Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 14 nr. 231 • 28. november 2007 Dunkerque”, hóast tapini sum vóru 7.000 mannalív og 270 skip. Hetta var annars eitt sera stórt bakkast hjá teimum sameindu soleiðis at skula hopa undan týska herinum. Churchill segði eisini tá, at eitt kríggj verður ikki vunnið við evakueringum. Tað bøtti heldur ikki um, at 22. juni noyðist alt Frakland eisini at geva seg yvir. Var ein av teimum evakueraðu Her byrjar frásøgnin hjá Harry: Eg kom til Føroyar í 1943. Var fyrst í Sørvági og síðan 9 mánaðir í Havn. Vanliga vóru vit sendir 18 mánaðir í sama stað, og soleiðis var tað eisini í hesum førinum. Men eg var í Frankaríki tíðliga undir krígnum í 1940. Eg var við at verða evakueraður. Hetta var tó ikki frá Dunkrque, sum er ein kend søga. Tað vóru fleiri túsund hermenn eftir í Frankaríki, og teir vóru evakueraðir frá Saint Nazaire í Bretagne á vesturstrond Fraklands tvær vikur seinni, og hetta var beint áðrenn Frankaríki fall. Vanlukkan við Lancastria Í hesum sambandi hendi størsta vanlukkan hjá Bretlandi undir 2. heimsbardaga, sum tó lítið er vitað um millum manna. 17. Juni 1940 varð bretska troppaskipið Lancastria bumbað av týskum flogførum fimm míl uttan fyri havnina Saint-Nazaire. Tað kom eisini eldur í skipið, tað koppaði og sakk eftir 20 minuttum. Meira enn 4.000 fólk mistu lívið. Tá komið var upp á hetta tal, tá góvust tey at telja. The Lancastria var eitt 16.000 t. stórt ferðamannaskip hjá Cunard line, bygt í 1922. Tað hevði siglt rutu millum New York og Liverpool til 1932. Síðan hevði tað siglt krússtoktsigling í Miðalhavinum. Nú varð tað so brúkt sum hernaðarligt flutningsskip. Lancastria hevði umleið 6.000 hermenn umborð og afturat teimum eitt tal av flóttarfólki, kvinnum og børnum. Vanliga ferðafólkatalið var 2.200. Men samlaða talið umborð kann hava verið so stórt sum 9.000, tá ið skipið varð bumbað. Bert 2.500 vóru bjargað. Vanlukkan sum skuldi dyljast Churchill setti forboð fyri, at tíðindini um vanlukkuna sluppu út til almenningin. Tað vóru longu tá so nógv vánalig tíðindi frá hermótinum, at vandi var fyri, at tíðindini um hesa vanlukku fór at oyðileggja moralin hjá fólkinum. Tað var ikki fyrr enn seks vikur seinni, 26. Juli 1940, at heimurin fekk at vita um vanlukkuna, tá ið New York Times bar tíðindini saman við ógvisligum myndum frá hendingini. Men lítið er frætt um hesa hending í Bretlandi, hóast hetta er størsta vanlukkan hjá bretum á sjónum yvirhøvur. Vanlukkan var sædd frá HMS Highlander, ein destroyari, sum varð nýttur til at flyta tropparnar av landi og umborð á Lancastria, sum lá ankrað uttanfyri. Manningin har umborð gjørdi, hvat hon kundi fyri at bjarga fólkinum av Lancastria. Hetta var ikki lætt, tí fólk sum flutu í sjónum vóru innsmurd í olju, sum var likin frá skipinum. Tað bøtti ikki um, at hermenn- inir høvdu fingið boð um framman undan ikki at sleppa teirra riflum undir nøkrum umstøðum. Hetta tóku teir so bókstaviliga, at nógvir av teimum fóru til botns og druknaðu, tí teir ikki vildu sleppa riflunum, hóast tað varð rópt var til teirra um at gera tað. Tað eydnaðist einum av manninini á Highlander at taka myndir av hesi hending, hóast myndatøka var strangliga bannað. Men nú eru hesar myndir gull verdar. Skiparin á Lancaster Rudolph Sharpe var eisini yvirmaður á ferðamannaskipinum