Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnan Nr. 230 - 27. november 2007 øðrum, at okkara mál er í minsta lagi at náa upp á tey 55% í 2015. Rætt er, at nakrir av okkara grannum, eitt nú Ísland og Noregi, eru enn betur fyri enn vit í so máta, men tað eru nógv lond, sum ikki kunnu siga, at ein so stórur partur av teirra elframleiðslu stavar frá “grønari” orku. Vatn og vindur Hákun vísir á, at dýrasti posturin hjá SEV er oljan, sum bæði tyngir um rakst­ urin og ger, at neyðugt er at hækka streymprísin. Lykla­ orðið er effektivitetur – tað at reka tingini skilagott, bæði hvat viðvíkur tí fíggj­ arliga og umhvørvisliga partinum. ­ Í tann mun tað ber til reint tekniskt og fíggjarliga, eigur málið at vera, at ein alsamt størri partur av orku­ framleiðsluni kemur frá var­ andi orkukeldum. Sambært íløguætlanini fer felagið í framtíðini í bæði at troyta vatn og vind. Hetta kemur í longdini at geva felagnum størri fíggjarligt rásarúm, men ikki minst kemur hetta at tæna umhvørvinum. Hann heldur, at tað eisini er positivt, at felagið við verkætlanini við alduorku og verkætlanini við Nóls­ oynni sum grønari oyggj er við í granskingarpartinum, tá ið ræður um alternativa orku. – Hetta styrkir eisini um okkara “grøna” profil og ger, at felagið stendur sam­ an við umheiminum at byrgja uppfyri globalu umhvørvistrupulleikunum. Okkara starvsfólk og felag­ ið sum heild eigur at vera errið av, at vit eru við í tí partinum, sum roynir at minka um útlátið, sum er ein umhvørvislig hóttan fyri heimin. Oljan er ein ógvuliga týðandi orkukelda, men vit vilja gera okkara til at venda myndini, so var­ andi keldur í minsta lagi gerast líka so stórur partur av okkara orku – og helst størri, enn oljan í dag er, sigur hann. Øll hava ábyrgd Hákun heldur, at hóast Før­ oyar ikki telja nógv í heims­ høpi, eiga vit avgjørt at verða við og bera okkara part av globalu umhvørvis­ trupulleikunum. – Hvør einstakur borgari eigur at bera sín part, og vit mugu øll taka ábyrgd, so vit kunnu bera klótuna víðari til komandi ættarlið. Heim­ urin er lítil, og vit eru mong, sum skulu búleikast her. Tí er neyðugt, at vit ikki minst hugsa um umhvørvið og tað ríkidømi, sum er í havi­ num, oman á jørðini og und­ ir himmalinum – at hetta er tað, sum skal geva okkum mat í munnin og klæði á kroppin. Vit eiga at vísa ábyrgd og gera tingini burð­ ardygg allan vegin ígjøg­ num. Vit eiga at læra okkum at virða náttúruna nógv meira, og her haldi eg, at tað tíbetur gongur rætta veg­ in, sigur hann. Útlát í álvara Men hvussu kann so ein fyrrverandi Shell­stjóri, sum hevur tikist við at selja olju, seta seg hinumegin “borðið” og vera tann, sum nú vil gera so nógv fyri at minka um oljunýtslu og útlát? – Ja, eg veit væl, hvat tú hugsar, men tað er ein spurn­ ingur, hvørja mynd tú sum ábyrgdarhavari hevur av oljuvinnuni og olju sum orkukeldu, men eg vil leggja dent á, at felagið í míni tíð sum stjóri tók útlát­ ið í størsta álvara. Hinvegin er tað ein veruleiki, at oljan er ein týðandi – men eisini kostnaðarmikil – orkukelda, sum samfeløgini eru rætti­ liga bundin at. Heimurin hevur sæð í eyguni, at neyð­ ugt er at minka um útlátið, og tí verður arbeitt miðvíst við alternativum møguleik­ um – eisini her hjá okkum, sigur hann. Hákun vísir á, at eisini á elorkuøkinum verður lógin liberaliserað, soleiðis at kapping í størri mun kemur í økið, og SEV kennir segt avgjørt ikki illa fyri í hesi kapping, men hann endur­ tekur, at tað er altíð ein spurningur um, hvat er skilagott reint tekniskt og fíggjarliga. Bleytur startur Sum vit nevndu í byrjanini, kemur Hákun Djurhuus at hava sína føstu gongd á SEV longu frá 1. desember, tá hann eitt nú kemur at arbeiða saman við virkandi stjóranum, Poul Arna Jacob­ sen. – Eg var á SEV eina løtu í gjár og heilsaði upp á starvsfólkini á skrivstovuni í Havn, og vit høvdu onkran fund í hesum sambandi. Øll hava ein