Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 27. november 2007 Gevst at flúgva til Íslands Bretska flogfelagið British Airways kunngjørdi í gjár, at felagið gevst við flúgvingini millum London og Keflavík í Íslandi, tá vetrarferðaætlanin fer úr gildi tann 28. mars næsta ár. Umboðsmaðurin hjá British Airways í Norðurlondum, Peter Rasmussen, segði í tíðindaskrivi, at rutan millum London og Keflavík hevur ikki givið tað úrslit, sum felagið hevði vónað, og at leiðslan tí hevði gjørt av at leggja rutuna niður. Hann legði afturat, at felagið er í harðari kapping allastaðni og má laga virksemi sítt eftir tí. British Airways hevur flogið millum London og Keflavík síðani síðst í mars mánað í 2006. Tað loysir seg ikki hjá British Airways at flúgva millum London og Keflavík (Búmerki: BA) BP leggur lok á boring nú nærkast fyrsta málinum Oljufelagið BP hev­ur eftir øllum at døma borað meira enn 2000 metrar av­ Williambrunninum ella knappa helv­t. Komandi v­ikurnar v­erða tær mest spenn­ andi, tá borast skal gjøgnum basalt og har nærkast v­erður tí fyrsta málinum á 2500 til 3000 metra dýpi. Williambrunnurin Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað er góður mánaði síðani, at BP setti hol á Willi­ ambrunnin á landgrunninum. Borast skulu 4750 metrar. Fyri viku síðani upplýsti stjórin hjá BP í Før­ oyum, Hjarnar Djurhuus fyri Sosialinum, at boraðir vórðu umleið 1800 metrar. Hann segði eisini, at helst fer BP at røkka tí fyrsta málinum í brunninum fyri jól. Tá Portalurin ringdi til Hjarnar Djurhuus nú júst ein mánaður er farin, síðani hol varð sett á, vórðu boðini frá oljustjóranum ógvuliga greið og avgjørd. Talan er um eitt ”tight hole”, og tað merkir, at eingir upplýsingar koma út til almenningin. Boringin er eftir øllum at døma komin inn í eina serstakliga spennandi fasu. Í samrøðu við Rás 2 dagin undan boringini segði Jonathon Truemann, leitistjóri hjá BP, at teirra fyrsta mál er á millum 2500 og 3000 metra dýpi. Tá vit vita, at boraðir vórðu 1800 metrar fyri viku síðani, og veðrið hevur verið hampuligt, so kann hetta merkja, at BP, Shell og Anadarko ikki eru so langt vekk frá fyrsta málinum. Spurningurin er so, nær borurin kemur niður á basaltfláirnar. Undan boringini metti BP, at basaltið fór at vera einar 500 metrar tjúkt. Frá boringini hjá Statoil á Brugduleiðini í fjør fingu vit staðfest, at tað gekk væl skjótari at bora gjøgnum basalt enn mett. Nú fáa vit so at síggja, hvussu leikur fer fram á Williamleiðini. Transocean Rather, sum hevur borað í góðan mánað týdning fyri BP um hesa kelduna, men hetta er eitt sera áhugavert fund, og tí ger tað okkum enn meira áhugaðar fyri økin­ um. Hetta er eitt spennandi fund í eini spennandi tíð. – So tú heldur, at eisini Føroyar kunnu síggja hetta fund sum av stórum týdningi fyri framtíðar virksemi í øll­ um økinum, eisini Føroy­ um? – Tað veldst alt um fyri­ støðufelagið í hesum øki­ num, Chevron. Vit hava so ikki nokk av upplýsingum til at meta um, hvørt Chev­ ron ætlar at fara víðari til at útbyggja feltið. Tað er teirra avgerð eina og aleina. Men kemur tað hartil, at Chevron fer undir at byggja út, so er tað gott fyri alla vinnuna og økið. Atlantsmótið týdning – Hvussu týdningarmikið kannn Atlantsmótið gerast fyri framtíðar oljuleiting? – Har er altíð ein framtíð. Og tess meira verður funn­ ið, tess meira spennandi verður tað. – Vit skilja, at tað eru tvey mál í Williambrunni­ num. Nær fara tit at koma út við ítøkiligum tíðindum um boringina? – Vit fara at koma við upplýsingum sohvørt vit koma longur við boringini. Úrslitið av boringini fer ikki at siga so nógv fyrr enn hon er heilt liðug, og vit hava havt stundir til at evaluera upplýsingarnar. Vit vilja sleppa undan at fara út við upplýsingum ov tíðliga, sum kanska byggja á ov lítla evaluering. Vit mugu fyrst fáa øll data til vega og síggja, hvat tey veruliga siga okkum. Kortið vísir Williambrunnin. Lagið í ovara partinum av undirgrundini er basalt. BP hevur mett tað til knappar 500 metrar tjúkt. BP fer at koma til sítt fyrsta mál fyri jól. Her uppskot til jólakort Óli P gjørdi fyri nøkrum árum síðani, sum Jonathon Truemann brúkti í sínum fyrilestri á Oljutinginum herefyri Mynd Eyðun Elttør vinnan 23