mikudagur 28. november 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
1. partur
Stutt um Harry
Harry kemur frá eini arbeiðara
klassa umhvørvi. Hann er
føddur og uppvaksin í býnum
Bury norðanfyri Manchester í
Lancashire, har tað varð sagt
at ”bummull er kongur”. Bæði
foreldrini arbeiddu á verksmiðju.
Mamman Sara byrjaði longu sum
11 ára gomul parttíðararbeiði
á eini bummullsverksmiðju. So
gekk hon eisini part av tíðini í
skúla, og var hetta vanligt tá í
tíðini. Pápi Harry, sum eisini æt
Harry, var handverkari. Hann fór
Amerika nøkur ár undan fyrra
veraldarbardaga og kom aftur til
Bretlands áðrenn bardagin brast
á. Har hitti hann Sara, tá ið tey
bæði arbeiddu á verksmiðju,
sum framleiddi krígsútgerð undir
krígnum.
Eftir at vera farin úr skúlanum
14 ára gamal, hevði Harry nøkur
smávegis arbeiði, áðrenn hann fór
at arbeiða sum skrivstovudrongur
á einum arkitektavirki. Hetta gav
honum áhuga fyri júst hesum
øki, og hann byrjaði at ganga á
kvøldskeið at lesa til arktitekt.
Hetta varð tó avbrotið, tá ið hann
sjálvboðin fór í herin í 1940.
Stutt um
heimsbardagan
Ein fortreyt fyri, at Hanna
og Harry funnu saman er 2.
heimsbardagi, sum annars er
ein tann størsra vanlukkan, sum
hevur rakt heimin.
Byrjanin er í stuttum tann, at
Hitler kemur til valdið í 1933
og fram til 1939 leggur hann
størri og størri part av Europa
undir seg meira ella minni við
góðkenning av restini av Europa,
serliga Bretlandi og Fraklandi.
Men í 1939 heldur Bretland, at
nú er nóg mikið. Tekur Hitler eitt
land afturat, so verður kríggj!
Tað er júst hetta sum hendir.
Tann 1. september 1939 leggur
Hitler á Polen, og 3. september
boðar forsætisráðharrin Neville
Chamberlain frá, at Bretland er í
kríggj við Týskland.
Hetta steðgar nú ikki Týsk
landi. Tann 9. apríl 1940 leggur
Týskland á Danmark og Noreg.
Danmark gevur seg undir beinan
vegin, meðan Noreg heldur út
einar tveir mánaðir. Tá mugu teir
eisini geva upp.
Bretar vilja fyri alt í verðini
forða fyri, at Føroyar fylgja við
Danmark undir týskt ræði. Teir
gera skjótt av, og longu 12. og 13.
apríl hersetir Bretland Føroyar, og
her byrjar sum so okkara søga,
sum vit fara at koma aftur til.
Týskland gevst ikki so. Longu
tann 10. mai ger Týskland innrás í
Hollandi, Belgien, Luxembourg og
norðara part av Fraklandi. Fyrst
gevur Holland seg yvir fýra dagar
seinni og síðan Belgien 18 dagar
seinni.
Bretar høvdu eitt stórt tal av
hermonnum í Frankaríki, og teir
verða nú so hart kroystir av týsku
bardagamaskinuni, at teir mugu
evakuerast til Bretlands fyri at
sleppa undan at gerast fangar hjá
týskarum. Teir fara undan týska
herinum, og teir flestu savnast
í Dunkerque tætt við belgiska
markið við Ermasund. Her er stutt
yvir um.
Tá var nú ikki smávegis upp
gáva at fáa flutt allar hermenn í
tryggleika. Men tað eydnaðist í
døgunum 29. mai til 4. juni 1940
at flyta 340.000 bretskar og eisini
afturat teimum nógvar franskar
hermenn til Bretlands, meðan øll
tann tunga útgerðin mátti vera
eftir. Í evakueringini luttóku 850
skip. Hetta vóru alt frá herskip til
fiskibátar, sum vildu hjálpa til.
Henda evakuering verður sum
heild roknað fyri at vera væleydn
að og verður kallað ”Undrið frá
Harry og Hanna Wilson:
Partur av okkara
bardagasøgu
Í summar hittu vit hjúnini 84 ára gomlu Honnu f. Apol og 89 ára gamla Harry Wilson, tá ið tey vóru heima í
Føroyum og ferðaðust. Tey bæði eru ein áhugaverdur partur av okkara søgu frá seinna heimsbardaga. Harry var
ein av bretsku hermonnunum sum komu higar, og sum fekk sær føroyska konu. Tað er sjálvsagt rættiliga nógv
skrivað um hetta, men hvør persónur hevur sína egnu søgu, tí kann altíð okkurt leggjast afturat. Nú er so long tíð
farin, at fólkini í hesum parti av okkara søgu eru farin at fækkast. Serliga er hetta galdandi fyri tey hjún, har bæði
eru á lívi, og sum eru so væl fyri, at tey kunnu koma higar at ferðast. Tí var tað so sera stuttligt at kunna hitta
júst eitt slíkt par og at fáa prát við tey bæði. Henda frásøgn er gjørd í samstarvi við son teirra Louis
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Hanna og Harry Wilson í Føroyum í summar
Lancastria í friðartíð
Hetta var eitt tað seinasta sum sást til Lancastria, sum er størsta vanlukkan
hjá bretum undir krígnum