mikudagur 28. november 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sum er kendur frá Flogfelagnum.
Frits var tá elektrikari og arbeiddi
á flogvøllinum, tá bretar høvdu
hann. Leon og Louis vóru
formenn. So eg kendi ein hóp av
fólki á hesum leiðum.
Men at koma úr Vágum til
Havnar var sum at koma til ein
stórbý.
D-dagurin
Her skal komast inn á eina
aðra týdningarmikla hending
undir krígnum, og var hetta
tann sokallaði D-dagurin, tá ið
teir sameindu gjørdu innrás í
Normandínum í Frankaríki fyri
endaliga at kunna basa týska
herinum. Hesin dagur var 6. juni
1944.
Her hendi ein syrgilig vanlukka,
tá ið amerikanarar mistu eini 900
fólk 28. apríl 1944 í Devon, tá ið
skip hjá teimum vóru álopin av
skjóttgangandi týskum bátum.
Hetta var beint fyri innrásini í
Europa D-dagin, og teir gjørdu
hernaðarroyndir uppundir
innrásina.
Her er nú reistur einn minnis-
varði fyri teir falnu amerikan-
ararnar. Hetta var ein ræðuligur
sorgarleikar. Tað var fyri kortum
eitt minningarhald her, og fleiri
amerikanarar, sum vóru har tá,
komu og teir greiddu frá hesi
søguni. Hetta var eisini ein søga,
sum einki varð tosað um tá, og
sum tí heldur ikki kom alment
fram fyrr enn nógv seinni.
Tað vóru fleiri føroyingar við
í D-degnum, sum var eitt stórt
avrik. Longu fyrsta dagin vóru
150.000 sameindir hermenn settir
í land í Europa. Av hesum fullu
5.000. Men hetta var byrjanin til
endan hjá Hitler í Europa.
MIÐvIkan
28
nr. 231 • 28. november 2007
Eg minnist fleiri luftálop.
Tey vóru oftast í Havn og á
Skálafjørðinum, tí har lógu altíð
krígsskip.
Eg minnist, at ein tangabátur
lá fyri akkeri yviri av
skipasmiðjuni á Skála, tá eg og
abbi einaferð fóru norður í Boð
at bera torv úr tí ovari krónni
og oman í krónna á bakkanum.
Stríðið var nógv at fáa torvið til
hús. Seinni, tá ið viðraði, fekk
abbi ein bát til láns av Skipanesi
og farið varð norður í Boð, har
torvið so bleiv fylt í sekkir, sum
síðani vóru laðaðir í bátin. Fyrst
á miðjuni, so framman og aftan
á bátinum. Millum stakkarnar
av sekkum var pláss rógva.
Øll máttu sita pinna still, so at
báturin ikki skuldi rulla og taka
sjógv inn, fríðborðið var bert
nakrar fáar tummar. Tá ið vit
vóru komnir á Skipanes, kom ein
lastbilur eftir torvinum og koyrdi
tað yvir til Gøtu.
Tað var ein heystardag, at vit
bóru torvið oman. So hoyri eg
nøkur "bunk", sum tá ið bumbur
verða kastaðar. Eg sigi við
abba, at nú eru teir aftur eftir
"Caroline Thorden". Hetta var ein
finskur dampari, sum var á veg
til USA við pappíri og nøkrum
ferðafólkum. Hon var sett upp
á land norðuri í Sundalagnum.
Teir høvdu fingið frítt at fara
- frá bæði týskarum og teimum
sameindu - men hóast hetta bleiv
hon bumbað av týskum flogfari,
tá ið hon lá í Nólsoyarfirði.
Eldur kom í lastina og skipið
brendi í fleiri dagar. Nøkur av
teimum umborðverandi doyðu
og onnur fingu skaða. Eg búði
í Havn tá og var á keiuni, tá ið
“Streymur” kom við fólkinum.
Reyða Kross ambulansurnar hjá
hermonnunum fingu ikki koyrt
fyri fólki, sum var komið oman á
keiuna. Teir noyddust tí at rópa
“luftalarm”, fyri at fáa fólkið
at renna burtur av keiuni, so
ambulansurnar kundu sleppa at
koyra skaddu fólkini á hospitalið.
