mikudagur 28. november 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 231 - 28. november 2007
tíðindi
- Vit hava nógv
at læra, men vit
kunnu eisini fáa
nógv burturúr
atlimaskapinum í
FAO, sigur løgmaður
AltjóðA sAmstArv
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Føroyingar hava nógv at
læra, hvat ið altjóða sam
starvi viðvíkur. Men vit
kunnu eisini fáa stórt gagn
burtur úr tí stóra arbeiðnum,
sum verður gjørt í FAO til
frama fyri burðardyggari
matvøruframleiðslu.
Tað segði Jóannes Eides
gaard, løgmaður í takkar
røðu síni, tá ið Føroyar
fingu atlimaskap í altjóða
matvørufelagsskapinum
undir ST.
Løgmaður fegnast um
atlimaskapin, sum fer at
geva Føroyum ein virknan
leiklut innan altjóða fiski
vinnusamstarv.
Harafturat gevur atlima
skapurin møguleikar fyri
menningarvirksemi og sam
starv í sambandi við menn
ingarhjálp.
Í FAO kunnu Føroyar
koma við royndum og ser
kunnleika innan fiskuvinnu
og aling, og harafturat gagn
nýta og læra av holla virk
seminum hjá FAO.
Hann segði, at atlima
skapurin í FAO er ein varði
í Føroya søgu og føroyingar
vóru spentir eftir at taka
virknan leiklut í arbeiðnum
í felagsskapinum.
At vera beinleiðis uppi í
hesum arbeiðnum, fer at
styrkja okkum, bæði um
sitingarliga og vinnuliga í
arbeiðnum fram ímóti tí
felags málinum.
Við einum búskapi, sum
í høvuðsheitum er bundin
at fiskivinnu og alivinnu,
eru føroyingar fullgreiðir
yvir týdningin at styrkja
okkara førleika til at átaka
okkum tær avbjóðingar,
sum alheimsgerðin og veð
urlagsbroytingarnar áleggja
okkum.
Eisini Vinnuhúsið fegnast
um atlimaskapin.
Bera vit okkum rætt at.
Kann hetta fáa stóran týdn
ing fyri Føroyar sum mat
vøruútflytara, sigur Vinnu
húsið á heimasíðu síni.
Sagt verður, at atlima
skapurin ger tað gjørligt at
fáa ávirkan á tey mál, sum
eru á dagsskrá í FAO og í
ávísan mun at eisini at seta
mál á dagsskrá.
Men skulu vit fáa nyttu
av hesum limaskapi, er tað
av alstórum týdningi, at vit
brúka bæði politiska, umsit
ingarliga og vinnuliga orku
til at gagnnýta limaskapin
og teir møguleikar, hann
ber í sær, til fulnar.
Vit mugu seta neyðuga
tíð og orku av til at fyrireika
okkum til tey mál, sum eru
á skránni í FAO.
Vinnuhúsið heldur eisini,
at tað hevur týdning, at før
oyingar eisini halda seg
framat, tá ið størv verða
lýst í FAO. Stimbra vit før
oyingum at fáa sær royndir
í arbeiði á altjóða stovnum,
kunnu teir eisini bera vitan
heimaftur við sær og sostatt
gera okkum betri før fyri at
arbeiða miðvíst á hesum
øki.
Sita til borðs við teimum stóru
Í Rom nýtti Bjørn Kalsø høvi til at heilsa uppá stjóran á
fiskivinnudeildini hjá FAO, Ichiro Nomura. Hann er væl
kunnugur við Føroyar, eisini frá fyrrverandi starvi sínum
í heimlandinum, Japan, har hann hevur umboðað Japan í
IWC, tunfiskafelagsskapinum ICCAT og øðrum millumlanda
samstarvi um fiskiveiðu
Løgmaður, íslendski fiskimálaráðharrin Einar Kristinn
Guðfinnsson og Bjørn Kalsø
Føroyingarnir undir Flaghátíðarhaldinum eru: Jonhard
Eliasen frá sendistovuni í Brússel, Kate Sanderson frá Fiski
málaráðnum, løgmaður, Bjørn Kalsø og Kaj P. Mortensen,
serfrøðingur á Løgmansskrivstovuni
Jacques Diouf, aðalstjóri
í FAO, ynskir løgmanni
tillukku, undir liðini á honum
er formaðurin fyri FAO
fundin, Carlos Vallejo López
úr Ekvador, sum handaði
honum Merkið
Løgmaður hjálpir til at vinda Merkið í húnarhátt
Frá ráðsfundinum hjá FAO