Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 vinnan Nr. 230 - 27. november 2007 – Tað, sum eg haldi er mest áhugavert, nú eg skjótt skal byrja í starvinum sum SEV- stjóri, er framtíðin – hvussu eg sum stjóri saman við leiðslu og starvsfólkum annars kann bera felagið longur fram á leið. Tað, sum liggur fyri framman, er meira áhugavert enn tað, sum liggur aftanfyri, sigur Hákun Djur- huus, sum Sosialurin hevur skift orð við Prát Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinasta fríggjadag kunn­ gjørdi Elfelagið SEV, at stýrið fyri felagið hevur gjørt av at seta Hákun Djur­ huus, fyrrverandi stjóra í P/ F Føroya Shell, í stjórastarv­ ið hjá felagnum. Virkandi stjóri í løtuni er Poul Arni Jacobsen, sum annars hevur verið næstformaður í stýri­ num. Nú hann situr sum virkandi stjóri, er hann ikki limur í stýrinum, men hevur varamannin sitandi, til hann seinni tekur álitisstarvið aft­ ur. Saman við Poul Arna Sosialurin hevur skift orð við nýggja stjóran, Hákun Djurhuus, sum alment tekur við stjórastarvinum 1. janu­ ar 2008, men sum longu 1. desember byrjar í føstum starvi hjá felagnum. – Vit hava avtalað, at eg skal arbeiða saman við virk­ andi stjóranum, til eg al­ ment taki við sum stjóri. Poul Arni hevur í nógv ár sitið í stýrinum fyri SEV og hevur eisini áður verið stýr­ isformaður. Tí hevur hann stóran kunnleika til felagið, og eg vænti, at hann saman við øðrum góðum fólkum innan felagið verður mær hollur í ráðum. Stjórin í SEV gjøgnum mong ár, Klæmint Weihe, er nú í øðrum starvi, men hann segði, tá ið hann gjørdi av at fara úr stjórastarvinum, at hann vildi vera tøkur í ráðum, um brúk var fyri tí. – Enn er alt so nýtt, og tí dugi eg ikki at siga, hvør tørvurin verður í so máta, men tað er náttúrligt, at Klæmint Weihe, sum hevur myndað felagið øll hesi ár, hevur allan kunnleikan um SEV og virksemið hjá felag­ num, sigur Hákun. Framtíðin avgerandi Vit spurdu eisini, hvørja mynd hann hevði av Klæ­ minti sum stjóra í SEV, meðan hann sjálvur sat í stjórastarvinum hjá Shell. – Vit seldu nógva olju til SEV, og vit høvdu eitt gott samstarv, eisini eg og Klæ­ mint. Eg havi bara gott at bera honum, og eg haldi, at málini, sum hann hevur ver­ ið við til at seta út í kortið fyri felagið, eru skilagóð. Hákun heldur kortini, at tað, sum er mest áhugavert í hansara verð, nú hann skal byrja hjá SEV, er framtíðin – hvussu hann sum stjóri saman við leiðsluni annars og tí fólki, sum er í fyri­ tøkuni, kann bera felagið longur fram á leið. – Tað, sum nú liggur fyri framman, er meira áhuga­ vert enn tað, sum liggur aftanfyri, heldur hann. Minni útlát Nýggi stjórin vísir á, at ein av uppgávunum hjá felag­ num verður at fáa ein upp­ aftur størri part av orkuni, sum felagið framleiðir, úr varandi orkukeldum. – Í dag koma 45% av orkuni úr varandi orkukeld­ um, vatni og vindi. Hetta er nakað, vit kunnu vera errin av, og hetta er eitt gott ískoyti til tað at “uppføra” seg pent sum heimsborgari, um vit so kunnu siga. Hann vísir á, at málið hjá felagnum er at náa upp á tey 55% úr varandi orku­ keldum í 2015, og hann heldur, at vit eiga at seta okkum málið enn hægri. – Sum føroyingar eiga vit at vera errin av, at ein so stórur partur av okkara el­ framleiðslu stavar frá var­ andi orkukeldum, og úteftir eiga vit at fortelja hetta og kunna gleðast um tað. Vit eiga eisini at kunna fortelja Jupiter liðugur við markelkvotuna Jupiter kom til Føroya í gjár, og nú skal ymiskt gerast við skipið. Tað hevur gingið væl hjá Juputer, síðani gøtumenn keyptu skipið í august. Jupiter fór fyrst á sild og landaði seinastu ferð tann 7. novembur. At kalla øll sildin, sum teir fingu, fór til matna. Teir byrjaðu at fiska makrel um hálvan oktober, og kvotan var liðug fyri nøkrum døgum síðan, tá teir landaðu 760 tons av makreli fyri góðar 6,2 mió. krónur. Í hesum tíðarskeiðnum, hava teir eisini gjørt tveir sildatúrar. Jupiter kom á Skálafjørðin seinnapartin í gjár, og nú skal ymiskt smávegis gerast við skipið, skrivar reiðaríið á heimasíðuni. Umhvørvið er ábyrgdin hjá okkum øllum - Vit eiga at vísa ábyrgd og gera viðurskiftini burðardygg allan vegin ígjøgnum. Vit eiga at læra okkum at virða náttúruna nógv meira, og her haldi eg, at tað tíbetur gongur rætta vegin hjá okkum, sigur Hákun Djurhuus Mynd: Vilmund Jacobsen