mikudagur 28. november 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 231 - 28. november 2007 ]
AB’arar til HB
Rógvi Poulsen, sum var ein av ungu argjamonnunum, ið
veruliga gjørdi um seg í Formula-deildini í ár. Kviki
vongurin, sum enn bert er 18 ár, gjørdi í fleiri dystum
veruliga vart við seg, og eftir øllum at døma hevur hetta
givið honum mót upp á meira Formula-bólt, hóast AB
flutti niður. Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar
Fótbóltur, váttar, at HB og Rógvi hava skrivað undir trý-
ára sáttmála. Eisini hevur HB gjørt sáttmála við Pætur
Jørgensen. Hann hevur sín uppruna í HB, men var seinnu
kappingarhálvu í ár partur av AB-liðnum.
Súni Fríði skal venja B68
B68 hevur gjørt avtalu við gamla málslúkin, Súna Fríða
Barbá, sum við hesum verður venjari hjá 1. deildarliðnum
hjá B68. Súni Fríði hevur seinastu 15 árini verið millum
vandamestu álopsspælararnar í føroyskum fótbólti, men sum
skilst er ætlanin nú, at hann bert skal virka sum venjari. Og
tí verður hann helst ikki at síggja í álopinum hjá Formula-
liðnum hjá B68.
Svenski AaB venjarin
heldur at hansara
lið hevur ein
møguleika, hóast tað
kann roknast við,
at AaB fer at koma
í satt ódnarveður í
London hóskvøldið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ein føroyskur fótbóltsspæl-
ari hevur í hesi vikuni
møguleika at vera við í
europeiskum fótbóltsdysti.
Tað er Jón Rói Jacobsen.
Hann telist millum teir átj-
an AaB spælararnar, sum
mikumorgunin
fóru
úr
Aalborg og til London.
Ørindini eru at spæla
UEFA Cup uppgerð á White
Hart Lane ímóti Tottenham
Hotspur FC. Dysturin verð-
ur hóskvøldið kl. 20.45.
Lítil ivi man vera um, at
svenski AaB venjarin, Erik
Hamrén fer at halda seg til
teir spælararnar, sum higar-
til í hesum kappingarárin-
um hava staðið seg so sera
væl. Tað vil við øðrum orð-
um siga, at Jón Rói Jacob-
sen verðu ein av eykamonn-
unum, sum fara at siga á
beinkinum og bíða eftir, at
tað møguliga skal verða
brúk fyri teimum. Súni
Olsen hevur ikki fingið boð
um at vera við á hesum túr-
inum.
Hóast tað hevur verið
soltið hjá Tottenham higar-
til í hesum kappingarárin-
um, so verður bitin hjá
AaB ógvuliga stórur. Í Aal-
borg verður roknað við, at
talan verður um eina tí
størstu avbjóðingina, sum
AaB nakrantíð hevur stað-
ið andlit til andlit við.
AaB venjarin sigur, at
hann og spælararnir gleða
seg til ógvuliga stóru av-
bjóðingina.
- Tað verður ógvuliga
spennandi at síggja, hvussu
vit fara at megna hesa upp-
gávuna. Avbjóðingin kenn-
ist at vera av heilt øðrum
slagi enn hinar, sum higartil
í heyst hava verið á UEFA
Cup skránni. Vit mugu
rokna við, at eitt eingilskt lið
alla tíðina fer at spæla við
øgiligari ferð, og at teir frá
fyrsta bríksli fara at leggja
stórt trýst á okkum. Um vit
yvirhøvur skulu hava nakran
sum helst møguleika, so
skulu allir ellivu á vøllinum
spæla yvir evni alla tíðina,
staðfestir Erik Hamrén, og
hann heldur fram:
- Vit rokna avgjørt við,
at tað skal eydnast hjá okk-
um, og tá ið tú roknar við,
at tað fer at roynast væl, so
er talan sjálvsagt um ein
møguleika. At tað kann
bera til, um tað á pappírin-
um ikki sær nakað serligt
út, hava vit víst fyrr í ár,
staðfestir bjartskygdi AaB
venjarin, sum er ógvuliga
væl sæddur í Aalborg.
Jón Rói á veg
til Tottenham
Stór flogbóltskapping
hevur í vikuskiftinum
verið á Tvøroyri,
hetta var kapping
fyri yngri lið, tað er
gentir og dreingir
í bólkunum 10, 12
og 14 ár, umframt
eisini kvinnu og
mansunglingar.
FlOGbóltur
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Kappingin var sera væl fyri-
skipað, og við Føroya
Banka sum stuðli, skipaðu
TB fyri einari sera væleydn-
aðari kapping, ið øll kunnu
vera glað fyri.
Styttri enn vanligt
Kappingin var soleiðis skip-
að, at hon ikki innibar, teir
vanligur reglurnar í flog-
bólti. Ístaðin fyri at spælt
varð til best av fimm sett-
um, varð spælt til best av
trimum settum í hvørjum
dysti, og hetta stytti mun-
andi um dystirnar. Á hendan
hátt var møguleiki fyri at
avgreiða so nógvar dystir
sum møguligt, og varð kapp-
ingin eisini á hendan hátt
meiri áskoðaravinarlig.
