Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 28. november 2007 11 Bjarti Thomsen hevur grein í Dimmalætting har hann vísir til at vit fyribils eiga at halda aftur við EL- kaðali úr Íslandi inntil stungið er út í kortið, hvussu vind – og vatnorka skulu útbyggjast og saman- koyrast til nøktan av øllum orkutørvinum til upphiting og ravmagn. Bjarti skjýtur upp at vit byggja verðsins stórstu myllu á Sumbiarstein og so fyribils gloyma íslands- kaðalin, og vísir annars í grein síni til ráðgeving landstýrisins, Jarðfeingið, ið í samrøðu við Vinnu- vitan rør uppundir at føroy- ingar tá kunnu seta alla tað vindorku upp okkum lystir. Rætt er, sum Bjarti vísir til, at Vinnuvitan her átti at sett spurnartekin við dreymasjón Bjarna Djur- holms, landstýrsimanni í orkumálum. Tó fer Bjarti Thomsen heldur lætt um álvarsmál- ini, Kyoto og so nøktan av framtíðar orkutørvinum. Eingin ivi er at Íslands- kaðalin skal tæna fjálturs- tungna landsstýrismann- inum nú valið nærkast í stórum, men at vit fyribils skulu steðga við Íslands- kaðalinum, kann tykjast undarligt tá slíkur kann slitna eina viku ella 5 ár ella 15 ár eftir at hann er lagdur. Bjarti rør uppundir at vit kunnu nøkta allan tørv til upphiting og ravmagn við vindorku og vatnorku. Bjarti sigur seg vera sivil- verkfrøðing, er vist eisini í almennum føstum starvi, og fær harafturat hundrað- túsund kónur til eitthvørt arbeiði við megaverkætlan hjá sama landsstýrsimanni. Sum Bjarti sigur er gott at onkur hevur beinini á jørð- ini og fatur í rætta enda- num, og sipar hann her til nýggja SEV stjóran, ið ikki enn er komin í nýggja starvið og tí sjálvandi ikki er so áhugaður í stórvegis útgreiningum. At sjónvarps- verturin er dugnaligur er so ikki at taka aftur. Tá Bjarti, sum gott er, leggur seg út í kjakið um Kyoto og orkupolitikk, kann eftirlýsast eitt meira ítøkiligt ella konstruktiv og uppbyggjandi íkast , heldur enn at missa sambandið við jørðina og tosa um verðsins stórstu myllu á Sumbiarsteini. Ein slík mylla kann so á ongan hátt framleiða allan okkara orkutørv, og harafturat finnast fleiri aðrir møgu- leikar enn bert vindorka og vatnorka. Fyri at stuðla undir Bjarta Thomsen, og fáa hann longur inn í Kyoto- og orkukjakið, so kann upp- lýsast at okkara oljubrúk til upphiting og ravmagn er góð 94.000 tons av olju. Umroknað til ravmagn, og uttan at hugsa um nýtslu- stig til framleiðslu av heit- um vatni, so svarar tað til 1.090 mill.KWtímar. Hetta er 4 ferðir okkara samlaðu ravmagnsframleiðslu. Um vindorka alleina skal nøkta henda tørv og vit t.d. brúka 2MW myllur, so skulu “ein- ans” setast upp 125 myllur. Kostnaður: 2.milla.kr. Her er ikki tikin hædd fyri sparing í orkubrúkið, betur bjálving, hitapumpur, EL-sparitól, sólorka, aldu- roka, sjóðarfallsorka, av- lopsorka frá ov nógvum vatni á vetrartíð, pumping og endurnýtsla av vatn- orku, osmosa, o.a. Hvar vil Bjarti Thomsen hava allar hesar myllur settar upp? Hvar er landsplanleggingin? At Sumbiarsteinur kann nýtast til eina vindmyllu er púra rætt, men økið úr Akrabergi til Sumbiarstein/ Flesjanar er um 9km2 stórt og við dýbd millum 13 og 36 metrar, ið er sera væl hóskandi til offshore myllur.Her kunnu setast einar 130 myllur upp, men er nokk ynskiligt at spjaða