Vit eru nú aftur norðuri í Boð,
og eg hoyri eitt kraftugt surr
aftanfyri meg. Omma hevði
sæð flúgvaran koma lágt yvir
sjógvin inn eftir víkini, og so upp
um fjallið, og tá fara skjútsini
á Skálalandinum at skjóta eftir
flogfarinum, og granatirnar
brustu rundan um meg. Eg rann
yvir undir steinarnar at kroka.
Tað var har, vit annars plagdu
at fáa okkum ein drekkamunn.
Tá ið flúgvarin so kemur hinu-
megin fjørðin, verður skotið
frá Skipanesi og Søldarfirði,
og hann fer so yvir ímóti tanga-
bátinum, sum lá fyri akkeri á
fjørðinum. Skjúttin umborð á
tangaskipinum skjýtur fyrst tvær
ferðir eftir flogfarinum, og so
skjýtur flúgvarin tvær ferðir móti
tangabátinum. So varð ikki meira
skotið teirra millum. Flogfarið
kastaði bumburnar niður, og tað
var eitt slíkt rok, at eg helt, at
tangabáturin var sokkin. Men tá
avtornaði fleyt hann framvegis.
Morgunin eftir fáa vit at vita, at
skjúttin umborð varð dripin.
Tjúgu ár fram
Nú fari eg at leypa tjúgu
ár fram í tíðina. Eg var tá á
Umboðsstovuni í Aberdeen.
Tá kemur ein maður og
bankar uppá. Tann dagin var
seyðamarknaðardagur, og hann
hevði ein fjallstav í hondini.
Hann segði seg vera seyðabóndi
nærindis Scrabster. So segði
hann, at beiggi hansara doyði í
Føroyum undir krígnum. Sjálvur
livdi hann ikki heilt væl. Hann
átti eina systur, sum var á lívi,
og tey bæði vildu fegin vita,
hvat ið var hent við beiggjanum.
Tey høvdu bert fingið eitt stutt
fjarrit við boðum um, at beiggin
var "killed in action". Tað var ikki
loyvt at siga meira, tí fíggindin
mátti ikki fáa at vita meira
enn neyðugt. Hann fortaldi, at
beiggin var í flotanum og tá eg
spurdi nærri, greiddi hann frá,
at beiggin var ein "gunner",
kanónskjútti. Eg spurdi, um hann
sigldi við einum tangabáti. Svarið
var: "Jú, júst tað". Tá kundi eg
greiða bóndanum frá, at eg hevði
sjálvur sæð tilburðin, og eg kundi
váttað, at beiggin veruliga var
deyður í einum samanbresti.
Tá ið eg komið oman aftur í
fjøruni, stendur abbin har og
skimast upp í luftina. Eg bað
hann fyri alt í verðini um at
leggja seg niður.
Álop - meðan vit eru í torvi
Í 2005 hevði FF-blaðið eina røð við frásøgnum hjá Sofus Poulsen. Hann er ættaður úr Syðrugøtu, og
hann hevur verið umboðsmaður hjá Føroyum í Aberdeen í meira enn hálva øld. Ein fittur partur av
hesi frásøgn var frá tí hann upplivdi undir 2. heimsbardaga. Vit taka nakað við av tí, sum hann
hevur upplivað í hesi frásøgn
Komandi miðvikur
Tað verða tríggir partar í hesi røðini.
Í komandi parti verður greitt frá, tá
ið Hanna kemur inn í myndina. Hon
fór í býin at taka myndir av enskum
hermonnum… Tað gjørdist hennara
lagna
Lina Danielsen doyði í 1937
Hetta er eitt lítið ískoyti til frásøgnina
um Linu, sum var gift við Daniel J
Danielsen, hvørs søgu vit hava lýst í
undanfarnu trimum Miðvikum.
Hon seldi húsini á Landavegi 54 í
1920. Tá er hon uttan iva flutt aftur til
Leith, har hon var fødd, dóttir føroysk
foreldur.
Hon giftist aftur við einum slaktara
sum kallaðist John Smith, og hon
doyðu 24. juli 1937 av hjartabreki.
Hennar fulla navn var annars Nicoline
Henriette.
Tað verður meira áhugavert tilfar um
Dollan fyrst í komandi ári. Tá fáa vit
eina fullfíggjaða søgu um ein føroying,
sum hevði týðandi leiklut í parti av
heimspolitikkinum fyri 100 árum
síðani.
Roykur stígur upp frá
Dunkerque, meðan
bretsku hermenninir eru
á veg heim. Hvíta skipið
við bryggjuna er eitt
hospitalsskip