Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Urtagarðshugni í Dølum URTAGARÐSSØLA Jan Müller Eftir at hava staðið tómt og lívleyst nú í fleiri ár spírir og sprettir nú aftur í vakstr- arhúsinum í Dølum, nær- hendis Kirkjubø. Vakstrar- húsið, sum upprunaliga hoyrdi heima í Klaksvík, varð sett upp í Dølum í 1995, men higartil hevur so verið nærum øskukalt. Til urtagarðsfyritøkan “Hjálpi- rót” í Hoyvík, gjørdi avtalu við eigararnar um at leiga helvtina av tí 1200 fermetra stóra glashúsinum. Torben Schneider, sum stendur fyri Hjálpirót, dylur ikki fyri, at hann er sera spentur um hetta spildur- nýggja tiltak teirra, sum rætt og slætt er at lata upp sølu av plantum og blómum í einum sera sjáldsomum og hugnaligum umhvørvi. –Vit hava lagt stóran dent á at gera tað hugnaligt her úti, soleiðis at fólk kunnu kenna tað sum eru tey farin á eina lítla útferð. Tey fáa kaffi og køku og eitt urta- garðsprát og kunnu njóta vakra umhvørvi her, meðan tey kunnu hyggja eftir vøkru og vælangandi plant- unum. Har verða so eisini krukkur, mold o.a. at fáa. Tey hjá Hjálpirót, sum eru sera virkin og dugnalig, hava gjørt eitt lítið spring- vatn og ein hyl mitt inni í vakstrarhúsinum. Har eru so eisini fiskar og kanariu- fuglar. Vakstrarhúsið liggur so eisini í einum sera vøkr- um umhvørvi, ein vakur náttúrublettur millum báðar tær sermerktu bygdirnar Velbastað og Kirkjubø. Í fyrstu atløgu fara tey bara at selja plantur og blómur, sum koma aðra- staðni frá tvs. frá Skógrøkt Landsins og vakstrarhúsun- um í Sandavági og á Tvør- oyri. Nakað verður so inn- flutt úr Danmark eisini. Í løtuni er eingin hiti í vakstrarhúsunum, so tað er avmarkað, hvat ber til at hava í húsinum. Men ætlan- in er seinni at fara undir ymsa framleiðslu har eisini við t.d. tomatum og agurk- um. Latið verður upp í dag Latið verður fyri fyrstu ferð upp leygardagin klokkan 10. Opið verður til klokkan 18. Soleiðis verður hvønn gerandisdag, meðan tað sunnu- og halgidagar verð- ur opið frá 14 til 18. Tað verður Lív Petersen, sum er útbúgvin plantu- skúlagartnari, ið fer at standa fyri nýggja tiltakin- um. Hon hevur áður arbeitt hjá Hjálpirót og hevur ann- ars staðið á odda fyri einum urtagarðssenturi í Dan- mark. Lív sær hetta sum eina stóra avbjóðing og vónar, at tiltakið fer at fáa undirtøku. Hon fer at gera sítt til, at fólk, sum leggja sær leiðina til hetta vakra plássið nærhendis Gomlu- rætt, fara at kenna seg væl. Torben Schneider, sum ikki er bangin fyri at fáa mold undir neglirnar og sum hevur verið við til at skapa lív og hugna í mong- um urtagørðum í Havn ser- stakliga, fer nú at fylgja væl við, hvussu hilnast. Vísir tað seg, at hetta er eitt skilagott og lønandi tiltak, útilokar hann ikki, at tey seinni í ár kunnu fara undir veruliga framleiðslu og tá taka støðu til, um tey kanska eisini kunnu keypa húsið. Eisini eru møguleik- ar fyri taka part av lendin- um uttan fyri húsini uppí eina framtíðar framleiðslu. Hjálpirót varð stovnað í 1987 og hava fólkini hjá fyritøkuniarbeitt sum anl- eggsgartnarar ymsa staðni í landinum. Nú vakstrarhús- ið er komið inn í myndina kann man siga, at ringurin er endaður. Tað er tí við stórum spenningi, at Torb- en fer at fylgja við hesi verkætlanini. Sjálvir hava teir eisini brúk fyri plantum í sínum anleggsarbeiði, so