Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 231 - 28. november 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Í vikuskiftinum skipaði svimjifelagið Reki fyri stórari svimjikapping í Leirvík. Tiltakið var sera væl eydnað, og nógvir luttakarar vóru møttir. SVIMJING Niels Petersen niels@sosialurin.fo Millum teir nokk mest ser­ merktu vóru trýggir bróður – trýburðar, og teir umboð­ aðu Fuglafjarða Svimjifelag, hesir eru Jacobsen brøður­ nar; Theodor, Tórur og Birg­ ir. Afturat teimum høvdu teri einans brúk fyri einum, til tess at manna eina stafett, og so var. Teir høvdu Jør­ mund Torkilsson afturat sær. Hesir fýra ungu piltar svumu finalu móti einum liði í Reka, men hesir vórðu, ungu fuglfirðingun­ um ov sterkir, og Reki vann sostatt. Finalan, talan er um í hesum føri, var 4x33 metur fyri dreingir. Eindømi  Tað man vera fyrstu ferð í føroyskari svimjisøgu, at trýburðar svimja í somu stafett í kapping í Føroyum, og má tað sigast at vera ikki sørt stuttligt hjá hesum ungu piltum, at sleppa at uppliva hetta. Kappingin var annars skipað soleiðis, at kappast varð í trimum bólkum, hesir vóru: Bólkur 1 (0­10 ár) Bólkur 2 (11­12 ár) Bólkur 3 (13­14 ár) Kappingin gekk væl hjá summum feløgum, og minni væl hjá summum. Omanfyri sæst samlaða heiðursmerkjabýtið í hvørj­ um einstøkum bólki: Svimjarar úr Fuglafirði skriva søgu Bólkur 1 Gull Silvur Bronsa H.S. 9 3 0 Ægir 4 4 4 Reki 1 7 2 F.S. 0 2 0 SuSvim 0 1 5 Skeggjar 0 0 0 Flot 0 0 0 Bólkur 2 Gull Silvur Bronsa SuSvim 6 9 7 Reki 5 0 2 Ægir 4 2 3 Flot 1 2 3 F.S. 0 2 0 H.S. 0 0 0 Skeggjar 0 0 0 Bólkur 3 Gull Silvur Bronsa Flot 7 3 8 Reki 6 6 5 F.S. 2 5 0 Skeggjar 1 0 0 FAKTA Arsenal spældu í gjárkvøldið á útivølli móti spanska Sevilla í bólki H í Champions League kappingini, og haðani fingu teir onki givið, tí til tess vóru Sevilla leikararnar alt ov tendraðir og vælspælandi FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Fimta umfar var í gjár­ kvøldið spælt í Champions League, og her var greitt at Arsenal taptu ímóti Sevilla, Manchester United sníktu seg til sigurs, móti endanum, móti Sporting og Rangers taptu tepurt í Týsklandi. Í september vunnu Ars­ enal 3­0 á heimavølli móti Sevilla, men heima í Spania er tað heilt ørðvísi at spæla, tí har eru Sevilla sera sterkir. Eitt sindur av hesari styrki vístu teir Arsenal, tá teir vunnu 3­1, hóast Arse­ nal løgdu seg á odda longu eftir 11 minuttum. Heima á Old Trafford vóru Manchester United tætt við bert at fáa javnt móti einum treyskum Sport­ ing liði, men tað skuldi vísa seg at vera fyrrverandi Sporting leikarin, Cristiano Ronaldo, ið skuldi verða avgerandi figururin í kvøldsins dysti. Tí í tíðini, ið dómarin hevði lagt aftur­ at, skoraði hann við frí­ sparki og vann sostatt dystin fyri reyðu djevlarnar úr Manchester. Sigast skal annars at Nani, ið umboðar United, eisini er fyrrverandi Sporting leikari, so tað er við blandaðum kenslum, at hesir báðir hava eftir dystin á Old Trafford í gjár­ kvøldið. Í Stuttgart í Týsklandi vitjaðu skotarnar úr Glasgow Rangers, og skuldi hetta vísa seg at verða ein sonn málveitsla, tí tá dómar­ in bríkslaði fyri síðstu ferð í dystinum, stóð máltalvan á 3­2 til VfB Stuttgart. Stutt­ gart leikarin Ciprian Marica skoraði tá fimm minuttir írestaðu. Hini úrslitini vórðu: Bólkur E: Lyon­Barcelona 2­2 Stuttgart­Rangers 3­2 Bólkur F: D.Kiev­Roma 1­4 Man Utd.­Sporting 2­1 Bólkur G: CSKA Moskva­PSV 0­1 Inter­Fenerbahce 3­0 Bólkur H: Sevilla­Arsenal 3­1 Steua Bucarest­Slavia Prague 1­1 Í kvøld vera so írestandi dystirnar í fimta umfari av Champions League, og tá spæla: Bólkur A: Besiktas­Marseille Liverpool­F.C. Porto Bólkur B: Rosenborg­Chelsea Valencia­Schalke04 Bólkur C: Lazio­Olympiakos Werder Bremen­Real Madrid Bólkur D: Benfica­A.C. Milan Celtic­Shakhtar Donetsk Fyrsta tap síðan 7.  apríl fyri Arsenal Trýburðarnar Theodor, Tórur og Birgir Jacobsen, ið umboðaðu Fuglafjarða Svimjifelag í kappingini, ið Reki fyriskipaði, seinasta vikuskifti A.C. Milan, ið eru Champions League meistarar, eftir at teir vunnu finaluna í fjør 2-1 móti enska stórliðnum Liverpool