leygardagur 5. mai 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 5. mai 2001
7
gult7 cyan7 magenta7 svart7
6
Nr. 86 - 5. mai 2001
gult6 cyan6 magenta6 svart6
Tað, sum av fjølmiðl-
unum varð kallað
»útjaðarasamgongan«
var eitt fruktargott
samstarv millum
tingfólk úr útjaðaran-
um. Tað skoraði
undir álitini um økis-
menning og útoyggj-
ar, heldur Jógvan við
Keldu. Tí ætlar hann
at kalla fólk saman
aftur komandi
tingsetu fyri at føra
verkið víðari
ØKISMENNING
John Johannessen
Tingfólk mugu vera samd
um ein felags økismenn-
ingarpolitikk í staðin fyri
hvør í sínum lag at draga til
sítt øki.
Hetta heldur Jógvan við
Keldu, sum er valdur ting-
maður fyri Fólkaflokkin í
Norðoyggjum.
Tí heldur Jógvan við
Keldu tað vera eitt gott
hugskot, um tingfólk úr
útjaðaranum hittast aftur í tí
forum, sum av fjølmiðlun-
um varð kallað »útjaðara-
samgongan«, sum av mið-
staðarpolitikarum
varð
kallað »skuggating«, og
sum fekk átalu frá tingfor-
manninum.
Sokallaða »útjaðarasam-
gongan« var eitt tiltak, sum
Jógvan við Keldu tók stig
til. Talan var um nakrar
fundir millum tingfólk í
útjaðaranum, har hesi tos-
aðu um ymisku trupulleik-
arnir í útjaðaraøkjunum og
royndu at koma við boðum
uppá, hvussu hesir kundu
loysast.
Ikki ímóti Havnini
Hóast
hørðu
átalurnar
fyrraárið, heldur Jógvan
við Keldu tað framvegis
vera neyðugt, at tingfólk úr
økjunum hittast, fyri at føra
nøkur av tilmælunum í
álitunum báðum út í verki.
– Orsøkin til, at alt endar
í miðstaðarøkinum er, at tá
ein nýggjur stovnur verður
settur á stovn, peningur
skal býtast út til vegagerð
ella okkurt líkandi, fara
tingfólkini úr útjaðaraøkj-
unum altíð at togast um, í
hvørjum øki, stovnurin ella
asfaltið skal liggja, og so
endar alt í Havn ella aðra-
staðni í miðstaðarøkinum.
–Tað eru tí ikki politik-
ararnir í Havn, ið hava
skuldina av miðsavningini,
men politikararnir í útjað-
aranum, staðfestir Jógvan
við Keldu.
Tí heldur hann tað vera
neyðugt, at útjaðaratingfólk
hittast at viðgera og avtala
eitt býti millum økini, so
øll økismenning ikki dettur
á gólvið av berari kapping
millum økini.
– Men fólk mugu gera
sær greitt, at eg ætli ikki, at
vit skulu hittast fyri at
leggja ráð móti Havnini.
Vit skulu hittast fyri at
menna útjaðaran, staðfestir
Jógvan við Keldu.
Men kortini vísir Jógvan
við Keldu í sama sambandi
á, at Havnin ikki ber alt
trýstið, sum er á hana í løt-
uni, og sum økir kostnaðar-
støðið í samfelagnum. Tí
verður tað gott fyri báðar
partar, um trýstið minkar á
Havnina, samstundis sum
stuðlað verður upp undir
útjaðaran.
Álitini ikki nóg mikið
Tingmaðurin úr Klaksvík
fegnast
um
bæði
økismenningarálitið
og
útoyggjaálitið. Men hann
heldur kortini ikki, at
útjaðarin er bjargaður, nú
álitini eru gjørd.
– Tað, sum vit nú mugu
gera, er at arbeiða víðari frá
álitunum. Eg eri ikki samd-
ur við øllum tilmælunum í
álitunum báðum. Men tað
ger einki. Tí tað er nú, at vit
skulu seta okkum saman og
viðgera ymisku tilmælini
og finna loysnir, sigur
Jógvan við Keldu.
Jógvan við Keldur held-
ur, at serliga nøkur av til-
mælunum í útoyggjaálitin-
um eru heldur víðgongd. Í
hansara verð loysir tað
ongar trupulleikar, um ein
ítróttarhøll verður bygd í
Fugloy, eins og álitið mælir
til.
Tingmaðurin úr Klaksvík
heldur, at frægasta loysnin
fyri útoyggjarnar er at
skapa karmar fyri ferða-
vinnu í oyggjunum, seta
fólk í fast starv úti á oyggj-
unum at taka sær av hesum,
og síðani skulu ferðafólk
gjalda fyri at koma í oynna.
Í hesum sambandi spyrja
vit Jógvan við Keldu, um
vandi ikki er fyri, at fólk í
útoyggjunum av hesum fara
at kenna seg sum djór í
einum djóragarði, har fólk
rinda pening, fyri at koma
at síggja tey.
Men tað heldur hann
ikki. Eftir hansara fatan,
eigur tað at vera sjálvsagt,
at tey, sum koma út í
útoyggjarnar at njóta og
nýta náttúruna, gjalda fyri
hetta.
Nyttar ikki við
landsstýrismanni
Í sambandi við kjakið um
økismenning hevur Jóannes
Eidesgaard skotið upp, at
vit fáa ein landsstýrismann
í innanlandsmálum, ið burt-
urav skal taka sær av at
menna útjaðaran og annars
taka sær av kommunu-
málum.
Løgmaður hevur eisini í
sambandi við aðalorða-
skiftið um útoyggjaálitið
skotið upp nakað líknandi.