talan kann blíva um eina skilagóða íløgu. Hesa tíðina á árinum arb- eiða eini 12 fólk hjá Hjálpi- rót, um veturin er minni at gera, og tá er arbeiði til eini fimm fólk. Torben Schneider, Lív Petersen og Andrass Olsen, sum øll arbeiða hjá Hjálpirót. Her eru tey í tí hugnaliga umhvørvinum í vakstrarhúsinum. Mynd Jan Müller Nr. 86 - 5. mai 2001 5 gult5 cyan5 magenta5 svart5 4 Nr. 86 - 5. mai 2001 gult4 cyan4 magenta4 svart4 Lýsing eftir verkætlanum Vinnumálastýrið lýsir eftir verkætlanum til nýstovnaða KT-Klekingardepilin. Endamálið við klekingardeplinum er at skapa serligar karmar fyri menning av nýggjum KT-fyritøkum við at geva teimum virkisligar karmar og lætta teimum um atgongdina til fígging og ráðgeving í byrjanartíðini,tvs.í fyrstu stigunum í verkætl- anartilgongdini,við tí máli at handilsgera teirra tøkniligu menningarhugskot. Málbólkurin er íverksetarar, sum ynskja at stovna egið virki fyri at handilsgera hugskot um nýskapandi kunningartøkniligar vørur ella tænastur. Depilin er skipaður undir leiðslu av einum stýri, sum m.a. tekur støðu til umsóknir. Depilin húsast á Menningarstovuni, men er møguleiki fyri, at verkætlanir eisini vera hýstar aðrastaðni í Føroyum samskipaðar undir deplinum á Menningarstovuni. Depilin veitir: • Ráðgeving til verkætlanirnar í KT-klekingardeplinum • Samskipan av átøkum yvirfyri íleggjarum, framtaksfeløgum og fíggingarstovnum • Skrivstovuhjálp og umsitingarligar tænastur, bókhald og løgfrøðiliga ráðgeving Krøv til verkætlanir: Til verkætlanir, sum skulu setast í verk undir KT- Klekingardeplinum, eru m.a. hesi krøv: • Nýskapandi KT-hugskot, ið kunna mennast til vørur ella tænastur til úflutnings. • Verkætlanin skal tá hon er komin í depilin verða skipað í serstakari løgfrøðiligari eind, t.d. í einstaklingavirki ella smápartafelag.Tað er ikki ein treyt, at ein fyritøka longu er stovnað, ella at ein liðug vøra/tænasta fyri- liggur. Hvør verkætlan kann verða húsað í deplinum í mesta lagi í 2 ár. Umsókn/hugskotslýsing: KT-Klekingardepilin viðgerð umsóknir leypandi. Í sambandi við hesa lýsing fer depilin tó at viðgera umsóknir/hugskotslýsingar, innkomnar áðrenn 21. mai 2001, undir einum. Kravið til umsóknina er, í fyrsta umfari bert at hugskotið er væl lýst (1-2 síður). Tey hugskot ið depilin metir hava ein burðardyggan møguleika, fáa hjálp til uppsetan av fullfíggjaðari virkisætlan við fíggjarætlan fyri tíðarskeiðið hjá verkætlanini í deplinum, sum síðani verður løgd fyri stýrið fyri KT-klekingar- deplinum til støðugtakan Umsóknir skulu sendast til: KT-Klekingardepilin * Bryggjubakki 12 * 100 Tórshavn.Nærri upplýsingar kunna fáast frá depilssamskipara,Símun Hammer á tlf. 449591, e-mail: konsult@konsult.fo. Reglugerðin fyri depilin er at finna á heimasíðuni hjá Menningarstovuni www.trade.fo. KT-klekingardepilin Klaksvíkar kommuna heldur seg hava funn- ið fram til fleiri møg- uleikar fyri at fáa meiri pláss fram við vágni PLÁSSTROT Eyðun Klakstein Klaksvík: Tekniska nevnd hjá Klaksvíkar kommunu hevur tikið stig til at kanna alt økið fram við vágni fyri at bøta um trupulleikarnar við plássi. Í blaðnum í gjár greiddu vit frá, at bingjur nú verða settar í miðbýnum, tí pláss- trot er á vestara havnalagi. – Vit hava júst havt ein fund, har vit hava gjøgnum- gingið øll