mikudagur 28. november 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 231 - 28. november 2007
Úrslitið av fiskiveiði
samráðingunum
millum føroyingar
og russar, sum
vóru mánadagin og
týsdagin, varð ein
skerjing í avtaluni sum
kemst av, at føroyska
svartkjaftakvotan
er so nógv minkað
seinastu tvey árini
FISKIVEIÐIAVTALA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað lá alla tíðina í luftini, at
støðið á fiskiveiðiavtaluni
millum føroyingar og russar
fór at liggja lægri fyri kom
andi ár enn framman undan.
Og tað sermerkti eisini
samráðingarnar
hesaferð,
at føroyska svartkjaftakvot
an er minkað 40% seinastu
tvey árini, umframt at makr
elkvotan lækkaði 10% í ár.
Og tá føroyskur svartkjaftur
er beinleiðis grundarlagið
undir avtaluni við russar,
mátti hetta ávirka.
Úrslitið gjørdist tískil, at
svartkjaftakvotan hjá russum
í føroyskum sjógvi minkaði
20.000 tons, úr 140.000
tonsum niður í 120.000 tons.
Semja var kortini um at
varðveita makrelkvotuna á
verandi 8.700 tonsum.
Afturfyri hetta fáa føroy
ingar tosk í russiskum
sjógvi. Kvotan fyri síðsta ár
var 11.000 tons, men orsak
að av skerjingunum í svart
kjaftinum minkaði toska
kvotan við 700 tonsum,
niður í 10.300 tons fyri
komandi ár. Hinvegin er
hjáveiðan av botnfiski hjá
føroyskum skipum í russ
iskum sjógvi hækkað úr 5%
upp í 10%.
Sum longu nevnt var
framman undan væntandi,
at støðið á avtaluni fór at
minka, og tí kom tað heldur
ikki óvæntað á hjá vinnuni
í Føroyum.
Sjálvandi hevur hendan
skerjingin nógv at siga fyri
tey skip, sum fiska í Barents
havinum, men politiski boð
skapurin til hesar samráð
ingarnar var, at svartkjaft
urin til russar skuldi niður,
og hetta gjørdist so úrslitið,
segði Jákup Sólstein, for
maður í Reiðarafelagnum,
við Rás2, tá samráðingarar
vóru lidnar.
Spurdur, um hetta ikki
kann fáa álvarsligar avleið
ingar fyri skipini í Barents
havinum, segði Jákup Sól
stein við Rás2:
Jú, um hetta verður
politiski boðskapurin, sum
vit senda russum frameftir,
so fer tað at føra munandi
skerjingar við sær. Men
hetta er so ein politiskur
spurningur, sum vinnan má
taka upp innanhýsis.
Fyri fyrstu ferð hava
russar latið heið
ursmerki til danskar
statsborgarar og fyri
tøkur, sum hava havt
serliga stóran týdning
fyri samstarvið við
Russland. Av teimum
sjey, sum fingu heiðurs
merki, var Árni Dam
annar
HEIÐURSMERKI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í ár eru liðin 30 ár síðani fiski
veiðisamstarvið
millum
Russland og Føroyar byrjaði.
Hetta merkti eisini samráð
ingarnar hesaferð, sjálvt um
viðurskiftini gjørdu, at neyð
ugt varð at lækka støðið í
avtaluni
millum
londini
bæði.
Ein teirra, sum øll árini
hevur verið við uttan um
sjálvar samráðingarnar, uttan
tó at luttaka beinleiðis, er
Árni Dam. Hann hevur í
skjótt 40 ár umboðað russisk
skip og manningar, seinastu
árini gjøgnum egna umboðs
felag sítt, Faroe Agency.
Eg fór í land av skipafel
agsskipunum og inn á skriv
stovuna í september 1974,
og byrjaði beinanvegin at
takast við umboðan av russ
iskum skipum. Og frá 1978
havi eg fingist burturav við
hetta, greiðir Árni Dam frá.
