Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 5. mai 2001 3 gult3 cyan3 magenta3 svart3 2 Nr. 86 - 5. mai 2001 gult2 cyan2 magenta2 svart2 Mánadagin byrja fyrstu næmingarnir á nýggja almanna- og heilsuskúlanum í Suðuroy SKÚLASKAPUR Áki Bertholdsen Nú er loksins komið hartil, at tað er klárt hjá fyrstu næmingunum at byrja á nýggja almanna- og heilsu- skúlanum í Suðuroy. Skúlagongdin byrjar mánadagin og í tí samband- inum verður móttøka í hús- inum sama dag, har menta- málaráðharrin, Torbjørn Jacobsen, skúlastjórin, Bergljót Ihlen og skúl- leiðarin, Susanne Høgh Olesen, fara at siga nøkur orð um skúlan. Eftir móttøkuna, verður opið og veruliga skúla- gongdin byrjar so týsmorg- unin. Tey, sum byrja á skúlan- um nú, eru 20 heimahjálpir, sum skulu til uppskúlingar. Hetta er ein útbúgving uppá 26 vikur fyri fólk, sum hava verið heima- hjálpir í eina tíð, men sum ikki hava tað ástøðiligu úbúgvingina. Í útbúgving- ini eru mæmingarnir í starvsvenjing í gott helvtini av tíðini. Talan er um heimahjálpir úr øllum landinum. Søkjast skuldi ikki til hesa útbúgv- ingina, tí tað eru deildirnar innan heimarøktina í teim- um ymsu økjunum í landin- um, sum sjálvi senda heimahjálpir í skúla. Hesu- ferð eru fýra heimahjálpir úr Suðuroy í skúla, tvær úr Sandoy, fýra úr Tórshavn, fimm úr Eysturoy, tríggjar úr Vágum og Vestmanna og fýra úr Norðoyggjum á skeið. Byrja aftur í september Annars byrjar sjálv útbúgv- ingin til Almanna- og heilsuhjálpara triðja sep- tember. Hetta er ein út- búgving, sum varar í eitt ár, har tey eru í starvsvenjing ein partur av skúlatíðini. Stórur áhugi var fyri at sleppa inn á skúlan, tí tey fingu heilar 58 umsóknir. Umleið helvtin av umsøkj- arunum vóru úr Suðuroy og hin helvtin var úr landinum annars. Men tað sleppa bara 24 inn á skúlan. og av tí, at talan er um ein skúlafyri alt landið, eru næmingarnir sjálvsagt eisini úr øllum landinum. – Tað var sera trupult at taka dagar ímillum umsøkj- ararnar, tí teir vóru væl skikkaðir, men vit hava so latið teir frægast skikkaðu umsøkjarnar inn á skúlan. Treytin fyri at sleppa á skúlan, er, at umsøkjari antin hevur prógv úr 9. flokki, umframt arbeiðs- royndir, ella hevur 10 flokk. Men tað ber eisini til hjá øðrum at søkja enn teimum, sum ikki hava 9. flokk, men teir skulu so eisini hava aðrar fortreytir, eitt nú aðra skúlagongd og so verður í hvørjum ein- støkum føri mett um før- leikan at taka útbúgving- ina. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum tóku lut í stóru sorg okkara, tá elskaði sonur og lítli beiggi okkara Allan Sivanantham Jacobsen 1.10.1994–20.3.2001 so brádliga varð tikin heim til Harran. Takk fyri vitjanir, brøv og telefonsamrøður. Takk til Dánial á Dul Jacobsen og Poul Færø fyri troystarrík orð í kapellinum og í Zarepta. Takk til Annu Háberg fyri sangin, Regin Guttesen og Martin Simonsen fyri klaver- og orgulspæl. Takk fyri blómur, kransar og minnisgávur. Eisini takka vit hjartaliga samkomuni í Kedron fyri alla hjálp og øðrum, sum hjálptu til við ervinum. Anetta, Sri, Sitha og Alexandur Sum fostur sóu eygu tíni meg, og í bók tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin. Sálm.139,16 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri pápi okkara Tummas Enok Hansen Vestmanna doyði og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávu til kirkjuna og til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Børnini Fyrstu næmingarnir á skúlabonk Lesið -tað loysir seg Umboð fyri Klaksvík- ar kommunu hava verið á fundi í Odense fyri at tosa um, hvat vinarbýarsamstarvið skal brúkast til SAMSTARV Eyðun Klakstein Klaksvík: Fríggjadagin var fundur í Odense um vinar- býarsamstarvið, sum er millum Odense, Klaksvík og aðrar býir úr Norður- londum. Evni