Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vinnan Nr. 230 - 27. november 2007 Nýggj oljuútbúgving Nú oljufeløgini eru í ferð við stórar útbyggingar í Norðurnoregi, og russar fyrireika seg til uppaftur størri útbyggingar, hevur lærdi háskúlin í Tromsø gjørt av at skipa eina nýggja olju- og umhvørvisútbúgving, sum verður lagað til viðurskiftini í Norðurnoregi. Skúlin hevur í løtuni eina tvey ára útbúgving av hesum slagnum, men áhugin fyri henni hevur verið sera lítil. Harafturímóti verður roknað við, at áhugin fyri teirri nýggju verður munandi størri. Talan verður um eina master-útbúgving, og tey lesandi fáa møguleika at taka ein part av útbúgvingini á øðrum lærustovnum í Noregi og í útlondum. Lærdi háskúlin í Tromsø skipar nú eina nýggja olju- og umhvørvisútbúgving (Mynd: Nordlys) BP er við í øllum trimum framleiðslu­ keldunum á Atlants­ mótinum. Í løtuni borar felagið William­ brunnin á landgrunn­ inum, og í næstum fer felagið eisini at bora leitibrunnar á bretskum øki. Úrslitið av hesum brunnum fáa stóran týdning fyri framtíðar virksemið á hesum leiðum Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin Hetta upplýsir oddamaðurin hjá BP, sum stendur fyri boringini á landgrunninum, Jonathon Truemann. Sama dag sum borurin varð settur í fyri góðum mánað síðani høvdu Rás 2 og Sosialurin samrøðu við hann. Ein part- ur av samrøðuni var í Rás 2. Vit prenta her alla sam- røðuna við bretska olju- mannin, sum kann koma at skriva føroyska oljusøgu, nú BP stendur á odda fyri boringini av Williambrunn- inum. – Hvussu stórur er møgu­ leikin fyri at tit finna olju? – Ein góður spurningur. Har er ein møguleiki, men tað er torført at siga. Har eru so nógvir faktorar, sum skulu ganga upp í eina hægri eind, so vit kunnu í dag bert siga, at møguleikin er har. – Men kanst tú ikki siga, hvussu stórur er hann! – Vit rokna við, at hann er millum 10 og 15%. Men vónirnar liggja meira í tí sannroynd, at vit hava ikki nógvar upplýsingar at byggja eina analysu á. – Um BP ikki hevði bund­ ið seg til at bora ein brunn, høvdu tit so kortini viljað brúkt so nógvar pening til at bora í hesum økinum? – Tað er altíð torført at siga. Antin vit bora ella ikki byggir altíð á, hvussu væl- eydnað boring hevur verið í økinum frammanundan. Fimm brunnar eru boraðir í Føroyaøkinum, so William- brunnurin byggir eisini á tær royndirnar. – Um Williambrunnurin er turrur, fer BP so at taka seg úr Føroyaøkinum? – Eisini hetta er ein torfør- ur spurningar at svara. Tí tað er ein svart/hvítur spurn- ingur. Úrslitið fer altið at vera nakað, sum minnir um grátt. Tað er sera torført at siga, hvat vit fara at gera í Føroyum eftir William- brunnin. Tað veldst sjálv- andi um úrslitið. Lat okkum nú bíða og vita, hvussu fer at ganga. Fleiri leitibrunnar – BP er eitt av mest virknu oljufeløgunum vestan fyri Hetland og framleiðir olju og gass á trimum støðum, Foinaven, Schiehallion og Clair. Er hetta økið fram­ vegis av stórum týdningi fyri BP? – Vit hava nakrar nýggjar leitibrunnar á tekniborði- num. Men vit skulu eisini minnast til, at BP arbeiðir ikki bert í Bretland og Før- oyum. Vit arbeiða um allan heim og bora leitibrunnar í nógvum londum. Tað er eis- ini ymiskt, hvussu eydnan er við okkum. So eg kann bert siga, at vit fara at bora á Atlantsmótinum eins væl og í øðrum pørtum av heim- inum. – Williambrunnurin verð­ ur 4760 metrar djúpur. Er møguleiki at finna fram­ leiðandi reservoir á so stór­ um dýpi í tí økinum tit bora? – Tað veldst alt um, hvat vit finna. Um vit raka við grótsløg, sum goyma olju og gass á tí dýpinum. Okk- ara høvuðsmál, reservoir liggur á millum 2500 til 3000 metra dýpi. Vit kunnu finna olju og gass á so stór- um dýpum sum millum 4500 og 5000 metrar. So tað er møguligt at finna kol- vetni har. 3. útbjóðing – Fer BP at vera partur av 3. føroyska leitiumfarinum? – Aftur, so veldst tað um úrslitið av Williambrunnin- um. Um vit fáa týðandi upp- lýsingar í brunninum, so er tað ein møguleiki. Tað er tó ein torførur spurningur í løt- uni, tí vit bora júst nú. – Tit skulu bora gjøgnum basalt. BP hevur ikki drúgv­ ar royndir á tí økinum! – Tað er rætt. Tað er rætti- liga óvanligt í oljuverðini at bora gjøgnum basalt. Og tað er eisini torført. Eisini er avmarkað, hvat tú sær undir basaltinum. Góðtaka tykkara treytir – Herfyri hevði føroyska oljuumsitingin fund við olju­ feløgini um framtíðar regul­ verkið, sum oljufeløgini skulu arbeiða innan fyri á Føroyaøkinum. Hvat er tykkara áskoðan um treytir­ nar settar verða tykkum frá Jarðfeingi? – Eg veit ikki, um vit veruliga hava nakra meining um hetta. Tað er altíð upp til tað landið, sum eigur undirgrundina at avgera, hvørjar treytir verða settar feløgunum. Vit arbeiða sum eitt altjóða oljufelag í mong- um londum, og vit geva okkum undir tær treytir, sum hesi lond áleggja okk- um. Tað er ein partur av tí at reka vinnuvirksemi í fremmandum londum. Rosebank spennandi – Vit hava í eina tíð hoyrt nógv um Rosebankbrunnin við markið og frægu úrslit­ ini av metingarbrunnunum. Heldur tú, at Rosebank kann fáa avgerandi týdning fyri alt økið? – Eg eri vísur í, at tað kann fáa týdning, men al- menningurin hevur ikki fingið nógvar upplýsingar Atlantsmótið framvegis Jonathon Truemann, leitistjóri hjá BP í Oljutinginum herfyri, her avmyndaður saman við ábyrgdarblaðstjóranum á Sosialinum, Jan Müller Mynd Eyðun Elttør 22