Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 29. november 2007 5 tíðindi tí einstaka stovninum og tí einstaka starvsfólkinum, og hesi eru ikki øll líka. Turið sigur, at summi duga at síggja virði í at inndraga tey avvarðandi, meðan onn­ ur bara halda, at tað er best, at tey ikki blanda seg. ­ Nøkur starvsfólk halda, at tey eru so professionel, og tey vita so nógv, at tey hava ikki brúk fyri teim avvarðandi, sigur hon. ­ Starvsfólk hava ymiskar hugburðir, og hetta sást aft­ ur í teirra samskifti við okk­ um avvarðandi. Men tað er frustrerandi, at hetta skal vera bundið at hugburðinum hjá tí einstaka starvsfólki­ num. Øll skipanin átti at havt ein felags – orðaðan – hugburð, leggur Turið Jacob­ sen herðslu á. Beiggin var øðrvísi Turið greiðir frá, at Jóannis er tvey ár eldri enn hon; tey vuksu upp í Svínoy. Men tá Jóannis var 10 ár, fór hann fyrst tvey ár til Danmarkar og síðani á stovn í Havn. ­ Hann hevur stóran týdn­ ing fyri meg, og vit fyri hann. Men initiativið til okkara samband er mítt. Hann dugir ikki at uppsøkja meg ella spyrja eftir mær, sigur Turið. Hon minnist, at beiggi hennara var rokaligur og óstýriligur sum barn, men hann var eisini fitti beiggi hennara. Hann gekk eitt sindur í skúla og spældi eitt sindur við hini børnini, men hann var sjálvandi eisini øðrvísi og passaði ikki altíð inn. ­ Jóannis er Jóannis. Hann líkist sær sjálvum enn, sigur systirin og heldur fram: ­ Hann er væl fyri og fat­ ar nógv, men hann dugir ræðuliga illa at gera vart við nakað á vanligan hátt. Um hann fær frið, so finnur hann seg í tí. Men tað er ikki tað, hann vil og ikki tað, sum hann hevur brúk fyri. Turið greiðir frá, at um hann ikki verður aktiveraður, kann hann verða aggressiv­ ur, tí hann dugir ikki at gera vart við sína frustratión ella ónøgd á annan hátt. ­ Tá verður hann ordiliga keddur, tí hann veit, at hann hevur gjørt nakað skeivt. Og í slíkum støðum hevur hann brúk fyri umsorgan og forstáilsi. Sín egna talsmann ­ Tað snýr seg als ikki um, at starvsfólk skulu vísa mær virðing, men at tey vísa beiggja mínum virðing við at viðurkenna, at hann hev­ ur familju, sum er góð við hann. ­ Vit kenna hann eisini á ein annan hátt enn starvs­ fólkini. Fyri okkum er hann ikki eitt búfólk, men eitt heilt menniskja, sigur Tur­ ið. ­ Eg veit væl, at summi menningartarnað ikki hava familju, ella at familjan í onkrum føri ikki orkar at vera innblandað. Men tað merkir ikki, at familjan ein­ ki virði hevur, sigur Turið. Hon heldur eisini, at har eingin familja er, hevur tann menningartarnaði brúk fyri einum talsmanni, sum ikki er knýttur at almenni skipanini. ­ Tey hava brúk fyri onkr­ um, sum bara tosar teirra sak, og hetta kundi til dømis verið felagið, Javni. Tá fólk verða dømd fyri brotsverk og enda í fongsli, fáa tey ein fangatalsmann, hvørs uppgáva tað er at umboðað fangan mótvegis fongsulsskipanini. Men ein slíkan talsmann hava tey menningartarnaðu ikki. Verja bara borg Tvístøðan á sambýlinum, har Jóannis býr, endaði við, at leiðarin, sum starvsfólkini klagaðu um, fekk annað leiðandi starv í skipanini, meðan fleiri góð og dugna­ lig fólk søgdu upp. Turið valdi í fyrstu syftu at hava álit á tí kunning, sum hon fekk frá leiðsluni. Men eftir at hon hevur fing­ ið alment innlit í sakina, hevur hon ikki longur álit á skipanini. ­ Eg havi tað ringt við, at eg ikki gjørdi nakað fyri at verja bæði beiggja mín og tey dugnaligu starvsfólkini, sum vóru um hann, tá. Men eg helt veruliga, at skipanin hevði brúkaran í sentrum. Nú veit eg betur, sigur hon álvarsom. ­ Høvuðsuppgávan hjá skipanini tykist at vera at verja borg. Og um tørvurin hjá tí einstaka menniskjanum kemur upp á tvørs av tørvin­ um hjá skipanini, so hevur skipanin størri týdning, meðan tann einstaki kann verða ofraður, heldur Tur­ ið. Hon metir, at um brúkarin var í sentrum í skipanini, og dygdin hjá starvsfólku­ num varð mett eftir hesum og ikki ­ sum tað hevur víst seg – í hvønn mun tey meg­ na at geva seg undir ivasama leiðslu, so hevði konfliktin á Mýruni nokk ongantíð komið so langt, tí manna­ gondir høvdu verið greiðar og ábyrgd løtt at staðfesta. Maktarloysi Saman við øðrum avvarðan­ di hjá búfólki á Mýruni hev­ ur hon roynt at fingið eina frágreiðing, um hvat er hent seinastu tíðina, og hvørja ætlan stovnurin hevur fyri framtíðina, men tey fáa ikki nøktandi svar. ­ Tað er, sum siga tey við okkum, at tað rakar ikki okkum, tí tað er ikki okkara skipan. Kenslan av maktarloysi verður ikki betri av, at tey avvarðandi eru fullkomiliga bundin at almennu stovnun­ um. ­ Um eg eri ónøgd við ein handil, keypi eg bara onkra aðrastaðni, men í almennu skipanini mást tú bara laga teg til. Sum avvarðandi hava vit einki alternativ, og vit kunnu lættliga gerast so bangin fyri ikki at fornerma nakran, at vit finna okkum í øllum. Turið heldur ikki, at starvsfólkini altíð skilja tað vald, sum tey hava. Tey kun­ nu bara siga upp, um tey ikki eru nøgd, men tað kann tann menningartarnaði og tey avvarðandi ikki gera. Turið er hørm um støðuna á Mýruni, og hon er stúrin um føroysku skipanina, men hon leggur aftur og aft­ ur dent á, at hon ikki ynskir at fortelja eina grátisøgu. ­ Eg vil bara so gjarna, at føroyska skipanin tryggjaði, at stovnar og starvsfólk høv­ du ábyrgd av at skapa ein mennandi gerandisdag fyri tey, sum ikki makta tað sjál­ vi, sigur hon. evur onga trygd Jóannis er væl fyri og fatar nógv, men hann dugir illa at gera vart við nakað á vanligan hátt. Um hann fær frið, so finnur hann seg í tí. Men tað er ikki tað, hann vil og ikki tað, sum hann hevur brúk fyri, sigur systur hansara