mikudagur 28. november 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 • 28. november 2007
MIÐvIkaN
27
sum er sunnast og vestast í
Onglandi við Ermasund. Har
høvdu bretar lagt minur, sum
skuldu forða fyri týskari innrás
í Bretlandi, hóast tað einki var
vitað um nakra ítøkuliga ætlan.
Men neyðugt var at gera eitt
nágreiniligt yvirlit yvir, hvar
hesar minur lógu, so tað tær ikki
gjørdust vandafuldar fyri bretsk
og sameind skip.
Har vóru vit ikki álopnir av
týskarum, men seinni tá eg var í
Plymouth, vóru vit álopnir.
Frá Cornwall varð eg sendur til
Plymouth, til eina serliga deild
at gera tunellir, har eg var hildin
at vera serfrøðingur. Plymoth var
ein stór flotastøð. Eg skuldi vera
við til at gera eina herstøð fyri
Mountbatton, sum var admiralur,
og sum seinni gjørdist seinasti
bretski varakongurin í India.
Hann var systkinabarn pápa
Elisabeth drotning, King George.
Mounbatton varð í august 1979
dripin av IRA, tá báturin hann var
umborð varð sprongdur í luftina.
Tað var í Plymouth, at D-dag-
urin, innrásin í Europa, skuldi
fyrireikast.
Her var eg so eina tíð, og fekk
so boð um at fara norður eftir til
eina uppgávu. Eg skuldi fara av
landinum aftur, men hetta varð
so avlýst. Síðan vóru einir 40
okkara tiknir út at verða sendir
til okkurt stað, sum vit ikki visti
hvar tað var. Vit roknaðu við at
verða sendir onkunstaðni við
Miðalhavið. Tá vóru vit sendir
til Yorkshire norðuri í Onglandi.
Í september 1943 varð eg
boðsendur at fara til Halifax í
Yorkshire, og vit vandu har átta
vikur, og var hetta ein hørð og
áhaldandi venjing. Her runnu vit
niðan og oman fjøllini.
Tá fingu vit boð um at fara til
goymsluna á herstøðimi at fáa
tropuklæðir. Hetta tóku vit sum
eina ábending um, at vit skuldu
fara í heitari lond.
Leiðin gongur til
Føroyar
Men so fingu vit boð um at lata
klæðini inn aftur, so onkur ætlan
hevur verið broytt. Hesa tíðina
vóru nakrir serfrøðingar sendir
til Ruslands, sum nú var ein av
teimum sameindu. Men vit vistu
ikki, hvagar vit skuldu fara. Vit
vóru einir 14 í bólkinum. Síðan
vórðu vit sendir til Glasgow,
har vit skuldu fáa nærri boð.
Júst tá varð vístur ein filmur fyri
okkum um onkran oyggjabólk í
Kyrrahavinum, tað var vist Haw-
aii, og vit spekuleraðu uppá, um
vit mundu fara at verða sendir
hagar!
Men úr Glasgow vórðu vit
sendir til Inverness í Skotlandi
og haðani til Invergordon, har tað
var ein stór flotastøð. Her sóu
vit eina rúgva av fólki, sum vóru
komin heim í farloyvi úr Føroyum.
Hetta sóðu vit á einum tekni,
teir høvdu á uniforminum, sum
var ymiskt fyri hvørja herdeild.
Teknið hjá teimum, sum komu
úr Føroyum var eitt tjaldur, og
tá varnaðust vit, at tað var til
Føroyar, vit skuldi fara.
Vit fara umborð á skipið Ben
My Cree, og eg haldi at hetta var
eitt skip, sum vanliga sigldi við
ferðafólki til Isle of Man, og sum
nú var nýtt til troppaflutning. Eg
hevði verið umborð á hesum skipi
í friðartíð til Isle of Man. Vit komu
upp til Føroyar ein sera myrkan
dag. Eg haldi, at tað var seint í
september ella fyrst í oktober.
Tað var jú myrkalagt, tá vit komu
inn móti Havnini, so tað var lítið
vit sóu. Men síðan sigldu vit til
Sørvágs. Nakrir av hermonnunum
skuldu heim til Bretlands, og
vit komu fyri teir. Tá vóru fram-
vegis ein hópur av bretskum
hermonnum í Vágum, sum jú
var høvuðsstøðin fyri bretarnar
í Føroyum. Her vóru jú upp til
5000 bretskir hermenn í senn, og
tað vóru upp til 9.000 hermenn
í øllum Føroyum. Vágafólk vóru
ein lítil minniluti í oynni, og tey
máttu enntá hava pass, um tey
skuldu í oynna. Her vóru bretskir
stovnar av ymiskum slagi sum
sjónleikarhús, kirkja og eisini
sjúkrahús.
