Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-27, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 230 - 27. november 2007 ] Revsing til Sir Alex Tá Manchester United um vikuskiftið tapti móti Bolton, var United-venjarin, Sir Alex Ferguson, alt annað enn nøgdur um dómaraavrikið. Mótmælini vóru somikið óguslig, at dómarin, Mark Clattenburg, gav venjaranum boð um at fara niðan á áskoðaraplássini. Nú hevur dómarin skrivað frágreiðing, og eftir øllum at døma fær Sir Alex eina bót ella møguliga leikbann fyri hendingina. Endalig støða um hetta verður tikin 11. desember. Finnið ein breta UEFA-forsetin, Michel Platini, er avgjørdur um, at Ongland eigur at finna ein enskan venjara, nú avloysarin til sekkjaða Steve McLaren skal finnast. – Ongland er ein somikið stór tjóð, at tit eiga at finna tykkara egna venjara,. Um ikki er vandi fyri, at tit missa tykkara samleika, sigur Platini. Samstundis verða fleiri útlendsk nøvn sett í samband við enska fótbóltssambandið. Eitt nú Fabio Capello og Louis van Gaal. Fuglfirðingar hava eitt sera sterkt flog­ bóltslið á bæði harra og kvinnu síðuni, og tað vístu hesi lið eisini síðsta ár, tá tey bæði vunnu meistaraheitið. Men í ár hevur ikki verið eins lætt, og tó FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo ÍF hava í ár megnað at vunnið móti oddaliðnum SÍ, men so hava teir tapt móti hinum gull kandidat- unum, Mjølnir, men ÍF hevur tveir dystir til góðar, í mun til SÍ, meðan Mjøln- ir hevur ein dyst til góðar. Um allir hesir dystir verða vunnir av ÍF og Mjølni, stendur støðan á 10 stig- um, til øll trý feløgini, og tað má sigast at vera rættu- liga javnt og spennandi. ÍF hevur seks stig eftir dystin sunnudagin, ið teir vunnu við trimum settum móti einum. Teri byrjaðu bragliga og vunnu tvey tey fyrstu sett- ini, men í triðja setti vildu havnamenn nakað annað. Teir struku avstað og vunnu móti endanum eis- ini settið. Í fjórða megnaðu fuglfyrðingar at leggja somikið væl fyri at teir at endanum vóru omaná og vunnu sostatt dystin 3-1. ÍF-Fram 3-1 (25-23, 25-17, 20-25, 25-22): ÍF lúrir á triðja plássi SÍ eru á ovastu rók í Meistaradeildini hjá monnum, men teir eru tætt pressaðir av Mjølni, so tað verður spennandi at síggja hvussu kappingin fer at forma seg, tey næstu umførini FLOGBÒLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Sunnudagin vóru Sørving- ar á vitjan hjá havnamonn- um í Fleyr, og haðani fóru teir vestur aftur við trim- um settum og tveimum stigum. Sørvingar ætla sær eftir øllum í ár, og tað hava teir góðar grundir til, tí teir hava eitt sera sterkt lið, og hava longu knúgvað harðastu kappingarneytum sínum Mjølni á heimavølli. Livst so spyrst...Vágafólk munnu ivaleyst vóna at tað fer at gangast liðnum væl í ár. Uppgerðin millum Fleyr og SÍ var ein uppgerð mill- um topp og botn, og tað sást kanska aftur, tí hóast Fleyr royndu at bróta ígjøgnum, tóktist tað held- ur trupult, og so koma feil- irnar, tá man er so trýstur. Og tað er hetta sum kostar, tá man spælur móti so sterkum liðum sum SÍ. Fleyr-SÍ 0-3 (16-25, 13-25, 17-25): SÍ heldur damp- inum uppi Undirstøðukervið verður helst ikki klárt til HM 2010. Leikvøllirnir verða kanska heldur ikki klárir. Og ítrótt­ arliga tykist suður­ afrikanska landsliðið ikki at verða klárt til stóru uppgávuna FÓTBÓLTUR Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Sepp Blatter hevði tørv á at verða afturvaldur, sum FIFA- forseti. Tað gjørdist ikki við bert evropeiskum atkvøðum. Men við at binda HM í 2010 til ein afrikanskan vert og HM 2014 til ein suðuram- erikanskan vert kom hann sigrandi út úr seinastu atkvøðugreiðsluni. Suður- afrika var – alment í hvussu er – einasta afrikanska land- ið, sum var ført fyri at verða vertsland fyri HM í fótbólti. Ella tað hildu suðurafrikanar sjálvir! Teir hava jú hýst HM í cricket, og eisini HM í Rugby. Men cricket er bara væl umtókt í commonwealth- londunum. Rugby