Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 231 - 28. november 2007 jubileum Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stovnandi aðalfundurin av Fiskamarknaði Føroya varð hildin 24. september í 1992 í Ólavstovu í Saltangará. Teir, ið standa sum formellu stovnararnir við 1000 krón­ um hvør í partapeningi, eru Olaf Olsen, Jógvan I. Olsen, Páll Gregersen og Ingvard Joensen. Ein fyribils nevnd varð vald á hesum fundi, og aftrat teimum fýra varð Jóhan Páll Joensen valdur. Fyrsta nevndin skipaði seg við Olafi Olsen sum for­ manni og Jógvan I. Olsen sum næstformanni. Fyrsti stjórin í felagnum gjørdist Ditleif Eldevig, sáli. Hann byrjaði í starvin­ um 1. november í 1992 og gjørdi eitt stórt og slóð­ brótandi arbeiði fyri at fáa uppboðssøluna at virka. Tað var ikki gamansleikur í teirri tíðini, sum var. Fiskamarknaðurin sá dagsins ljós undir ringastu kreppu í Føroyum í nýggjari tíð, og tí gjørdist fíggjarliga grundarlagið undir felagn­ um sera veikt. Virkir, sum ætlandi skuldu gerast part­ eigarar, fóru hvørt undan øðrum beinleiðis og óbeinleiðis á húsagang, og tí var ikki lætt at fáa neyðuga partapeningin. Nevndin aftanfyri felagið heitti tí á Føroya Fiski­ mannafelag og Tofta Arbeiðarafelag um at hjálpa til. Fiskimannafelagið setti 200.000 krónur í felagið, og seinni kom Tofta Arbeið­ arafelag eisini inn í myndina og er í dag størsti partaeigari við 400.000 krónum í parta­ peningi. Í sambandi við 15 ára dagin hevur felagið latið gera ein snotuligan bókling um Fiskamarknað Føroya og søguna aftanfyri felagið. Tað er Óli Jacobsen, sum hevur tikið sær av at skriva um søguna og gongdina hjá felagnum, og við móttøkuna takkaði Kristian Fríðrik Olsen, stjóri í Landingar­ miðstøð Føroya, honum fyri hetta arbeiði. Við móttøkuna í gjár høvdu fleiri orðið, sum vit fara at venda aftur til í blað­ num í morgin. Kristian Fríðrik Olsen beyð vælkomin, og Óli Jacobsen, Jógvan I. Olsen, Símun Johannesen, borgar­ stjóri og Jens Kristian Olsen, stjóri í P/F Faroe Fishmarket, høvdu allir okk­ urt at bera fram við høvið. Í blaðnum í dag fara vit at tríva í framløguna hjá Óla Jacobsen, fyrrverandi formanni í Føroya Fiski­ mannafelag og fyrrverandi nevndarlimi í Fiskamarkn­ aði Føroya. At verja borg Óli Jacobsen segði seg fegn­ ast um at vera við til hetta hátíðarhald, sum á ymiskan hátt nertir við ein stóran part av hansara virkisøki gjøgnum nógv ár. ­ Bóklingurin, sum er lagdur fram, er søgan hjá vinnuni sum slíkari í sam­ band við fiskamarknaðin, men eg fari at loyva mær at nema eitt sindur við mín leiklut sum formaður í Føroya Fiskimannafelag. Hann segði, at tá ið hann gjørdist formaður í FF í 1971, setti hann sær sum mál, at virkið hjá felagnum skuldi fevna um øll øki, sum høvdu við fiskimenn og fiskivinnu at gera. ­ Hetta skuldi gerast við sakligum undirbyggingum, sum skuldu vísa tað skila­ góða i okkara tilmælum. Hetta er kanska ikki ein arbeiðsháttur sum skapar yvirskriftir, men hann er tíðarkrevjandi og gevur ofta úrslit. Óli segði, at ein partur av hesi strategi var at fáa eitt felagsblað, sum skuldi røkka út til allar partar av samfelagnum. Blaðið skuldi tó fyrst og fremst verja áhugamálini hjá fiskimonn­ um og greiða frá støðu fela­ gsins í avgerandi samfelags­ málum. Hetta eydnaðist sum frá leið sera væl. ­ Við blaðnum eydnaðist eisini at verja borg hjá fiski­ monnum á nógvum økjum, eitt nú ímóti tí ágangi, sum hevur verið ímóti skattaskip­ anini og inntøkutrygdini hjá fiskimonnum. Hann segði, at hetta virk­ semi skapaði felagnum og harvið fiskimonnum væl­ vild og virðing millum fólk og myndugleikar, eisini út um landoddarnar. ­ Hetta merkist ikki minst, nú blaðið er niður­ lagt, legði hann aftrat. Prísáseting avgerandi Ein heilt avgerandi faktorur fyri inntøkum fiskimanna er prísáseting. Tí er tað eitt upplagt øki hjá Føroya Fiskimannafelag at virka fyri fortreytunum fyri hægst møguligum fiskaprísum. Óli vísti á, at felagið heilt frá 1975 var við í nevndini fyri ráfiskagrunnin, har hann sjálvur var limur øll árini. ­ Um hesa tíðina mentu vit í felagnum eisini eina hagtalsskipan, ið er eina­ standandi góð. Henda skipan hevur eisini vakt ans millum serfrøðingar uttan­ lands. Við hesum tølum bar til at grundgeva fyri, at júst fiskasløg hjá okkara limum fingu bróðurpartin av tí studningi, sum tá varð latin. Aðrir áhugabólkar høvdu stórt fortreð av hesum, men teir høvdu heldur ikki nøkur hagtøl at vísa á. Óli segði, at tá ið vit komu fram til 1986, dugdu menn at síggja, at henda skipan Fiskamarknaður var eit Væl av fólki var samankomið á Toft­ um í gjár, nú stívliga 15 ár eru liðin, síðan Fiskamarknaður Føroya varð settur á stovn. Røður vórðu hildnar, og aftan á fingu fólk gott smyrjibreyð. Væl ljómandi harmonikutónar settu sín dám á løtuna, sum byrjaði úti í fiskamóttøkuni Einskiljing kostaði 3 mió. Kostnaðurin av einskiljingini av Atlantic Airways kostaði 3 milliónir krónur. Tað upplýsti Bjarni Djurholm, tá Fólkaflokkurin hevði landsfund um vikuskiftið. Til sammetingar upplýsti Bjarni Djurholm, at kostnaðurin av at einskilja Føroya Banka var millum 10 og 20 mió kr. Talan er um kostnaðin, sum ráðgevarnir hjá landsstýrinum tóku fyri sína ráðgeving. Tað var Kaupthing, sum stóð fyri ráðgevingini í samband við einskiljingina av Atlantic. Advent í Kristnastovu Fríggjakvøldið klokkan 20 verður eitt uttandura hugnakvøld í urtagarðinum í Kristnastovu. Á skránni verður millum annað felagssangur, sangframførslur og sjónleikur. Eisini verður okkurt heitt at drekka og okkurt gott at eta. Stóri urtagarðurin er sera væl egnaður til slík tiltøk og vóna fyrireikararnir, at nógv fólk koma og at veðrið skikkar sær væl. Fyrireikararnir heita á fólk um at lata seg væl í til tiltakið. Men viðrar ikki, verður tiltaki sjálvandi flutt innum í salin. Leygardagin verður jólahald fyri børn kl. 15.00. Á skránni tá verður millum annað, jólaleikur, sangframførsla, felagssangur, søga og eitt lítið yvirraskilsi til børnini.