Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 28. november 2007 29 Starv á Føroya Barnaheimi Barnaheimið søkir við hesum eftir einum peda­ gogi til Ungdómsdeildina at arbeiða 40 tímar um vikuna at byrja 2. Januar 2008 ella eftir nærri avtalu. Pedagogar, sum verða lidnir í februar mánaði 2008, eru eisini vælkomnir at søkja. Tann ið settur verður í starvið, skal starvast í skiftandi vaktum á Ungdómsdeildini, har tað er pláss fyri 6 børnum í aldrinum 12 – 18 ár. Harumframt er eitt bráðfeingispláss. Um Ungdómsdeildina: Á Ungdómsdeildini eru 8 fólk í starvi, øll við viðkomandi útbúgving. Endamálið við arbeiðnum á Ungdómsdeildini er, at støði verður tikið í tí einstaka barninum, har dentur fyrst og fremst verður lagdur á umsorganina, vegleiðingina og eygleiðingina. Skaptir verða karmar rundanum barnið, so­ leiðis at reglusemi kemur í gerandisdagin. Tá talan er um tørvir og ynskir hjá barninum, verður altíð í hvørjum einstøkum føri tikið hædd fyri aldur og førleika annars. Førleikakrøv: Vit sóknast eftir einum starvsfólki, ið hevur ávísan kunnleika til at arbeiða við børnum og ungum. Tað er umráðandi, at viðkomandi hevur fakligan áhuga og góð samstarvsevni. Tann ið settur verður, skal kunna arbeiða sjálvsstøðugt. Ein partur av arbeiðnum er skrivligt arbeiði, og umráðandi er, at viðkomandi dugir væl at málbera seg bæði í skrift og talu. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 09.12.2007. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ulrik Jensen, deildarleiðara ella Beintu Johannesen Mørkøre, leiðara á tlf. 312320 Føroya Barnaheim Pedda við Steingøta 10 FO­100 Tórshavn Reingerðarfólk Vit sóknast eftir fólki til reingerð. Vinarliga ring 604174 eftir kl.12 ella 214175. Sp/f Dveylan Bestu piparnøturnar fáa tit hjá okkum Tlf 312161 gron@gron.fo www.gron.fo lýsingar Frá Norðoya Javnaðarfelag 3. uppstillingarfundur til løgtings­ valið verður mikukvøldið 28/11 kl. 19.00 í Nólsoyar Pállsgøtu 7. Við á fundinum verða løgtingslimir. Allir limir eru vælkomnir og nýggir limir kunnu tekna seg. Nevndin Bioanalytikari Í samband við økt virksemi søkir Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu eftir einum bioana- lytikara at byrja skjótast til ber. Full arbeiðsvika, men møguleiki er fyri niðursettari tíð. Førleikakrøv • bioanalytikaraútbúgving • teldukunnleika Við tað, at deildin hevur fleiri granskingarverk- ætlanir í gongd í senn, er ynskiligt, at umsøkjarin er fleksibul, soleiðis at hann kann laga seg til tær ymisku granskingarætlanirnar. Deildin hevur, síðan hon varð sett á stovn í 1988, skipað fyri ymiskum granskingarvirksemi innan bæði arbeiðslæknafrøði og fólkaheilsu. Hetta virksemi, sum hevur verið í neyvum samstarvi við starvsfelagar í Evropa, USA og Asia, er fíggjað við peningi frá almennum og privatum grunnum í Føroyum, USA, ES og Danmark. Ein megintáttur í granskingini er, hvussu dálkingin av heimshøvunum ávirkar heilsuna hjá føroyskum børnum - og nú eisini hjá vaksnum fólki. Á deildini starvast í løtuni 15 fólk. Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið Umsóknarfreistin er 17. desember kl. 12.00. Nærri fæst at vita við at ringja á tlf. nr. 316696 ella 216696 til Pál Weihe, yvirlækna, ella t- post pal@health.fo. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og øðrum upplýsingum skal sendast til: Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Sjúkrahúsverk Føroya Sigmundargøtu 5 Postsmogu 14 FO-110 Tórshavn SJÚKRARØKTARFRØÐISKÚLI FØROYA Jónas Broncksgøta 25 · FO-100 Tórshavn · tel: 352 250 fax: 352 251 · heimasíða: srfs.fo · t-postur: srfs@srfs.fo > Telefonráðgeving > Anonymitet > Tagnarskyldu > Stundir at lurta K R E A . F O . TEL 47 80 80 www.blakross.fo Arbeiðsmaður til Runavíkar Kommunu Søkt verður eftir dugnaligum og sjálvstøðugum arbeiðsmanni at taka sær av serøki á vegadeildini í Runavíkar Kommunu. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Teknisku Deild, Jógvan D. Jakobsen, tlf. 417025. Skrivlig umsókn skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi 12. desember 2007 kl. 12. Runavíkar kommuna Postboks 139 610 Saltangará Runavíkar Kommuna Boks 139 · Heiðavegur 26 · FO-610 Saltangará tlf 417000 · runavik@runavik.fo · www.runavik.fo