Nógvir áskoðarar
Nógv fólk varð komið sam-
an í hallunum báðum, tó ser-
liga inni í Trongisvági, har
hølisviðurskiftini eru fram-
úr góð til slík tiltøk. Hetta
høvið nýttu nógv fólk og
har vóru hjálparfólk í hópa-
tal, umboð fyri kommununa,
stuðlar og onnur.
- Samanum tikið er tað
stak hugnaligt at fyriskipa
eitt slíkt tiltak her suðuri, tí
tað eru ein ørgrinna av
hjálpandi hondum klárar,
alt fyri eitt at hjálpa, bæði í
skapi av foreldrum, fyriskip-
arum, stuðlum, kommunu-
limum og mongum øðrum.
Tá so mong eru til reiðar at
taka eitt tak saman, tá gerst
tað lætt sum eitt spæl. Og
saman við sera góðum hølis-
viðurskiftum, fer alt upp í
eina hægri eind, metir Otto
Gram, ein av venjarunum í
TB-Flogbólti
Merkt av frámelding
Fleiri lið, ið høvdu meldað
lið til kappingina, komu ikki
suður, og millum annað
valdi Dráttur at trekkja øll
síni lið aftur. Hesi grund-
góvu at veðrið fór væntandi
at verða ov ringt til at koma
suður. Hetta metir ein av
fyriskiparunum av kapp-
ingini vera sera óheppið, tí
ættin er tann besta ættin fyri
ferðing um suðuroyarfjørð.
Hetta hevði við sær at
kappingin var eitt sindur
merkt av umrokeringum og
ymsum, ið sovorðnum til
hoyrir, men samanumtikið
var tað ein sera væl fyriskip-
að kapping, ið øll, sum
møttu upp, munnu vera glað
fyri.
Góð úrslit hjá TB
Í teimum átta kappingar-
greinunum, kappast varð í,
stóðu aloftast eitt lið hjá
TB, ovast á heiðursmerkja-
skamlunum, og sigur Otto
Gram seg vera sera fegnan
um hetta. Hann sigur annars
at TB tey seinastu mongu
árini, nærum altíð hevur
havt sterka umboðan á
kvinnusíðini, men hann
sigur seg nú vera sera spent-
an, at fylgja dreingjaliðum
felagsins, tí har er nógv í
væntu hjá hesum dugnaligu
unglingum.
Serliga fegin er hann um
silvurheiðursmerkini
hjá
mansunglingum og gull-
merkini hjá kvinnuungling-
um, tí hiðani verður fram-
tíðin bygd. Tað vera hesi, ið
fara at ímynda framtíðar
flogbóltin á Tvøroyri og í
Føroyum.
Eftirmeting
Otto Gram sigur seg vera
ovurhonds fegnan yvir at
tað gekk so væl í vikuskift-
inum.
- Fyri fyrstu ferð nakran-
tíð hava vit í TB- flogbólti
fingið teldubrøv, har ymisk
lið hava takkað fyri góða
kapping og góð upplivilsir.
Millum annað varð skrivað,
at børnini vóru glað og stolt
av at hava verið við á Tvør-
oyri, sigur Otto, og leggur
afturat, at hann er sera spent-
ur um FM-finalurnar, í
yngru deildunum, ið verða
spældar á Tvøroyri, 22.
mars í komandi ári.
- Hesar finalur koma at
verða spældar í optimalum
umstøðum á Tvøroyri, og
vit gleða okkum til at taka
ímóti finalistunum og vón-
andi
mongu
áskoðarum
teirra, sigur hann
FM-finalistarnar
hjá
gentum og dreingjum í bólk-
inum 14 ár, umframt kvinnu
og mansunglingar, skulu
fyri fyrstu ferð spæla final-
ur á sama gólvi, ið nýtt
verður til árligu flogbólts-
finalurnar í februar, hjá
teimum vaksnu, og hetta fer
at ganga fyri seg á Tvøroyri
tann 22. mars.
Hesir finalistar verða allir
funnir, tá liðini bresta sam-
an í FM-kapping fyri yngru
deildir, tann 1. mars.
TB tók 6 av 8 gullmerkjum
Úrslitini frá Føroya Banka kappingini á Tvøroyri
Nr. 1
Nr. 2
Nr. 3
Gentur 10 ár:
TB a
KÍF a
KÍF b
Gentur 12 ár:
TB a
TB b
KÍF a
Gentur 14 ár:
Fleyr a
TB a
KÍF a
Kvinnuungl.:
TB
SÍ
KÍF
Dreingir 10 ár:
TB a
TB b
TB c
Dreingir 12 ár:
TB
SÍ
Dreingir 14 ár:
TB b
TB a
Mansungl.:
SÍ
TB a
TB b
FAKTA
Fegnar gentur (10 ár), ið vunnu á Tvøroyri