Tað var annars beint eftir
kríggið, heilt nágreiniliga
27. juni 1947, at Skipa
felagið varð peikað út sum
russiskt umboð í Føroyum.
Tað var um ta tíðina, at
føroyingar fóru at selja sild
til Russlands, og tí var eyð
vitað størri brúk fyri góðum
sambandi tann vegin, sigur
Árni Dam.
Hann sigur, at føroyingar
sanniliga standa høgt í
metum í Moskva, men at
russar samstundis eru eitt
framúr fitt fólkaslag.
Fegnir um jólapakkar
Eitt, sum Árni Dam í mong
Harrans ár hevur tikið sær
av, er at býta jólapakkar út
til russisku skipini her um
leiðir.
Hetta er nakað, sum
russisku sjómenninir eru
ótrúliga glaðir um, og eisini
nakað, sum lagt verður til
merkis á hægsta stigi heima
í Moskva, sigur Árni Dam.
Tað er ikki talan um nakra
skipaða innsavnan sum so,
men tað eru fleiri persónar
og bólkar, sum lata Árna
Dam pakkar, sum hann síð
ani avgreiðir víðari. Og russ
iski umboðsmaðurin undir
strikar, at hann ógvuliga feg
in tekur ímóti pakkum,
skuldu fólk havt hug at latið.
Og at russar seta prís á
millum annað hetta, fekk
Árni Dam og restin av familj
uni at sanna, tá tey í summar
vóru í Danmark á veg suður
eftir at halda frí.
Tá vórðu vit biðin um at
koma á samkomu við russ
ar. Vit vórðu enntá biðin
um at koma ein tíma undan
hinum. Tá kom Yuri Piskar
in, sum var samráðingar
leiðari nú Føroyar og Russ
land endurnýggjaðu fiski
veiðiavtaluna, við einum 11
ára gomlum Sosiali at vísa
okkum. Har varð eisini
tosað um jólapakkar, sigur
Árni Dam.
Hann harmast annars um,
at tað ikki enn hevur eydn
ast at fáa handilssáttmálan
við russar endaliga upp á
pláss, tí hann ivast onga
løtu í, at føroyingar við ein
um slíkum sáttmála kundu
spart í hundratúsundavís av
krónum upp á serliga olju
og timbur. Men enn mugu
vit brynjað okkum við toli í
so máta.
Russar sjálvir hava ímeð
an sýnt Árna Dam sum
einum út av sjey persónum
og fyritøkum serligan heið
ur við heiðursmerki sum
tøkk fyri serligan innsats,
fyri fremjan av samstarvi
landanna millum.
Árni Dam stóran
russiskan heiður
700 tons færri av toski
Samlaðu føroysku og russisku
samráðingarnevndirnar
avmyndaðar uttanfyri Faroe
Agency, eftir at Árni Dam
hevði boðið til smyrjibreyð
undir samráðingunum
Mynd: Jens Kristian Vang
Árni Dam er ein út av sjey
persónum og fyritøkum
í danska ríkinum, sum
kann prýða seg við serliga
heiðursmerkinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Feløg vita onki um útlendingalóg
Seinastu dagarnar er ført fram í fjølmiðlunum, at fundur hevur verið við arbeiðarafeløgini
um útlendingalógina, og at Heðin Zachariassen landsstýrismaður í innlendismálum aftaná
sigur seg hava góðar vónir um, at málið verður loyst. Hesa útlegging siga Havnar Arbeiðs
kvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, seg onki
kenna til. Vit fingu lógaruppskotið til ummælis og sendu svar aftur til Innlendismála
ráðið. Síðan hava hvørki vit ella umboð okkara í arbeiðsmarknaðarráðnum hoyrt nakað frá
Innlendismálaráðnum, siga feløgini. Tey heita á landstýrisráðini, løgtingsnevndir og politik
arar um, at tá ætlanin er at hoyra arbeiðarafeløg um ymiskt, at minnast til tey, sum umboða
á leið helvtina av arbeiðsfólkunum í landinum.