er bara stórt í 6 evropeiskum lond- um, 2 suðuramerikonskum londum, onkrari størri stilla- havsoyggj, í Avstralia og Ný Sælandi - og í Suðurafrika. Onnur afrikonsk lond gera lít- ið við rugby og cricket. Har er tað fótbólturin, sum telur. Ikki til reiðar Og um suðurafrikanar ikki viðstu betur, so hava teir við tíðini lært, at HM í fót- bólti er líka stórt sum olympisku summarleikirnir. Í hvussu so er ikki minni! Bæði tá tað kemur til tal av fjølmiðlafólki og áskoðar- um. HM við 32 liðum hevur bara trý endaumfør á baki. Frakland í 1998, Japan og Suðurkorea í 2002, og Týsk- land í 2006. Hesi londini høvdu undirstøðukervið, hotelsengurnar, matstovur- nar, fjølmiðlafasilitetirnar og - síðst men ikki minst - leikvøllirnar til at hýsa áskoðarum frá øllum heims- hornum. Í Suðurafrika er undirstøðukervið langt frá nøktandi til tað, sum krevst í 2010. Nógvir av teimum ætlaðu leikvøllunum standa í hálvum gekki, ella tað sum er verri. Og enn røkist ikki fyri, at tað verður nóg mikið av gistingarhúsum. Slaturin gongur í altjóða fót- bóltsumhvørvinum, at Ong- land er biðið um at halda seg klárt, um suðurafrik- onsku vertirnir ikki fáa øll hesi tingini uppá pláss. Men henda søgan er ikki alment váttað enn. Svíkur bara eitt av teimum omanfyri stand- andi tingunum verður HM ein fiasko. Í Týsklandi, í 2006 vóru øll tingini til UG. Og í 2002 og 1998 vóru tey eini heilt góðari leið. Men enn hava suður- afrikanar so 927 dagar til HM byrjar. Men tíðin verður knøpp! Veikt landslið Gamla brasilska venjaraleg- endan Carlos Alberto Parre- ira er venjari hjá “Bafana Bafana”, sum suðurafrikan- ar nevna sítt fótbóltslandslið. Tað eru tó mest tey svørtu, sum fylgja hesum liðnum. Tey hvítu hava størri áhuga í “The Springboks”, sum rug- bylandsliðið í Suðurafrika verður nevnt. Suðurafrika kann – hóast teir eru HM- vertir – ikki goyma seg aft- anfyri eina rúgvu av venjing- ardystum fram til 2010. HM-undankappingin hjá afrikonsku londunum telur eisini, sum undankapping til African Nations Cup – afrikanska meistaraskapið – sum verður hildið í Angola, í januar í 2010. Soleiðis má Suðurafrika luttaka í HM- undankappingini, um teir ynska at leika seg í afrik- anska endaspælið. Men tað gongur onga leið hjá Parreira og Bafana Bafana. Suður- afrika er bara nr. 83 á FIFA- styrkislistanum, og liggja teir aftan fyri lond, sum Al- bania, Armenia og Ísland. 77 leikarar Parreira hevur nýtt heilar 77 ymiskar leikarar á lands- liðnum, í sínum royndum at fáa eitt sterkt landslið. Hann hevur roynt at fáa leikarnar at skifta frá tí meiri bretska spælistílinum, ið hevur merkt suðurafrikanskan fót- bólt, og at fáa teir at leika á brasilskan hátt. Samstundis livir Parreira undir teimum alt ov høgt settu ambitiónun- um hjá suðurafrikonsku áskoðarunum, sum vænta, at Suðurafrika í minsta lagi spælir seg til hálvfinaluna í HM í 2010. Í 14 landsdystum hevur Parreira bara vunnið fimm dystir. Sigrar yvir Chad, Mauritius, Kanada og Botswana eru ikki so nógv at reypa av, tá liðið í sama tíðarskeiði hevur tapt til USA, Skotland og Italia. Men tað eru færri talentir í suðurafrikonskum fótbólti nú, og tað eru færri leikarar at finna í teimum evropeisku ligunum. Parreira hevur víst á, at um støðið skal hækka, má venjingin skipast heilt niður til teir fimm ára gomlu! 64 ára gamli Parreira hevur ført bæði Kuwait, Saudi-Arabia og Sameindu Arabisku Emirríkini til HM. Hann var venjari tá Brasil vann HM-gull í USA í 1994. Men tá bleiv hann flensaður í brasilsku pressuni, tí liðið “spældi ov keðiligt”! So maðurin er vanur við eitt sindur av hvørjum! Suðurafrika hevur stórar trupulleikar Brasiliumaðurin við stýrisvølin hjá Bafana Bafana, Carlos Alberto Parreira, er vanur við eitt sindur av hvørjum. Men tað tykist, sum eru vónirnar til bæði fótbóltsliðið og vertstjóðina sum heilt settar dekan ov høgt, nú tað eru minni enn trý ár eftir til HM Mynd: Polfoto/AP