tær nakað yvir landið – og so sjálvandi eisini nýta aðrar orkukeldur m.a. sjóðarfallsorkuna, ið gevur líka so dygdargott ravmagn sum vatnorkan. Sóknast verður eftir áhaldandi og ítøkiligum íkasti frá Bjarta Thomsen til hvussu vit loysa Kyoto- trupulleikan og orkutørvin – heimsins stórstu vind- myllu má hann ikki rokna við sum royndarprojekt á okkara leið. Supermyllan úr Nólsoy cand.arch. Kári Thomsen Upplýst var, at bókasavnið á ovastu hædd vigar helst so nógv, at gólvið kann brotna undan tí nær tað skal vera. Um tað hendir í skúlatíðini, so kann tað fáa heilt vanlukkuligar fylgjur. Nú ein dagin gingu næmingar frá Hoydølum ein túr oman til Løgtingið at gera vart við, at teirra skúli ikki lýkur dagsins standard. Hann er gjørdur at undirvísa góðum 200 næmingum – men har eru uml 600 næmingar. Sjálvur stuðli eg so hjartaliga, at ein nýggjur Studentarskúli verður bygdur. Nú er nóg mikið tosað og neyðugt er at fara ígongd við at byggja, so okkara ungdómur fær møguleikar at nema sær kunnleika í hølum, sum tað sømir seg. Seinni fekk ein at síggja við egnum eygum, at hølisviðurskift- ini ikki bert eru vánalig, men møguliga eisini hætt- islig. Tað var t.d. nevnt, at bókasavnið á ovastu hædd helst vigar so nógv, at gólvið kann brotna undan tí. Eg fari við hesum at heita á Mentamálaráðið um at kanna hesi viðurskiftir, so bókasavnið kann flytast, um neyðugt- áðrenn ein vanlukka hendir. Eftir at hava sæð skúlan kann ein bert geva okkara ungu rætt. Skúlin er í so vánaligum standi, at nýggj- ur skúli má byggjast sum skjótast. Vit hava onki annað val. løgtingsmaður marjus Dam Val Studentarskúlin-vandamikil? Tað er sera hugaligt, at næmingarnir í Hoydølum nú alment hava víst sína ónøgd við skúlan, og alla æru vert, at ung fólk so- leiðis siga frá síni ónøgd. Og hetta eru veruligu brúkararnir í skúlanum, ið seta orð á hvussu ófatiliga ússalig støðan er. Vit hava jú hoyrt, at ongi rættindi í sambandi við arbeiðseftirlit fevna um næmingarnar, bert um starvsfólkini. Hetta er púra skilaleyst, og ikki minst rættiliga pínligt at hugsa sær, at einir 500 næmingar als ikki hava nakra trygd um arbeiðs- karmar, bara tí tey eru ung fólk. The Blame Game Nú tað skemtiliga er hent, at politikarar eru farnir at geva lærarunum í Hoydølum skyldina fyri, at ongin loysn er funnin í málinum um skúlan í Hoydølum, so kenna hesir als ikki sína uppgávu. Vita politikarar ikki, at tað eru teir, ið avgera, hvar, hvussu og nær ein skúli skal byggj- ast? Álvaratos, vita teir ikki, at teir hava bjóðað seg fram til at taka avgerð- ir, um tær eru populerar ella ikki? Teir kunnu velja at lurta eftir avvarðandi fólki, í hesum føri lærarum og/ella leiðslu á staðnum, og taka hesar hugsanir við, tá málið skal avgerast. Ella teir kunnu bara lata vera - annað er ikki í hesum máli. Um politikarar lata slíkt mál fella aftur á lærararnar, so er tað í ryggloysi og dugnaloysi, onki annað. At geva øðrum skyldina og vaska sínar hendur, tað er at leggja handklæðið í ringin. Skúli er arbeiðspláss Almennu Føroyar eiga í stundini at taka skúla og ung fólk í álvara og virða bæði børn og ung. Og politikarar, kommunal- politikarar eins og lands- politikarar, skulu fata, at skúli er eitt starvsstað, tað er ikki bara ein kassi, har