Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. november 2007 Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› VARPIÐ Canal+First • Sunnudagin kl. 19.00 Christmas in Boston Gina og Seth hava verið bestu vinir í 13 ár, men tey hava ongan tíð hitt hvønnannan. Nú skal tað henda, men trupulleikin er bara, at myndirnar, sum tey hava sent sínamillum als ikki eru av teimum sjálvum. Uttan at nakar teirra veit av hvørjum øðrum, fáa tey tí vinirnar at hittast. 3+ • Mikudagin kl. 21.50 Booty Call Bunz og Rushon er bestu vinir. Teir báðir gleða seg til eina dupult-date við Lysterine og Nikki. Ætlanin er sjálvandi, at tær báðar skulu enda í seingini, men tað er tó ikki so lætt kortini. Tær báðar hava nevnliga sína egnu fatan um, hvat trygt sex er fyri nakað. Kanal4 • Leygardagin kl. 20.00 D.C. Sniper: 23 Days of Fear Í oktober mánaði í 2002 gjørdust snigskjúttarnir John Allen Muhammed og Lee Boyd Malvo frá sær sjálvum og skutu eina rúgvu av tilvildarligum persónum í Virgina, Washington DC og Maryland. Løgregluovastin Charles Moose, sum var leiðari av kanningararbeiðinum, hevði lítið at arbeiða við og fekk nógvar skolur. Men eftir 23 døgum eydnaðist tó at finna teir báðar, ið als ikki líktust teimum persónum, sum roknað varð við.