arbeiðsdag og kunnu tí ikki ganga og leiða meg runt ein heilan dag. Hetta verður ein “bleytur” startur, og eg fari at vitja á deildunum so hvørt, sum tíð og umstøður verða til tess. Setti stjórin sigur, at hann hevur tykist við so mangt, síðan hann gavst hjá Shell, at “battaríið” nú veruliga er løtt uppaftur til at byrja í nýggja starvinum. – Eg havi gjørt nógva av tí, sum mær dámar, men sum stundir ikki altíð hava verið til. At fletta harur Hákun Djurhuus sigur, at hann á ongan hátt hevur kett seg hesar mánaðirnar, síðan hann gjørdist leysur í stjórastarvinum hjá Føroya Shell, tvørtur ímóti. – Eg havi smíðað, gingið á fjall, flett og skotið harur. Í tríggjar vikur havi eg eis­ ini verið vikarur í Tórshavn­ ar kommunuskúla, tí teim­ um vantaði ein lærara. Nú eri eg klárur til hesa nýggju og stóru avbjóðing, sum eg virkuliga gleði meg til. Vit takka fyri samrøðuna og seinastu orðini, ið kom­ andi stjórin á SEV sigur, er, at nú fer hann at fletta nakrar harður, sum hann hevur skotið. Í Danmark eftir arbeiðsmegi Eins og í Føroyum hava grønlendskar fyritøkur ilt við at fáa nóg mikið av arbeiðsmegi. Sum er hava 28 grønlendskar fyritøkur ov lítið av fólki, og í einari roynd at fáa fólk skipa fyritøkurnar fyri tiltøkum í Keypmannahavn og Århus. Millum annað verður roynt at fáa lesandi úr Grønlandi at venda heimaftur aftan á lokna útbúgving, og fyri at geva teimum eina kenslu av arbeiðinum fáa tey tilboð um starvsvenjingarpláss og einstakar uppgávur. Samráðast um fiskiveiðiavtalu Í gjár og í dag eru samráðingar í Føroyum millum føroysk og russisk embætisfólk og feløg um sínámillum fiskirættindasáttmála fyri komandi ár Samráðingar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í hesum døgum eru samráðingar millum Føroyar og Rusland um sínámillum fiskiveiðiavtalu. Samráðing­ arnar byrjaðu á Hotel Hafnia í gjár og vórðu tiknar uppaftur klokkan 10 í morgun. Gjøgnumgongd Í gjár gjøgnumgingu partarnir verandi sáttmála, og í gjárkvøldið ótu føroysku vertirnir og russisku gestirnir góðan døgurða í Kirkjubø, har nógv gott var at fáa, bæði matur og drekka. Vit høvdu Jákup Sólstein, formann í Føroya Reiðara­ felag, í telefonini í morgun. Hann sigur, at nógv fólk eru við í russisku sam­ ráðingarnevndini, eini 14 í tali. ­ Eg dugi einki at siga um útlitini í løtuni, men vænt­ ast kann, at vit semjast um nýggjan fiskirættindasáttmála einaferð í dag. Spurdur, um tað eru mál, sum vísa seg at skilja part­ arnar, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag, at tað er ilt at meta um eftir degnum í gjár, tá talan mest var um gjøgnumgongd. ­ Ein trupulleikin kann vera, at vit hava minni at lata av svartkjafti, nú svartkjaftakvotan er minkað. Hin­ vegin er tað eisini ein spurningur, um russar eru líka heitir fyri svartkjaftinum longur. Einki stendur í stað, alt broytist. Hann sigur, at samráðingarnar soleiðis eisini snúgva seg um, hvat vit hava at bjóða russum – og hvat teir vilja hava. Vóna semju ­ Men nú fáa vit at síggja. Vit vóna í hvussu er at vinna undir land við eini líkinda semju, áðrenn dagurin í dag er umliðin, sigur Jákup Sólstein. Herfyri frættist, at fólk í russisku umsitingini høvdu róð fram undir, at russar í framtíðini í størri og størri mun ynskja bara at fiska í egnum sjógvi og soleiðis ikki lata øðrum av sínum fiskiríkidømi í býti við annan fisk. ­ Nei, hetta hava vit einki merkt til, sigur Jákup Sólstein í stuttari viðmerking. - Ein trupulleikin kann vera, at vit hava minni at lata av svartkjafti, nú svartkjaftakvotan er minkað, sigur Jákup Sólstein, formaður í Føroyar Reiðarafelag Mynd: Vilmund Jacobsen - Í dag stava 45% av orkuni, sum SEV letur, úr varandi orkukeldum, vatni og vindi. Hetta er nakað, vit kunnu vera errin av, og hetta er eitt gott ískoyti til tað at “uppføra” seg pent sum heimsborgari. Men vit eiga at seta málið enn hægri, heldur Hákun Djurhuus Mynd: Vilmund Jacobsen