Løgmaður heldur, at eitt
fólk eigur at verða sett í
starv á Løgmansskrivstov-
uni, ið burturav skal taka
sær av útjaðaramenning.
Men Jógvan við Keldu
ivast í, um hetta er rætta
loysnin.
– Tað nyttar ikki bara at
seta ein landsstýrismann
ella eitt fólk í Havn. Vit
mugu hava fólk í sjálvum
útjaðaranum
umframt
útjaðarapolitikarar at taka
sær av útjaðaramenningini.
Tí er tað rætt at savna
saman aftur tingfólk úr
útjaðaranum, sigur Jógvan
við Keldu.
Útjaðaratingfólk mugu finna saman
Neyðugt er, at tingfólk úr útjaðaranum finna saman at avtala eitt býti millum ymisku økini, um útjaðarin skal mennast. Tað
heldur Jógvan við Keldu, sum er valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Norðoyggjum
Fríggjadagin vórðu
allar 3200 hønurnar í
høsnarhúsinum á
Velbastað avtiknar, og
um ein mánað verður
nýtt lið av hønum sett
við. Í juli verður farið
undir at útbyggja
høsnarhúsið, so fram-
leiðsla kann vera alt
árið
HØSNARHÚS
Stefan í Skorini
Føroyskir brúkarar fara ikki
at hava møguleika at keypa
føroysk egg, ið eru fram-
leidd á Velbastað, í einar
tveir mánaðir. Orsøkin er
hon, at allar hønurnar verða
avtiknar, tí tær verpa ikki
so støðugt longur, og tí er
tørvur á nýggjum og frísk-
um hønum.
Egg av Velbastað verða
aftur á marknaðinum um
hálvan juli, tá nýggju høn-
urnar eru farnar at verpa
egg til okkum føroyingar.
Um sama mundið verður
farið undir annað byggistig
í
høsnarhúsinum,
sum
væntandi verður liðugt
einaferð fyrst í komandi
ári. Tá verður støðug fram-
leiðsla á høsnarhúsinum, tí
tá ber til at hava tvey lið av
hønum í senn. Tá tað eina
liðið verður tikið av, verpur
hitt liðið uppá tað mesta.
Soleiðis verður útboðið hjá
Føroya eggi støðugari.
7000 hønur
Nú hevur Føroya egg bara
eitt lið av hønum, og tí kann
framleiðslan ikki vera so
støðug. Tá útbyggingin er
liðug, verður eitt lið afturat
sett við.
Annfinn Brekkstein, eig-
ari av Føroya eggi, sigur, at
11. juni verða 3200 hønur
settar við, og tá annað
byggistig er liðugt verður
eitt annað lið við 3800 høn-
um sett við. Tá verða eini
7000 hønur tilsamans í
høsnarhúsinum á Velba-
stað.
Annfinn
Brekkstein
væntar, at allar 7000 høn-
urnar fara at verpa nærum 2
milliónir egg um árið.
Hann heldur tað sam-
stundis vera týdningarmik-
ið at kunna hava eina javna
framleiðslu, so at egg av
Velbastað kunnu vera á
marknaðinum allatíðina.
Sum nú er hevur Føroya
egg eini 10-12% av tí før-
oyska marknaðinum, og
hesin markaðarpartur skal
økjast, heldur Annfinn. Nú
verða eini 7 milliónir egg
innflutt til Føroya um árið.
– Eg eri sera nøgdur við
gongdina higartil, og tað
hevur gingið eftir ætlan. Vit
hava havt stóran avsetning,
og tað hevur eydnast at fáa
góða góðsku á eggunum,
sigur Annfinn Brekkstein.
Eiga at framleiða í
Føroyum
Nú Annfinn Brekkstein
miðar eftir at fáa ein størri
part av marknaðinum, legg-
ur hann dent á, at vit í Før-
oyum eiga at framleiða ein
størri part av slíkum vør-
um.
– Vit innflyta ov nógv til
landið sum nú er. Um for-
treytirnar eru í lagi, og
landið er eitt sindur við, so
ber til at framleiða nógv
fleiri vørur her í Føroyum,
sigur Annfinn Brekkstein.
Í samband við at Havnar-
kórið fyllir 35 ár, fer kórið
út á bygdir at framføra eina
jubileumsskrá.
Nú sunnukvøldið fer kór-
ið at hava konsert í Hald-
arsvíkar kirkju. Skráin er
samandráttur av tí sum kór-
ið hevur arbeitt við øll hesi
35 árini. Konsertin í annað-
kvøld byrjar kl. 20.00.
Árliga kórstevnan verður í
ár hildin í Vestmanna í
Kristi Himmalferðarviku-
skiftinum.
Høvuðskór-
leiðari verður Seppo Murto
úr Finnlandi.
Høvuðsverkið verður Te
Deum eftir finska tóna-
skaldið Kaj-Erik Gustafs-
son. Eisini varða sungnir
bæði føroyskir og útlendsk-
ir kórsangir. Fyri at lætta
um arbeiðið á stevnuni
skipar Kórsamband Føroya
fyri venjingum framman-
undan.
Sunnudagin
verður
seinna forvenjingin á fel-
agsskúlanum á Oyrabakka
frá klokkan 14.30 til 17.30.
Hønurnar á Velbastað eru avtiknar
Annfinn Brekkstein við einari av teimum 3200 hønunum, sum vórðu avtiknar fríggjadagin
seinnapart. Um miðan juli verða egg aftur at fáa frá høsnarhúsinum á Velbastað
Havnarkórið konsert í
Haldarsvíkar kirkju
Forvenjing til kórstevnu
Scania P93 til sølu
Árg. 1991.Við nýggjari lift. Hevur isoleraðan kassa (Norfig),
og er í góðum standi.
Tlf. 314728