Lusitania, sum eisini varð søkt av týskarum í 1916 undir 1. heimsbardaga. Tá doyðu 2.000 fólk og var hettta inntil tá størsta sjóvanlukkan hjá bretum. Rudolph Sharp hóraði undan tvær ferðir, men triðju ferð gekk ikki. Í 1942 varð hann aftur søktur við sínum skipi, og tá doyði hann. Sluppu undan týska herinum í seinastu løtu Harry fór dagin fyri hesa ógvis- ligu hending, 16. juni á midnátt, úr Frankaríki við einum skipi, sum kallaðist Duchess of York, sum var eitt canadiskt ferðamannaskip, sum nú varð brúkt sum troppaskip. Hetta skip varð seinni søkt av týskarum. Tað vóru annars meira enn 52.000 bretskir og franskir hermenn sum sluppu úr Saint Nazaire í døgunum 16.-18. Juni, bert tríggjar dagar, áðrenn týskarar tóku býin. Hann gjørdist annars ein av týdningarmestu flotahavnunum hjá týskarum. Her var ein so stór flótidokk, sum tók tey størstu krígsskip. Deildin hjá Harry hevði eina langa ferð til gongu til Saint Nazaire, har hann og hansara felagar støðugt vóru álopnir av týska Luftwaffe. Teir máttu fara hvør sær og leita sær skjól sum frægast, tá ið hetta hendi. Hesi álop hildu eisini fram, tá ið teir vórðu fergaðir út frá Saint Nazaire í smáum opnum bátum umborð á Duchess of York, hóast teir fingu nakað av loftvernd frá bretskum destroyarum, sum vóru staddir har. Men ferðin heim gekk væl. Harry minnist sera væl, hvussu hann sá fegin børn spæla á strondini í New Brighton, sum teir sigldu inn til Liverpool. Hann hugsaði tá um tann stóra munin millum hesa sjón, og støðuna hann júst var komin frá. Framvegis ferðast tey, sum sluppu við lívinum til Saint- Nazaire at minnast hendingina og hava tey tá eisini minng- ingarhald. Tey hava eisini ein felagsskap, sum skipar fyri hesum minningarhaldum. Í hesum felagsskapi eru 100 av teimum, sum yvirlivdu, og sum búgva um allan knøttin. Tað eru skrivaðar fleiri bøkur um hendingina. Vistu ikki hvussu týskarar sóu út Tað var sera hugstoytt, at tað skuldi gangast soleiðis. Bretar høvdu sent ein sera vælútbúnan her til Frankaríki í 1939, men tá ið so týskarar komu var beinanvegin heilt galið. Eitt dømi um trupulleikarnar var, at eingin nakrantíð fortaldi bretsku hermonnunum, hvussu týskarar sóu út. Tí var ringt at skilja vinir frá fíggindum. Hetta var eitt ræðuligt mistak. Tað tók okkum tríggjar dagar at koma til Liverpool við Duchess of York, og har var stúvað av fólki. Fólkið í Liverpool visti lítið um, hvat ið var hent, og hildu at vit komu heilt úr Canada, hagar bretskir hermenn vórðu sendir til venjing. Aftaná hesa hending fóru vit til eina hernaðarlegu fyri at koma fyri okkum aftur. Hetta var ein ring tíð hjá bretum, tí teir óttaðust fyri eini týskari innrás, sum Hitler eisini alment hótti við. Tað mundi vera onkur orsøk fyri, at teir ikki gjørdu innrás kortini, men bretar vænt- aðu hana veruliga. Tað var vanligt við følskum alarmi mitt um náttina, og hetta legði sjálvsagt eitt eyka sálarligt trýst á fólkið. Roknaði við at verða sendur til heitari lond Summir av vinunum vórðu sendir til Norður Afrika, og eg roknaði eisini við at verða sendur hagar. Men tey sendu meg til Cornwall, Sum tað sæst var tað munandi longri at sigla út Saint Nazaire til Liverpool enn úr Dunkerque til Dover Hendan myndin av Harry er frá november 1940 Harry er á varðhaldi. Júst hesa tíðina var veruligur ótti í Bretlandi fyri týskari innrás Dunkerque