týsdagur 27. november 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 230 - 27. november 2007 ]
Leygardagin var
triðja umfar í Grand
prix-kappingini
avgreitt, tá ið 65
leikarar úr fýra
ymiskum feløg-
um møttu upp til
kapping í Eystur-
skúlanum í Havn
BORÐTENNIS
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Seinasta almenna borð
tenniskappingin í hesum
árinum er spæld. Hetta
hendi leygardagin í Havn,
tá ið heldur fáir leikarar
møttu upp.
Javnt í oddanum
Nú trý umfør eru leikt av
árligu Grand prixkapp
ingini, sum telur seks
umfør, er sera javnt og
spennandi í oddanum.
Altvinnandi Petur Nicla
sen úr Borðtennisfelag
num Tór í Havn, hevur í
ár fingið nógva mótstøðu.
Í samlaðu støðuni liggur
hann á odda saman við
16
ára
gamla
Róa
Agnarsson, somuleiðis úr
Tór, og eru teir bara 20
stig frammanfyri Ragnar
Egilsson, sum eisini er úr
havnafelagnum.
Leygardagin vann Rói
32 á Peturi, men tað var
tó Petur, ið tók fyrsta
plássið. Tað var bara eitt
sett í settmuninum, ið
skilti teir báðar.
Talent ávegis
Bara 13 ára gamli Heini
Mortensen úr TBF, Tvør
oyrar
Borðtennisfelag,
var leygardagin at finna í
Bbólkinum.
Hetta
er
sera langt rokkið av ein
um so ungum leikara, og
fara vit óivað at hoyra
meira
til
hansara
í
framtíðini. Heini gjørdist
nummar seks av átta
leikarum í bólkinum, og
megnar tískil at halda seg
í bólkinum.
Triðja GP-umfar í
borðtennis avgreitt
Bólkavinnarar
gjørdist:
A Petur Niclasen, Tór
B Pætur Albinus, Tór
C Ólavur Niclasen, KÍ
D Eyðun Ellendersen, Royn
E Birita Mortensen, TBF
F Anna Mikkjalsdóttur, TBF
G Janus Midjord, Royn
H Annbritt Holm, Royn
I Borgar Debes, Tór
Samlaða støðan í Grand Prix
kappingini eftir 3. umfar:
Smápinkur
1. Sofía Maria Ferjá, TBF –
244 stig
2. Durita Jensen, TBF – 226
stig
3. Sissal Jespersen, TBF –
180 stig
Smápiltar
1. Hávar Albinus, TBF –
216 stig
2. David Mortensen, TBF –
158 stig
3. Aksel Kallsberg, Tór – 88
stig
Pinkur
1. Anna Mikkjalsdóttur,
TBF – 360 stig
2. Lív Øster, TBF – 300 stig
3. Vár Holm, TBF – 178
stig
3. Gunnvá Mortensen, TBF
– 178 stig
Piltar
1. Hans Jón Jacobsen, TBF
– 380 stig
2. Knútur Jóanesarson, Tór
– 330 stig
3.Sveinur Nolsøe, Tór –
270 stig
Smágentur
1. Birita Mortensen, TBF –
460 stig
2. Marin Sofía Brattalíð,
TBF – 350 stig
3. Sára Hentze, TBF – 270
stig
Smádreingir
1. Heini Mortensen, TBF –
710 stig
2. Mathias Mortensen, TBF
– 640 stig
3. Sverri Jacobsen, TBF –
540 stig
Gentur
1. Rakul Mikkjalsdóttur,
TBF – 770 stig
Dreingir
1. Fróði Jensen, TBF – 810
stig
2. Páll Heri Nolsøe, TBF –
620 stig
2. Tórur Dahl, Tór – 620
stig
Kvinnuunglingar
1. Susie Midjord, TBF –
340 stig
Mansunglingar
1. Rói Agnarsson, Tór – 970
stig
2. Hallur Thorsteinsson, Tór
– 900 stig
3. Pætur Albinus, Tór – 790
stig
Kvinnur
1. Marin í Dali, TBF – 790
stig
Menn
1. Petur Niclasen, Tór – 970
stig
2. Ragnar Egilsson, Tór –
950 stig
3. Fríði Jensen, TBF – 790
stig
Føroyameistararnir
úr Klaksvík møttu
toppliðinum úr Vest-
manna, og hóast FM
bjørnin hevði styrkt
liðið, varð skinnið selt
fyri ein 3-1 sigur til
Vestmanna
Talv
Ólavur Simonsen
olavur@sosialurin.fo
Seinasta umfarið í fyrru
hálvu í heimligu talvkapp
ingini varð telvað í viku
skiftinum.
