Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 231 - 28. november 2007 Eysturríki til fótbóltsveitslu SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Hóast mong hava ilskast um úrslitini – ella vantandi úrslitini – sum fótbóltslandsliðið hevur fingið seinnu árini, so er tað við spenningi, at vit nú síggja fram til undankappingina til HM í 2010. Ikki minst er tað Eysturríki, sum ger lutakastið áhugavert. Tað var jú við dystinum í Landskrona fyri góðum 17 árum síðani, at alt byrjaði hjá føroyskum fótbólti í altjóða høpi. Ein 1-0 sigur, sum sendi sjokk-bylgjur runt allan fótbóltsheimin. Ikki minst hjá eysturríkarum sjálvum, sum við hesum fingu sína helst størstu eyðmýking sum fótbóltstjóð. Og tað gerst ikki minni spennandi av, at maðurin við stýrisvølin í dag er sami Josef Hickersberger, sum eisini leiddi liðið ta ferðina á Landskrona. Sjálvur noyddist hann frá eftir hetta, og tí er eingin ivi um, at eisini hann hevur sínar kenslur um uppgávuna móti Føroyum. Hóast vit enn ikki vita, nær heimadysturin móti Eysturríki skal spælast, so eiga vit longu nú at seta fram krav um, at tann dagurin verður føroyskur fóbóltsdagur burturav. Ein dagur, har vit øll eiga at bakka upp kring landsliðið. Og ein dagur, sum eisini minnir okkum á, at í fótbólti er tað ómøguliga enn møguligt. Og ikki minst er tað tann vissan, sum okkara ellivu á vøllinum skulu hava við sær. Júst tann hugburðurin hevur kanska haltað onkra tíð seinnu árini. Eri samd við Hans Paula Strøm landstýrismanni, at útsøgn mín um, at leigu­ lógin tænir útleigarans áhugamálum meiri enn leigarans er yvirfladisk, og eisini óáhugaverd, um ong­ in grundgeving er fyri hesi. Og rætt er, at í sjónvarps­ sendingini í Degi og Viku tann 26. dec. 07 var ongin grundgeving fyri hesi útsøgn míni. Av eini hvørji orsøk varð valt at klippa hesa úr og lata útsøgnina standa einsamalla. Grundgeving mín fram­ kom annars sum úrslit av eini samanbering við ógvu­ liga centralar reglur í ver­ andi leigulóg (sum tó bert er galdandi fyri Tórshavn) við nýggju reglurnar í fyriliggjandi lógaruppskot um leigulóg. Áhugamál leigarans er at leiga ein hampuligan búðstað fyri eina hóskandi upphædd og við trygd móti tilvildarligari uppsøgn. Galdandi leigulóg tekur hædd fyri trygd móti uppsøgn og at leigutreyt­ irnar ikki eru órímiligar, herundir at leiguupphædd­ in er hóskandi. Ì nýggja lógaruppskotinum er støða leigarans munandi skerd, og var tað eisini beinleiðis orsøk til útsøgn mína: 1. Trygd móti uppsøgn av bústaðarleigumáli Í verandi leigulóg, kann tann, sum leigar út til bú­ stað, ikki siga leigara, sum heldur skyldur sínar sam­ bært sáttmálanum, upp at flyta úr bústaðnum, uttan so, at útleigarin skal brúka tað útleigaða til egna nýts­ lu. Í nýggju lógini kann útleigarin uppsiga leigaran við 2 mánaða uppsøgn ­ uttan mun til hvør grund­ gevingin er. Bert um tú er leigar frá onkrum, sum leigar út til fleiri enn 3 ymisk, typiskt tú er leigari í einum íbúðar­ blokki, fær tú somu trygd sum eftir galdandi lóg. Hetta verður í lógini nevnt fyri vinnulig útleigan. Við tí bústaðarmynstri sum finst í Føroyum, í Tórshavn og uttanfyri Tórshavn, eru ikki nógv bústaðarleigu­ mál, sum kunnu roknast sum vinnulig. Tvørturímóti koma flestu leigusáttmálar at fella undir privata útleig­ an og altso geva ein rætt til útleigaran at uppsiga leigu­ bústaðin við 2 mánaðum – uttan serliga grundgeving. Ein