mikudagur 28. november 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 28. november 2007
15
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Góði abbi. Tað kennist løgið at skriva
minningarorð um teg. Hóast tú nú
ert okkum fjar, kennist tað, sum tú
ert okkum so nær.
Tú hevði ein so stóran leiklut í
okkara lívi.Tú vart so góður við
dreingirnar, og teir við langabban.
Ein fyrimyndarligur abbi, ið altíð
putlaðist við okkurt: málaði og bøtti
um húsini, hoyggjaði og fekst við
seyðin. Tú sat sjáldan hendur í favn.
Fórst á seiðaberg og gjørdi frikka
dellir, bakaði pannukøkur og ringdi
eftir okkum, tá tær vóru bakaðar.
Tú vart altíð so áhugaður í øllum,
ið hendi uttanum teg, og fylgdi væl
við, hvørjum vit høvdust at, og altíð
vart tú klárur at hjálpa. Um tað so
varð rabarbugarðurin, sum skuldi
saksast, húsini klæðast ella okkurt
stoypast. Bráður vart tú av lyndi, so
tá tú vart uppií, gekk arbeiðið sum
oftast skjótt fyri seg.
Ja raskur og framsíggin hevur tú
altíð verið og at kunna verða við til
at reka tað fyritøku víðari, sum tú
vart við til at stovna, er okkum ein
æra.
91 ár fekst tú her, og heilsuna hevði
tú góða í tey 90. Tað er ikki øllum
givið. Nú tú andaðist eftir ringa
sjúkralegu, var tað gott hjá tær at fáa
frið. Og samstundis sum vit syrgja,
gleðast vit um, at tú við vissu kundi
siga sum Paulus: Eg havi strítt hitt
góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið,
havi varðveitt trúnna. Og nú liggur
rættlætiskransurin goymdur til mín.
Við tær abbi hava vit mist ein av
okkara bestu, trúføstu vinum, vegleið
arum og fyrimyndum.
Takk fyri alt abbi minnini liva
vit síggjast!
Bjørg og Álvur
Haraldur, Niklas og Jákup
Nøkur orð til minnis um
Jacob Højgaard
9.7.1916 – 25.11.2007
Dagurin
29. november. Saturninus. Fleiri halgimenni við hesum
navni eru knýttir at degnum, men helst halda teir talan
vera um fyrsta kristna biskupin í Toulouse í Fraklandi,
sum varð tikin av døgum um ár 25
Í dag fyllir Jósvein Kruse
Østerø í Klaksvík 70 ár. Jós
vein er føddur á Trøllanesi,
har hann sleit sínar barna
skógvar saman við systkjun
um, Marjun, Páll, Hans Jac
ob, Ásu, Eiriki, Jógvan og
Leivur. Av teimum eru
Leivur og Erik farnir.
Foreldur teirra vóru Asta
Maria Sunneva Olsen av
Eiði og Absalon Østerø av
Trøllanesi.
Í 1962 giftist Jósvein við
Jastrid Oliviu Jacobinu Høj
bro og fingu tey børnini,
Absalon føddur í 1962, Elin
Súsanna í 1964, Anna í
1967, Joan í 1968, Jóannes
í 1970 og Jóhanna í 1975.
Jóannes doyði brádliga av
sjúku knapt trý ára gamal.
Abbabørnini eru 15 í tali.
Í fjør var Jósvein fyri tí
stóru sorg at missa konu
sína, sum doyði av krabba
meini bert 64 ára gomul.
Jósvein er ein sera hegnig
ur og virkin maður, sum
altíð hevur nóg mikið at
gera og dugir mest sum alt.
Hann er fryntligur, skemt
ingarsamur, jaligur av lyndi
og er altíð til reiðar at
hjálpa, tá heitt verður á
hann.
Sum ungur lærdi hann til
jarnsmið í smiðjuni Ídni í
Klaksvík og seinni fór hann
á maskinskúla. Hann hevur
fyri tað mesta arbeitt á
landi, men var eisini eitt
skifti til skips. Í nógv ár var
hann vatnmeistari hjá Klaks
víkar kommunu og í nøkur
ár starvaðist hann sum húsa
vørur í Drotningar Mar
grethu barnagarði. Barngóð
ur sum hann er varð skjótt,
at børnini í barnagarðinum
kannaðu sær hann og kall
aðu hann abbi.
Jósvein
verður
ynskt
hjartaliga tillukku við føð
ingardegnum og Harrans
signing á lívskvøldinum.
Føðingardagurin verður
hildin í KFUM í kvøld frá
klokkan 18.00.
Jósvein Østerø
70 ár
Lesið Sosialin - so eru tit við