Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 231 - 28. november 2007 Politikarar skilja leirvíkingar - Men tað kemur ikki upp á tal, at teir sleppa at steingja Norðoyatunnilin, eru politikarar samdir um NorðoyatuNNiliN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað kann ikki koma upp á tal, at leirvíkingar sleppa at steingja Norðoyatunnilin. Tað staðfestir Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum eisini hevur evstu politisku ábyrgdina av tunlunum. Bygdaráðið í Leirvík hev- ur fyribils noktað at leingja fyribils loyvið til at lata bilar sleppa at koyra ígjøgn- um Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin. Loyvið gongur út á nýggj- árinum og Leirvíkar Bygd- arráð hevur noktað at leingja loyvið og vil ikki taka málið upp aftur, fyrr- enn Løgtingið hevur sam- tykt eina endaliga loysn á vegaføringini í Leirvík í sambandi við tunnilin. Skilja væl leirvíkíngar Hetta hevur loypt hvøkk á politisku skipanina. Ein fyrispurningur til fleiri politikarar í gjár av- dúkar, at teir skilja væl, at leirvíkingar hava mist tolið, tí hóast tosað hevur verið um tað í sjey ár, er enn ongin loysn funnin á vega- føringini í sambandi við Norðoyatunnilin. Men politikarar eru eisini á einum máli um, at tað kann undir ongum umstøð- um góðtakast, at leirvíking- ar sleppa at seta tiltøk í verk, sum í veruleikanum førir við sær, at tunnilin verður stongdur. Hesum er landsstýrismað- urin á økinum, Bjarni Djur- holm fullsamdur í. - Tað ber slett ikki til, at tunnilin verður stongdur, staðfestir hann. Hann sigur, at ber onki annað til, hevur landsstýrið tríggjar møguleikar. Ein máti kann vera at klaga avgerðina hjá bygdaráðnum fyri innlendismálaráðnum, men tað kann taka drúgva tíð at viðgera eina slíka kæru. Ein annar møguleiki er at fáa Løgtingið at samtykkja eina lóg, sum noktar leir- víkingum at steingja tunni- lin, men eisini tað skal ganga skjótt fyri seg. Og ber onki annað til, kann landsstýrið í ringasta føri heita á rættin um at seta leirvíkingum fútaforboð ímóti at steingja vegin. Men Bjarni Djurholm sig- ur, at fyrst má politiski myndugleikin gera alt, sum stendur í síni makt at loysa málið við góðum. - Vit mugu beinanvegin taka upp samband við Leir- víkar Bygdarráð fyri at vita akkurát, hvussu málið ligg- ur og, hvørjar treytirnar eru fyri at leingja fyribils loyvið til at binda í vegin í Leir- vík. - So mugu vit taka upp samráðingar við bygdaráð- ið og vit mugu finna eina loysn, tí tað má undir ongum umstøðum koma hartil, at tað ikki verður koyrandi ígjøgnum tunni- lin. Hann bæði væntar og vón- ar, at samráðingar fara at føra eina loysn. Kunnu byrja skjótt Annars vísir Bjarni Djur- holm á, at Løgtingið hevur longu samtykt at gera veg niðri í bygdini og hann verð- ur gjørdur næsta ár, segði Bjarni Djurholm fyri Rás 2 í gjár. - Vil Leirvíkar Bygdaráð hava eina skjóta loysn, er bara at lata Landsverk sleppa ígongd, legði hann afturat. Vegurin ígjøgnum Leir- vík hevur annars verið eitt fløkt mál. Einaferð ætlaði landsstýrið at gera vegin omanfyri bygdina, men tað var ongin undirtøka fyri tí, sigur Bjarni Djurholm. So gjørdi politiski myndugleik- in bygdaráðnum í Leir- víkingum eftir vild og samtykti at gera ein veg niðri í bygdini. Men nú hevur bygdaráðið broytt støðu og vil nú hava veg omanfyri bygdina. Bjarni Djurholm staðfest- ir, at løgtingið samtykkir ta loysn, sum tað vil, men sjálvur heldur hann, at veg- urin ígjøgnum bygdina, sum ætlanin er at fara undir, er tann frægasta loysnin, segði hann við Rás 2 seinna- partin í gjár. Stjórin í vinnuhús- unum seinastu 10 árini, verður nú stjóri í FT Samskifti, sum er dóttirfelag hjá Føroya Tele StarvSSetaN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nevndin