktir, og harvið fær ein skjótt størri royndir. Í livepoker – har menn møtast í veruleikanum og spæla – fær leikurin onnur kynstir. ­ Eitt nú ein ristandi hond kann benda á veikleika, og tá ið ein spælari roynir at vísa styrki, hevur hann oftast vánalig kort, peikar Sigurð millum annað á. Eyka inntøka Sigurð gongur á øðrum ári sum studentur í Hoydølum, og hevur einki arbeiði við síðuna av. Tískil kemur tað honum væl við, at vinna sær nøkur oyru gjøgnum poker á alnetinum. Hvussu enn gongur honum á Bahamas, stendur skúlin ovastur í raðfestingini. ­ Tað hevði verið ógvuliga stuttligt at vunnið, men tað kemur ikki upp á tal at droppa skúlan. Eg byggi lív mítt á skúlan, men eg havi ofta luftað tann tankan, um eg skal taka eitt ár sum full­ tíðarspælari eftir loknan stud­ entaskúla, men tað taki eg væl støðu til, tá ið tíðin er búgvin til tess, sigur Sigurð. ­ Eg havi arbeitt nógv fyri at koma hertil. Um eg haldi somu gongdina, er møguleikin til staðar fyri at fáa eitt gott úrslit á altjóða pallinum, sigur Sigurð at enda, og leggur afturat, at mál hansara er at hava poker sum eyka inntøku, tá ið hann fer niður at lesa um fá ár. Sigurð byrjar kappingina leyg­ ardagin 5. januar, og vit fara at fylgja við hvussu gongur honum. Tú hevur møguleikan at fylgja við gongdini á www.portal.fo. Ungur føroyingur til Bahamas at spæla poker Í fjør streyk vinnarin av kappingini á Bahamas avstað við 7,5 mió krónum. Men minni kann væl eisini gera tað hjá 18 ára gamla studentaskúlanæminginum Mynd: Álvur Haraldsen