mikudagur 28. november 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 231 - 28. november 2007
tt stórt frambrot
sum frá leið var blivin ein
fíggjarlig vanlukka. Hon
tryggjaði virkjunum, at tey
kundu klára sínar skyldur
uttan mun til, um høgur ella
lágur prísur fekst fyri fram
leiðsluna og uttan mun til
útreiðslur. Skip og manning
ar fingu bert avlopið, eftir at
øll onnur høvdu fingið sítt
sum prís umframt møguligan
almennan studning.
Hetta merkti, at parturin
hjá virkjunum av marknað
arvirðinum á fiskinum bara
vaks og samstundis minkaði
parturin, ið varð goldin sum
fiskaprísur.
Óli segði, at hann seinni
gjørdi eina útrokning sum
vísti, at árini 19781988 var
marknaðarprísurin á upsa
øktur við 2,49 krónum fyri
kilo av ráfiski. Av hesum
kom bert 1 oyra upp á prísin,
sum virkini skuldu gjalda,
meðan tær 2,48 krónurnar
fóru til øll liðini á landi.
Um hesa tíðina komu
eisini fyrstu uppskotini um
at avtaka alla prísáseting,
men tíðin var ikki búgvin
til tess, legði hann aftrat.
FF slóðaði fyri
Á einum fiskivinnutingi á
heysti 1986 legði Óli Jacob
sen fram uppskot um eina
nýggja skipan á hesum øki.
Íblásturin til hetta uppskot
var ein ferð hjá nevndini
fyri ráfiskagrunnin millum
annað í Danmark, har
nevndin sá, hvussu høgir
prísir kundu fáast við markn
aðarbúskapi.
Uppskotið hjá mær
gekk út upp á, at virkini
heldur enn at fáa eitt fast
krónutal fyri hvørt kilo av
ráfiski
at
gjalda
sínar
útreiðslur við skuldu fáa
ein prosentpart av fram
leiðsluvirðinum. Á henda
hátt fór tað at loysa seg hjá
virkjunum at fáa “lagkøk
una” marknaðarprísin at
verða so høgan sum gjørligt.
Samstundis fór tað eisini at
loysa seg hjá virkjunum at
hava
lægst
møguligar
útreiðslur á virkjunum. Ein
slík skipan hevði merkt, at
meira fekst burtur úr til
allar partar.
Óli vísti á, at hetta upp
skot var slóðbrótandi í síni
tíð og varð væl móttikið,
men av politiskum orsøkum,
sum hann tók til, varð tað
ikki samtykt fyrr enn í
1988.
Hetta er ein longri søga,
men tá skrivaði eg sjálvur
uppskotið, sum varð lagt
fram á ting, segði hann.
Av ymiskum orsøkum
varð henda nýggja skipanin
ikki sett í verk fyrr enn um
ársskiftið 1989/1990. Ein
orsøk til seinkanina var
marknaðarkreppa, og ein
onnur orsøk var, at trupult
var at fáa partar av flaka
vinnuni at sleppa teirri
gomlu koddaskipan.
Hann segði, at tað tó
eisini vóru flakavirkismenn
sum stuðlaðu hesum fult og
heilt frá byrjan av.
Tá ið glið kom á, var
skjótt, at prískapping byrj
aði um fiskin.
Óli helt fyri, at henda
prískapping saktans kann
kallast eitt fíggjarligt undur,
har virkini skjótt kundu
gjalda munandi hægri prís
uttan studning, enn tey fyrr
høvdu
goldið
við
studningi.
Vinnan syndabukkur
Veruliga søgan um hetta
mál
kemur
ongantíð
í
almennu
søgukrivingina.
Hóast tað kann sigast at
hava verið vinnan, sum
gekk á odda fyri at fáa
broytt hesa skipan, so gjørd
ist hon kortini syndabukkur
fyri, at tað gekk sum tað
gekk. Í staðin fingu politik
ararnir heiðurin fyri hesa
gongd, hóast teir júst í 1999
samtyktu í prinsippinum at
innføra gomlu prísáseting
ina og koddaskipanina –
aftur, segði Óli.
Við móttøkuna á Toftum
í gjár vísti hann á, at næsta
stigið at stuðla hesi kapping
var
uppboðssølan,
fyrst
tann almenna og síðan
Fiskamarknaður Føroya.
Føroya Fiskimannafelag
var ikki við heilt frá byrjan
av, men vit komu skjótt
við.
Hann legði dent á, at tað
eru
fakfeløgini,
Tofta
Arbeiðarafelag og Føroya
Fiskimannafelag,
sum
í
veruleikanum eiga meirilut
an í tí, sum nú er Landing
armiðstøð Føroya.
Hetta er eitt gott dømi
um úrslit, sum kunnu koma
burtur úr hjá framskygdum
fakfeløgum, legði Óli aftr
at.