tú stappar børn og ung inn um dagin, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Nei, skúli er eitt arbeiðspláss, kanska tað týdningarmesta arbeiðs- plássið, ið er, tí her verða allir lunnar lagdir undir nútíðar- og framtíðar- ætlanir Føroya. Nýggjan skúla ongantíð ov skjótt Eftir at hava starvast í Hoydølum í sjey ár, so veit eg, at standurin er veruliga so ringur, sum tey ungu vísa á, ja kanska verri. Tí tað er í veruleikanum ilt at síggja, hvussu óarbeiðsligt eitt inniumhvørvi ella ein skúli er. Og hóast lærar- arnir royna hvønn dag, sum Kári Mortensen í skilagóðari grein vísti á, so er skúlin bara fullkomuliga óegnaður til dagligt. At næmingarnir fáa góð úrslit er bara lærarunum fyri at takka; tí inni í skúlanum er alt ov lítið, ov trongt, ov heitt og bara óegnað. Og bara so óinspirerandi. So onki annað er at gera enn at játta nýggjan skúla í stundini. Ungdómurin er íløga Tað er ikki ilt at gita, hvat ein reiðari mundi gjørt, um hann kom til hasa niður- støðuna um skip sítt. Men politikararnir geva lærar- unum skyldina, seta niður nevndir, gera uppskot, tosa ella gera teir als onki. Vit mugu fata, at skúli og ungdómur eru ikki útreiðslur, men íløgur. Og hesar íløgur hava vit ikki ráð at lata vera við at invistera í, so einfalt er tað. Hoydalar politisk skomm studentaskúlalærari Tjóðveldi Óluva KleTTsKarð Val Hóast tingbólkurin var ímóti – atkvøddi Poul Michelsen fyri? Jørgin Niclasen fráboðar í tíðindunum í morgun, at hóast tingbólkurin var samdur um at vera ímóti 266b, so atkvøddi Poul Michelsen fyri. Formaðurin fær tað til at ljóða soleiðis, at tingbólk- urin var samdur um hesa niðurstøðu, og at Poul Michelsen bara gjørdi nakað annað enn ein samd- ur tingbólkur samdist um. Veruleikin er tann, at flokkurin leingi hevur kent mína støðu til slík etisk mál, og at eg á fundi í tingbólkinum beint undan tingfundinum fráboðaði tingbólkinum mína støðu. Og tí hevur ongantíð verið talan um nakran samdan tingbólk. Tíverri skuldi eg uttan- lands og hevði biðið Anniku Olsen koma inn fyri meg í 10 dagar. Tað skuldi eg ikki havt gjørt, tí við at Annika kom inn, bleiv tingbólkurin samdur. Eg eri sjálvur framsøgu- maður í rættarmálum fyri Fólkaflokkin. Men av tí at eg, sum sagt, skuldi uttanlands, skuldi Jákup Mikkelsen, sum var vara- maður mín í rættarnevnd- ini, leggja málið fram í tinginum. Eg hevði tí eitt prát við Jákup um hetta og minti hann á støðu míni. Hóast hetta, so bleiv – áðrenn eg var komin á flogvøllin - boðað frá av tingsins røðarapalli, at tingbólkurin hjá Fólka- flokkinum var samdur um at vera ímóti 266b. Líka mikið hvat enn so endamálið við hesi pro- klamatión var, so kemst ikki uttanum, at talan var um eina smarta – men sera óseriøsa politiska handling. At formaðurin í Fólka- flokkinum nú aftur roynir at endutaka politisku fintuna ger ikki flokkin minni óseriøsan. Fólkaflokkurin má kenn- ast við seg sjálvan og egnu stevnuskrá. Fólkaflokkurin er ein liberalur flokkur – sum merkir, at borgarin skal hava fult politiskt og búskaparligt frælsi. Her er ikki talan um eina av og á skipan – antin trygg- ja vit frælsi hins einstaka ella gera vit tað ikki. Fólkaflokkurin Poul michelsen Val Løgtingsvalið 19. januar 2008 52 Smart kanska – men ikki seriøst!