Steintór og
Rødgaard á 1. borði
Steintór Rasmussen hevur
ikki telvað við á fyrsta liði
fyrr í ár, og tí vónaðu
klaksvíkingar at nýta hann
til at taka vestmenningar á
bóli, tí tað kundi verið, at
vestmenningar ikki høvdu
fyrireikað seg uppá hetta
liðið.
Talvið varð sett í gongd
kl. 14, somu tíð sum Fríð
riksson varð vígdur bispur.
Hetta gjørdist eitt sera
friðarligt talv, og teir báðir
samdust skjótt um javnleik.
Um talvið varð ávirkað av
bispavígsluni er ilt at siga,
men friður valdaði yvir
borðinum, og tá talvið varð
liðugt, vóru allir bisparnir
enn á borðinum.
Carl Eli og Ólavur
á 2. borði
Talvið var eftir bókini teir
fyrstu 12. leikirnar, og tá
varð støðan sera jøvn. Støð
an hjá Carl Eli varð tó eitt
sindur lættari at spæla enn
hjá
klaksvíkinginum,
tí
Ólavur hevði eina veika
finnu á miðjuni á borðinum.
Eftir
drúgva
tíðarneyð,
bjóðaði Carl Eli javnt í ein
ari fløktari støðu. Carl Eli
hevði tó møguleikan at seta
trýst á Ólav, men sá ikki av
gerandi leikin í tíðarneyð
ini, og tí endaði talvið við
javnleiki.
Finnbjørn og
Martin á 3. borði
Martin Brekká hevur telvað
við vestmenningum, eftir at
talvfelagið við Streymin
tók seg úr kappingini í fjør.
Finnbjørn legði væl út,
og við einum bispaoffri í
12. leiki fekk hann greiðan
fyrimun. Martin tók annað
skinn um bak og kastaði
alt, sum hann hevði, eftir
bjørnini. Brekkan gjørdist
ov tung, og bjørnin fann
ikki røttu leikirnar, og endin
varð, at Martin fór avstað
við heila stiginum.
Samson og Rani
á 4. borði
Samson Højgaard, ið telvar
fyri vestmenningar, legði
hart út við kongabragdi, og
lat ein rók fyri ein riddara
móti Rana Nolsøe. Talvið
gjørdist rættiliga vilt, og
Samson vísti, at styrkin lá á
talvborðinum og ikki í hári
num. Hann fekk eitt øgiligt
álop, sum Rani ikki megn
aði at halda aftur, og endin
varð, at Rani misti tam
arhaldið á støðuni og gav tí
stigið.
Hervið vunnu vestmenn
ingar 31 og liggja nú trý
stig
frammanfyri
fyrsta
liðið hjá klaksvíkingum í
stríðnum um FM heitið.
Ein onnur bjørn
vaknað
Havnin vann tryggan sigur
á øðrum liði hjá Klaksvík.
Vert at býta merki í, at
Helgi D. Ziska var at síggja
á havnarliðinum, og er hetta
fyrsta talvið hjá honum í
liðkappingini. Helgi vann
sítt talv móti Haldur S.
Johansen, og samanlagt
vann Havnin 3½½. Und
runarvert er, at Helgi er
settur á annað borð hjá
havnarliðinum
aftanfyri
Martin Poulsen, hóast Helgi
næstan er 100 ratingstig
frammanfyri Martin.
Triðji dysturin í 1. deild
var millum annað liðið hjá
vestmenningum og Sanda
vág. Her vann Sandavágur
31, og eru teir á triðja
plássi bert 1½ stig aftanfyri
fyrsta liðið hjá Klaksvík.
Bjørnin skotin og
skinnið selt
Steintór og John gjørdu skjótt av við einum stórmeistara javnleiki
1. deild
Stig
Vestmanna 1
16
Klaksvík 1
13
Sandavágur
11½
Havnin
8½
Klaksvík 2
6½
Vestmanna 2
4½
2. deild
Havnin 3
14
Toftir
11½
Kollafjørður
11
Havnin 2
9½
Klaksvík 3
8½
Sandavágur 2
5½
3. deild A
Vestmanna 3
14
Skopun
10½
Sandavágur 3
9
Klaksvík 4
6½
3. deild B
Havnin 4
11½
Rókur
11
Gøta
11
Vestmanna 4
6½
Unglingar
Rókur
10
Klaksvík
9½
Vestmanna
8
Havnin
6½
Sandavágur
6
Jón Pauli skal venja VB/Sumba
VB/Sumba hevur sett Jón Paula Olsen sum venjari hjá 13. deild og
unglingum, skrivar heimasíðan hjá VB. Jón Pauli hevur í tvey ár
verið venjari hjá dreingja og unglingaliðnum hjá VB/TB, har tað teir
hava fingið góð úrslit. Dreingirnir hava vunnið FM tvey ár á rað. Jón
Pauli er eisini byrjaður á venjaraútbúgvingini, sum FSF skipar fyri. Í
september tók hann UEFA B prógvið.