greið skerjing av rætt­ indunum hjá leigaranum. Viðmerking: Argumentið um, at reglan skal tryggja fleiri leiguhølir tøk á markaðinum, nú útleigarin ikki nýtist at binda seg í meiri enn 2 mánaðir, tykir mær tunnligt, tá havt verð­ ur í huga, at nógvir eigarar og leigarar als ikki kenna galdandi reglurnar um uppsøgn, og tí heldur ikki hava brúkt hesar. Annars ber eisini til við leigubyrj­ an at gera tíðaravmarkaði leigumál við møguleikum um tíðarleingjan – so sum gjørt er higartil og sum hevur riggað væl. Hetta var fyrra grund­ gevingin fyri útsøgn míni. 2. Leiguupphæddin og Leigunevndin Í verandi leigulóg hevur Leigunevndin heimild at taka støðu til støddina á leiguupphæddini og áseta hesa av nýggjum um Leigunevndin metir hana ov høga í mun til tað, sum útleigað verður. Fólk hava t.d. kunnað vent sær til Leigunevndina og mót­ mælt, tá útleigarin hevur hækkað leiguna. Hesa heimild hevur Leigunevnd­ in ikki longur, og onki framgongur í lógini um ætlanir herum. Ásetanin av leiguupp­ hæddini er tann týdning­ armesti parturin í einum leigumáli og er ongin myndugleiki, sum kann regulera hesa – ja so verð­ ur tað aftur her marknað­ arkreftirnar einsamallar, sum at ráða. Hetta var onnur grund­ gevingin fyri útsøgn míni. Viðmerking: Um áhugi er at regulera leiguupp­ hæddina, so kann hetta lættliga gerast við at geva Leigunevndini heimild eftir áheitan at meta um upphæddina, út frá stødd, kvaliteti v.m., so sum hon í dag hevur heimild til, men sum eisini bert fá eru vitandi um. Dugi als ikki at síggja, at ein broyting og regulering á øllum før­ oyska sethúsamarknaðinum við almennum virðis­ ásetingum v.m. skal verða fortreyt fyri hesum. 3. Lógin er tannleys Tað, sum eftir stendur er, at vit fáa eina leigulóg gald­ andi fyri alt landið. Tað er gott og eisini sjálvsagt. Lógin skal fylgjast upp við standardleigusáttmálum og ­skjølum sum skulu kross­ ast av og útfyllast, tá flutt verður inn í hølini. Hetta skal tryggja ein kvalitet í tí, sum verður útleigað og geva útleigara og leigara møguleika at hava skrivligt tilfar at venda aftur til, tá ósemjur seinni stinga seg upp um tað leigaða, manglar og skaðar. Hetta er nýtt í mun til galdandi lóg og eisini tiltrongt, men á centralu økjunum um leigutrygd, støddina leigu­ upphæddini, og heimildina hjá Leigunevndini, er lógin ikki eitt framstig. Tað bøtir sjálvandi ikki um møguleikan at seta seg inn í lógaruppskotið, at beinleiðis skeivleikar á týðandi økjum eru í viðmerkingunum til lógaruppskoti, sum t.d. at “... Leigari hevur í verandi støðu onga rættartrygd, tá talan er um hækking av leigu. Støðan í dag er, at útleigari kann uttan ávaring siga leigumálið upp...” advokatur Turið Debes HenTze Leigulógin – hvørjum tænir hon mest? Sosialurin sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo sosialurin í norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo sosialurin í suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn e-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Viðvíkjandi úttalilsinum hjá Jógvani á Lakjuni mót­ mælir HUXA, ungdóms­ felagið hjá Fólkaflokkinum. HUXA fer ikki út sum eitt samlaður flokkur, tá ið tað kemur til tey etisku virðini. HUXA setur tað einstaka menniskjað og frælsið í hásæti, og tí skal tað einstaka eisini hava frælsi til at hava einstakar meiningar. Fólkafloksungdómur tekur ikki undir við Jógvan á Lakjuni forkvinna í HUXA bjørK OLsen