á fundinum var framtíðini hjá hesum sam- starvinum, og hvørjir møg- uleikar liggja í tí. – Vit hava góðar royndir á skúlaøkinum, tí har er nógv hent seinnu árini, men vit vilja hava meiri burturúr á øðrum økjum eisini, sigur Steinbjørn Jac- obsen, borgarstjóri í Klaks- vík. Saman við honum eru eisini John Færø, býráðs- skrivari, Jórun Høgnesen, formaður í mentanarnevnd- ini, og Asbjørn Lómaklett, skúlastjóri, við á fundinum. Samstarvið millum bý- irnar skal eftirmetast og kannast. – Vit skulu finna út av, um vit veruliga fáa nakað burtur úr samstarvinum, og hvussu vit skulu skipa tað framyvir, sigur Steinbjørn Jacobsen. Umboðini úr Klaksvík fóru av landinum hósmorg- unin, og tey verða aftur longu í dag. Klaksvíkingar á fundi í Odense Norðoya Tjóðveldis- felag heitir nú á hini politisku lokalfeløg- ini í Norðoyggjum um arbeiða saman um mál av felags áh- uga POLITIKKUR Eyðun Klakstein Klaksvík: Norðoya Tjóð- veldisfelag hevur nú tikið ítøkilig stig til, at politisku lokalfeløgini í Norðoyggj- um fara at samstarva. Í einum brævi, sum er sent øllum politisku feløg- unum í Norðoyggjum, leggur Norðoya Tjóðveld- isfelag upp til tvørpolitiskt samstarv á teimum økjum, sum eru serliga átrokandi fyri Norðoyggjar. – Mál sum Klaksvíkar Sjúkrahús, undirsjóvar- tunnil, eldrarøkt og KT- vinna eru eftir okkara tykki uppløgd evni at taka til við- gerðar tvør- og lokalpolit- iskt, sigur Norðoya Tjóð- veldisfelag. Uppskot um evni Norðoya Tjóðveldisfelag heitir á hini lokalfeløgini í Norðoyggjum um at koma við hugskotum um sam- starvsøki sum skjótast og innan 22. mai. Síðani ætlar tjóðveldis- felagið at kalla inn til ein felagsfund, har allar nevnd- irnar møta. – Tað er okkara vón og ynski, at feløgini, hóast tey eru ymisk, kunnu sam- starva Norðoyggjum at frama, sigur Norðoya Tjóð- veldisfelag. Vilja hava lokalfeløg at samstarva FØROYA BETONG SAGING Gerðisvegur • 620 Runavík • Tel. 447543 • Fax 448898 v/Hjaltur Tausen Sosialurin - 311820 VEGG SAGING Hurðar,vindeygu, veggir, garðar o.a. GÓLV SLÍPING GÓLV SAGING Rennir, keiøki, asfalt, upptøka og burturbeining o.a. HOL SAGING Frá Ø 24 mm. til Ø 450 mm. GÓLV FRESING Nýggj tænasta til allar havnir í Føroyum. Nú bora vit eisini hol í allar støddir av dekkum til fríhold. Í sambandi við at felagið Føroya MC skipar fyri MC-boggie-túri á motorsúkklu leygar- dagin og enda túrin á Super Dekk kl. 16.30, hava vit opið frá kl. 13.00, har vit sýna fram dekk og felgur. Eisini verður pylsuvognur, har høvi verður at keypa pylsur og annað at leska sær afturvið. Hoyvíksvegur 66 Tel. 314975 Vitjið felgu- og dekkframsýning okkara! YVIRLÝSING í sambandi við at samráðingarnar við Føroya Ar- beiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðsgevarafelag eru slitnaðar: Undirritaðu feløg skulu við hesum boða frá,at hóast partarnir so at siga als ikki hava tosað um sjálv lønarkrøvini,so avgjørdu arbeiðsgevararnir at slíta samráðingarfundin og boðsenda semingsstovninum. Fyri okkum er eingin ivi um,at hetta er tekin um,at arbeiðsgevararnir ikki hava áhuga í at royna at finna eina semingsloysn við sam- ráðingum millum partarnar,og vit meta ikki tað tænir nøkrum av pørtunum,at annar samráðingarparturin soleiðis kastar frá sær áðrenn verulig gongd er komin á lønarsamráðingarnar. Vit skulu í hesum sambandi vísa á,at tað er sera umráðandi,at limirnir í feløgum okkara neyvt fylgja galdandi sáttmála,eisini tá talan er um arbeiðstíðir,tí í einari støðu sum hesari,tá vandi er fyri arbeiðssteðgi,tá vísa royndir okkara,at ikki allir arbeiðsgevarar fult út halda galdandi arbeiðstíðir,hetta fyri at arbeiða undan rávøruna, áðrenn møguligur arbeiðssteðgur verður settur í verk. Tórshavn 01.05.2001 FØROYA ARBEIÐARAFELAG HAVNAR ARBEIÐSKVINNUFELAG