umráðini við vágna, og vit hava funnið fram til fleiri áhugaverdar møguleikar fyri at fáa meiri pláss, sigur Steinbjørn Jac- obsen, borgarstjóri í Klaks- vík. Hann gjørdi í blaðnum í gjár greitt, at miðbýurin skal ikki brúkast sum bingjupláss. Fylla út vestaru megin Málið um plásstrot á havn- alagnum í Klaksvík hevur fleiri ferðir verið viðgjørt í býráðnum, og fleiri hug- skot hava verið frammi um at loysa málið. Býráðið hevur avgjørt at halda fram við at fylla út í Ánunum, har nýggj góðs- havn er við at taka skap, men tað hevur eisini verið skotið upp, at vestara havn- aøkið verður víðkað við út- byggja tað norðureftir. Nýggjasta hugskotið, tá talan er um vestara havna- lag, er at fylla krókin sunn- anfyri Northern Fish Cold Storage út. – Hesir krókurin verður sum er ikki brúktur til nak- að skilagott, og tí er tað helst gott hugskot at fylla hann út. Vit høvdu fingið eitt gott kaiøki burtur úr tí, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík. Kanna økini framvið vágni Klaksvíkar kommuna roynir at fáa bilbukt við plásstrotinum á havnalagnum, og nýggjasta hugskotið er at fylla krókin sunn- anfyri frystihúsið Northern Fish Cold Storage út Strandferðslan fer at gera avtalu um at leiga Norrønu røkja Suðuroyarsiglingina, ímeðan Smyril er í dokk. Siglingin byrjar mánadagin SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Strandferðslan fer nú at gera avtalu við Smyril Line um at leiga Norrønu til at røkja suðuroyarsiglingina ímeðan Smyril er í dokk. Væntandi verður Smyril ikki í dokk í meiri enn tríggjar dagar og ætlanin er at leiga Norrønu til suður- oyarsiglingina í tríggjar dagar. Byrjað verður longu mánadagin og á Internetin- um sigur Strandferðslan, at Norrøna siglur væntandi fyrsta túrin av Havnini, suður á Tvøroyri mánadag- in kl. 12. Seinastu tíðina hevur tað verið rættiliga trupult hjá Strandferðsluni at fáa kab- alina at ganga upp. Á ymsum farleiðum hev- ur rutusamsbandið verið óregluligt við tað, at ferjur og skip skulu í dokk. Í hes- um sambandi hevur dokk- ingararbeiðið uppá Dúgv- una verið nógv meira um- fatandi orsaka av einum størri motorskaða. Strandferðslan leigaði tí eina avloysararferju frá Est- landi fyri Dúgvuna. Ætlan- in var, at tá ið Dúgvan var afturkomin, skuldi hon set- ast í sigling um Suðuroyar- fjørð, meðan Smyril er í dokk. – Trupulleikin at seta ferjuna í sigling um Suður- oyarfjørð er, at Estlendska ferjan hevur ikki møguleika á dekkinum at surra last- vognar, og talan er um eitt umfatandi arbeiðið at sveisa festir í akfarsdekkið. – Tí hevur Strandferðslan kannað aðrar loysnir fyri Suðuroyarfarleiðina og fara í staðin at gera avtalu við Smyril Line um at leiga Norrønu í 3 dagar. Hetta hevur við sær, at Scania kann fara avstað aftur úr Føroyum longu tann 9. mei, tá Dúgvan verður liðug. Norrøna fer at sigla so vítt gjørligt eftir galdandi ferðaætlan, sum er lýst undir Broytingum. Fyrsti túrurin hjá Norrønu verður av Havini, mánadagin 7. mei, kl. 12:00 og seinastu túrurin av Tvøroyri, hós- dagin 10. mei, kl. 06:00. Strandferðslan roknar við, at tá ið mei mánaði er farin afturum, kemur sigl- ingin á ymsu farleiðunum í eina tryggari legu og at ferjur og skip eru vónandi eftir dokkingarnar væl fyri at fara undir øktu siglingina í summar. Norrøna skal sigla fyri Smyril