Men júst um hesa tíðina byrj-
aðu bretar at senda hermenninar
heim aftur í rættiliga stórum tali.
Vandin av týskarum var tá ikki
so stórur longur. Teir høvdu nóg
mikið um at vera í Russlandi,
samstundis sum bretar høvdu
meira brúk fyri sínum hermonnum
á øðrum hermótum, eisini í
samband við ætlaða D-dagin.
Antiklimaks at koma
til Føroyar
At koma til Føroyar var eitt
slag av antiklimaks. Eg var væl
útbúgvin hernaðarliga, og hevði
eisini eina góða venjing frá fyrra
partinum av krígnum, har eg jú
hevði verið úti fyri einum sindri
av hvørjum. Men so at koma til
Føroyar, har tað veruliga ikki var
nakar bardagi. Hetta var sanniliga
ein stórur munur.
Her var eisini ein deild av
Cameronians, sum eisini veruliga
hevði roynt at verið í bardaga
aðra staðni, teir høvdu tá mist
120 av 850 monnum. Teir vóru
sera væl vandir. Leiðarin hjá
teimum hevði fingið eina ta
hægstu medaljuna í bretska heri-
num. Teir munnu hava havt somu
kenslu, sum eg sjálvur.
Sjálvur var eg við í einum
verkfrøðingaliði, sum hevði
byggiuppgávur um hendi.
Eg var so í Vágum í 20 mán-
aðar. Tað vóru aðrir, sum høvdu
verið í hálvt fjórða ár. Fólk vóru
sera vinarlig, og eitt tað fyrsta
eg minnist er, at tveir hermenn
vórðu giftir við tveimum systrum.
Tað vóru annars nógv giftarmál
millum bretskar hermenn og
gentur úr Vágum.
Kom at kenna nógv
fólk
Eg kom eisini at kenna nógv
fólk í Sørvági. Ein tann fyrsti
føroyingur, sum eg kom at kenna
kallaðist Sanna Petersen. Hon
átti ein beiggja sum æt Hanni, og
sum var bátasmiður. Hon hevði
eisini ein beiggja sum kallaðist
Napoleon Petersen, sum var
skúlalærari í Sørvági, seinni
gjørdist hann lærari á Slættanesi.
Hann var pápi Kára, sum giftist
við Maritu Petersen, løgmann
fyrst í 90-unum, sum tað júst er
skrivað ein bók. Eisini var ein
beiggi sum kallaðist Poul. Hann
varð ítróttarlærari í Havn. Hann
gjørdist formaður í ÍSF og ítróttar-
ráðgevi hjá skúlunum. Hann
plagdi í 50-unum at ferðast til teir
ymisku skúlarnar á landinum at
leggja teimum lag á við ítrótti. Ein
annar beiggi var Daniel.
Eg kom eisini at kenna Joensen
familjuna í Sørvági. Eg og Leon
Joensen, sum gjørdst tingmaður
fyri Sambandsflokkin 1954-1974,
blivu góðir vinir. Eg kendi eisini
foreldrini hjá honum. Kendi eisini
væl Giggu Mouritsen, sum búði
í Havn, og sum var gift við Karl
í Kaffivogninum. Louis Joensen,
sum búði seinni í Mykinesi, var
beiggi Giggu. Hann doyðu longu,
tá ið hann var 50 ár. Poul Arni,
Karla, Kristoffur og Louis, systkin
hjá Giggu, vóru systkinabarn
Leon. Páparnir vóru brøður. Tey
gomlu vóru sera fitt. Tey plagdu
at siga við meg, tá eg fór til
Havnar, at eg mátti fara at vitja
Giggu, og har vitjaði eg ofta. Eg
kendi eisini fleiri á mínum aldri,
sum til dømis Frits og Lars Larsen,
Her hugna teir sær í barakkum. Báðar myndirnar úr barakkunum tók Harry um 1943/43 úti á Bakka í Sørvági
Ein kaffimunnur er góður í kríggi
Millum teir sum Harry kom at kenna
væl var Leon Joensen, sum var
løgtingsmaður fyri sambandsflokkin
fyri Vágar í nógv ár