í FT Samskifti hevur sett Jan Mortensen sum stjóra í FT Samskifti frá 1. januar 2008. FT Samskifti hevur um hendi menning, sølu markn- aðarføring av tænastum hjá Føroya Tele. Jan Mortensen er 49 ár og hevur verið stjóri í Vinnu- húsinum seinastu 10 árini og Undan tí var hann stjóri í Ferðaráðnum í fýra og eitt hálvt ár. Hann er sivilverkfrøðing- ur og eftir lokna útbúgving var hann management- ráðgevari hjá ráðgevandi fyritøkuni Peter Matthiesen í Keypmannahavn í sjey ár. Hann hevur umboðað Arbeiðsgevarafelagið í ymsum nevndum. Eitt nú hevur hann sitið í nevndini fyri ALS í 10 ár. Jan Mortensen verður sum stjóri í FT-samskifti limur í samtaksleiðsluni í Føroya Tele, har Kristian Davidsen er samtaksstjóri. Jan Mortensen sigur við Rás 2 og Sosialin, at Føroya Tele er ein av fyritøkinum, sum kann gera mun í føroyska samfelagnum. - Eg havi fingið eitt starv, har eg kann gera mun, og kann Føroya Tele fáa succes bæði í Føroyum og uttan- lands, so fær hetta týdning fyri alt tað føroyska vinnu- lívið. Tí havi eg fingið eitt sera sera spennandi starv, sigur Jan Mortensen. 17 umsóknir vóru til stjórastarvið í FT Samskifti. 200 mammur hittast í Havn Veitsluhøllin á Landssjúkrahúsinum verður í morgin karmur um Føroya størsta mammubólk, Tá fara einar 200 mammur at viðgera evni, sum hava stóran týdning fyri barnafamiljur. Hetta er fyrsta og helst eisini størsta tiltak av sínum slag í Føroyum, tí valla nakrantíð áður hevur ein mammubólkur á 200 mammur verið savnaður á einum staði. Tær siga, at pápar sjálvandi eisini eru vælkomnir, um teir hava møguleika at koma við. Á skránni hjá Føroya størsta mammubólki eru trý kjakevni. Marjun av Steinum og Jóngerð Poulsen, heilsufrøðingar, fara at tosa um, hvørt børn skulu hava mørk ella ikki. Eisini koma tær við nøkrum sjónarmiðum um, hvussu sjálvsvirðið hjá børnum kann mennast. At enda fer journalisturin Bjørt Samuelsen at siga sína hugsan um og royndir við barnsburðarfarloyvi í Føroyum og uttanlands. Kjak verður um tey trý evnini. Finst ongin loysn við samráðingum, er landsstýrismaðurin í vinnumálum í allar ringasta føri til reiðar at senda løgregluna eftir leirvíkingum, tí vegurin til Norðoyatunnilin hvørki kann ella skal steingjast, sigur Bjarni Djurholm Jan nýggjur stjóri hjá Føroya Tele Jólasøla á Vón Eins og undanfarin ár ber til at finna eitthvørt tinganest ella prýði á varda verkstaðnum Vón á Argjum fram til jóla. Tað eru brúkarar stovnsins, sum framleiða vørurnar gjøgnum árið. Jólasølan á Verkstaðnum Vón verður 28. - 29. november klokkan 14-19 báðar dagarnar. Stutt eftir, at tíðindini komu út, at Jan Mortensen er nýggjur stjóri í FT Samskifti, var hann gestur í tíðindasending á Rás 2 klokkan 11 fyrrapartin Mynd: Álvur Haraldsen Tá ið Norðoyatunnilin varð tikin í brúk, gav bygdaráðið í Leirvík fyribils loyvi til at binda í vegin hjá kommununi, so at bilar til og úr tunlinum kundi koyra ígjøgnum bygdina. Loyvið er galdandi til á nýggjárinum í ár. Tí hevur nevndin fyri Norðoyatunlinum søkt Leirvíkar Bygdaráð um at leingja fyribils loyvi, so at bilar til og úr Norðoyatunlinum eisini kunnu koyra ígjøgnum Leirvík eftir 31. desember. Men bygdaráðið hevur samtykt at havna umsóknini. Bygdaráðið hevur eisini samtykt, at málið verður ikki tikið uppaftur, fyrrenn Løgtingið hevur endaliga avgreitt málið um vegaføringina ígjøgnum Leirvík. Í hesum sambandi sipar bygdaráðið til uppskotið frá Sjálvstýrisflokkinum um at gera nýggjan veg omanfyri bygdina. Annar hevur Løgtingið samtykt at gera veg niðri í bygdini, men bygdaráðið vil hava ætlanina broytta, so at vegurin verður lagdur omanfyri bygdina. Samstundis vil bygdaráðið hava, at peningur verður ját- taður á fíggjarlógini fyri næsta ár til vegin. FAKTA