mikudagur 28. november 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 231 - 28. november 2007
Stutt Sagt
Trot á tyrlum
kring heimin
Tað vísir seg, at tað eru alt
ov fáar tyrlur til hjálpar-
og bjargingararbeiði, og í
løtuni leita bæði ES og
NATO eftir tyrlum til hesi
endamál. Ein orsøk er, at
tørvurin á tyrlum til ymisk
hjálpar- og friðararbeiði
er vaksin nógv tey seinastu
árini, og úrslitið er, at í
dag er tað at kalla vónleyst
at finna nakra tyrlu, sum
er til leigu. Eitt annað er,
at tyrlur skulu til eftirlit
ella umvælast rættiliga
ofta, og sambært tíðarrit-
inum
Jane’s
Defence
Weekly er neyðugt at hava
millum 24 og 32 tyrlur
tøkar, um átta skulu vera í
vinnu alla tíðina. Ein
vansi er eisini, at tað krev-
ur lutfalsliga nógv fólk at
halda ein tyrluflota við
líka, skrivar tað viður-
kenda tíðarritið.
Cheney
hjartasjúkur
Amerikanski varaforsetin,
Dick Cheney, hevur trupul-
leikar við hjartanum og
skal til kanningar. Ein tals-
kvinna hjá varaforsetanum
sigur, at Cheney fór til
læknan, tí hann hevði ver-
ið forkølaður og skal ikki
av við hostan. Men kann-
ingin hjá læknanum stað-
festi, at varaforsetin hevði
eisini
trupulleikar
við
hjartanum, og hann fekk
tí boð um at fara á sjúkra-
hús til kanningar, sigur
talskvinnan. Dick Cheney
hevur ofta havt trupulleik-
ar við hjartanum fyrr.
Ovastin fekk
sekkin
Ovastin hjá ferðsluløgregl-
uni í Rom hevur fingið
sekkin. Eitt var, at hann
hevði parkerað sín egna bil
ólógliga, men verri var, at
innan fyri rútin á bilinum
hevði hann lagt eitt skelti,
sum segði frá, at ein bileig-
arin var rørslutarnaður og
tí hevði ávís serrættindi til
parkering. Ein 86 ára gom-
ul kona hevði átt skeltið,
men tað vísti seg at vera
útgingið. Ovastin hevur
viðgingið seg sekan og hev-
ur fingið sekkin, skrivar
blaðið Il Messagero.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Tað kann væl henda, at Barrack Obama vinnur
uppstillingina, nú hann fær stuðul frá Oprah Winfrey
(Donna Brazile)
útlond
Luftkanalir í skipin
um gjørdu, at sjógvur
slapp inn og trýsti
luftina út
Tvær
frágreiðingar,
ein
svensk og ein týsk, hava
staðfest, hví ferjan Estonia
sakk í Eystrasalti tann 28.
september í 1994, og niður-
støðan í báðum var tann
sama. Bógportrið loysnaði
og brotnaði av skipinum, so
sjógvur slapp inn á bil-
dekkið, til skipið at enda
holvdist og sakk.
Ein triðja frágreiðing er á
veg. Hana ger svenski stovn-
urin SSPA, men sambært
Aftonbladet er niðurstøðan
tann sama sum í hinum báð-
um frágreiðingunum. Tó
onkur munur er.
Modellroyndirnar
og
útrokningarbar hjá SSPA
vísa, at Estonia legði seg
umleið 45 stig, tá sjógvur
var komin inn á bildekkið,
ig tá sjógvurin eisini byrjaði
at renna niður á tey niðaru
dekkini. Tá skipið legði seg
uppaftur meiri, vórðu vind-
eyguni oman fyri bildekkið
trýst inn, og tá kom sjógvur
eisini inn á tey ovaru dekk-
ini. Hetta eru frágreiðingar-
nar samnar um, men fleiri
hava spurt, hvussu tað
kundi bera til, at ferjan sakk
so skjótt, sum hon gjørdi.
- Eg eri sannførdur um, at
tað ber til at prógva tað, og
eg vænti, at okkara royndir
fara at prógva, hví skipið
sakk so skjótt. Orsøkin er,
at skipið hevði fleiri luft-
kanalir. Í aðrari skipssíðuni
slapp sjógvurin ígjøgnum
luftkanalirnar, og í hinari
síðuni trýsti sjógvurin luft-
ina út úr skipinum. Hetta er
ikki kannað fyrr, men vit
kanna tað, sigur Claus Käll-
ström, kanningarleiðari hjá
SSPA, við svensku tíðinda-
stovuna TT.
Tí sakk Estonia so skjótt
Kenda amerikanska
sjónvarpskvinnan
Oprah Winfrey
skal hjálpa Barrack
Obama at vinna
kappingina um at
gerast forsetavalevni
hjá demokratunum
Líka síðani kappingin um
demokratisku uppstillingina
byrjaði,
hevur
Barrack
Obama havt ilt við at standa
seg ímóti Hillary Clinton,
og hóast hann onkuntíð hev-
ur togað seg eitt vet inn á
hana, er hann sum oftast
dragnaður aftur stutt eftir.
Nú hevur hann ásannað, at
uttan hjálp kann hann ikki
fáa fyrrverandi forsetafrú-
una aftur.
Tað eru fáir persónar í
amerikanska
sjónvarps-
meldrinum, ið eru betur
umtóktir enn Oprah Win-
frey, og hon hevur einki
ímóti at brúka sítt góða
umdømi til at hjálpa Obama
við. Tað er ikki nakað nýtt,
at hon styðjar Obama í val-
stríðnum. Í septembur skip-
aði hon fyri einum innsavn-
ingartiltaki til frama fyri
hansara valstríð.
Næsta vikuskiftið skal
Barrack Obama halda røðu
á veljarafundum í statinum
Iowa, og tá fer Oprah Win-
frey at hjálpa honum. Hon
verður eisini á veljarafund-
um í New Hampshire og
South Carolina í næstum.
Tann 3. januar verða tey
fyrstu
uppstillingarvalini,
og tá fæst at síggja, hvat
Obama hevur fingið burtur
úr hjálpini.
- Eg kann ikki hugsað
mær nakran kendan amerik-
anara, ið hevur somu støðu
sum hon, og tað kann væl
henda, at hon kann avgera
uppstillingina hjá demo-
kratunum,
sigur
Donna
Brazile, ið stóð fyri valstríð-
num hjá Al Gore í 2000.
Oprah kann avgera
uppstillingina
Barrack Obama hevur góða grund til at vera fegin um stuðulin.
Her er hann saman við konu síni Michelle og Oprah Winfrey
Eitt bjargingarskip bjargar
bógportrinum á Estoniu.
850 fólk, teirra millum 501
sviar, doyðu í vanlukkuni.
137 fólk vórðu bjargað