Umskipan av FMF
Óli vísti á, at hann sum
formaður í nevndini kom at
hava ein fittan leiklut í sam
band við umskipanina av
Fiskamarknaði Føroya í
2005.
Hetta er eitt avrik, sum
vit allir kunnu vera stoltir
av, tí her vóru nógvar
forðingar. Men eftir at hesar
vórðu fingnar av vegnum,
eydnaðist at fáa eina skipan,
sum allir partar kundu taka
undir við. Hetta skapti sam
stundis frið um uppboðs
søluna.
Hann segði, at úrslitið
gjørdist ein skipan, sum var
í javnvág – ein skipan, sum
tryggjar øllum pørtum í
vinnuni á sjógvi og landi
javnbjóðis
umboðan
og
harvið ávirkan.
Hetta merkti eisini, at
Føroya
Fiskimannafelag
átti
ein
sjálvskrivaðan
nevndarsess í uppboðssøluni
umframt nevndarsessin í
landingarmiðstøðini. Hetta
var eitt gott dømi um,
hvussu eitt fakfelag við før
leika kann fáa ávirkan á eitt
arbeiðsøki, har tað hevur
náttúrlig áhugamál.
Óli segði, at síðan hann
er vorðin uttanfyri FF, hevur
felagið niðurlagt ein stóran
part av sínum virkisøkjum,
eisini týdningarmikla økið
við fiskaprísum.
Hetta hevur FF nú gjørt
við sjálvboðið at sleppa tí
týdningarmesta nevndarsess
inum hjá felagnum, nevni
liga umboðanini í upp
boðssøluni. Hetta er eisini
eitt beinleiðis brot á javnvág
ina millum partarnar á hesum
øki, sum var eitt avgerandi
grundarlag fyri skipanini.
Hetta merkir, at í dag eru
arbeiðarar, reiðarar, útróðrar
menn og flakavirki umboðað
í nevndini. Einasti bólkur,
sum ikki er umboðaður, eru
fiskimenn, sum hava sett seg
sjálvar uttan fyri.
Óli helt, at hetta er eitt
syrgiligt dømi um, hvussu
skjótt tað er at bróta niður
tað, sum hevur tikið mong
ár at byggja upp.
Hinvegin kann tó eisini
sigast, at “varðin” er so
mikið væl lagaður, at hann
fer ongan veg, hóast ein
steinur verður tikin úr hon
um, segði Óli Jacobsen við
móttøkuna á Toftum í gjár.
- Fiskamarknaður Føroya er eitt gott dømi
um úrslit, sum kunnu spyrjast burtur úr hjá
framskygdum fakfeløgum, segði Óli Jacobsen við
móttøkuna á Fiskamarknaði Føroya í gjár
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kristian Fríðrik Olsen, stjóri í Landingarmiðstøð Føroya og Jens
Kristian Olsen, stjóri í Faroe Fishmarket. Aftanfyri spælir Óli
Johannesen hugnaligar harmonikutónar
Mynd: Vilmund Jacobsen
Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðarafelag, handaði
Jógvani I. Olsen og Óla Jacobsen hvør sína mynd fyri trúgva
tænastu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Viagra til jólini
Í Danmark merkja tey ein týðiligan
vøkstur í søluni av sonevndu
potenspillarum í november og desember
mánaði. Orsøkin er helst, at mannfólkini
vilja vera til reiðar til eyka frídagarnar
saman við makanum, sum høgtíðin
gevur.Bæði Pfizer, ið selja Viagra, og
Eli Lilly, sum standa fyri søluni av
Cialis boða soleiðis frá stórum vøkstri í
sínari sølu.
Syngjandi jødar vitja
Í døgunum 1. til 5. desember vitja jødisku hjúnini Lisa og David Loden í Føroyum.
Tey fara at tala og syngja á møtum og tiltøkum um landið. David og Lisa Loden eru
tvey av teimum kendu nøvnunum innan teir messiansku jødarnar í Ísrael. Tey eru ikki
minst kend gjøgnum sang og tónleik. Tey hava gjørt bæði løg og tekstir til nógvar
sangir, ið verða brúktir í messianskum meinigheitum, og tey hava eisini givið nakrar
fløgur út og eru ofta úti og syngja – bæði í Ísrael og uttanlands. Fyrsta tiltakið við
hjúnunum báðum verður leygardagin kl. 21 í missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði,
sunnudagin kl. 11 syngja tey við gudstænastuna í Christianskirkjuni og kl. 18 við
møtið í Meinigheitshúsinum í Havn. Týsdagin verða tey í missiónshúsinum á Toftum,
og mikudag endar vitjanin við einum møti í Emmaus í Klaksvík. Á øllum tiltøkunum
koma tey at tala, syngja og greiða frá teirra arbeiði. Tulkað verður til føroyskt.