Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 232 - 29. november 2007 tíðindi Turið Jacobsen, systir Jóannis, sum hevur down syndrom og býr á Mýruni í Havn, hevur mist álitið á tí skipan, sum skal tryggja at beiggi henn­ ara mennist og hevur tað gott. Hetta hendir eftir, at beiggi henna­ ra varð útsettur fyri harðskapi, uttan at tað nakra avleiðing fekk fyri harðskaps­ mannin javni Tekstur: Dorit Hansen Myndir: Benjamin Rasmussen Javni hevur í fleiri ár eftirlý­ st, at tey menningartarnaðu í Føroyum fáa betri rættar­ trygd, og í tí sambandið hava tey víst á, at tey menn­ ingartarnaðu hava brúk fyri einum talsmanni ella umboðsmanni, sum ikki er partur av sjálvari skipanini. 47 ára gamli Jóannis býr í sambýlinum á Mýruni í Havn. Har hevur hann búð í umleið 23 ár. Systir hansara, Turið Jacobsen, býr eisini í Havn, har hon arbeiðir sum ergoterapeut. Tey eru bæði úr Svínoy, har 84 ára gamla mamma teirra framvegis býr. ­ Javni hevur heitt á meg at vera við til at lýsa, hvussu rættarstøðan hjá fólki við menningartarni í Føroyum er. Eg játtaði at vera við, tí beiggi mín hevur verið fyri álvarsligum harð­ skapi, sum ongar fylgir fekk fyri tann, sum útinti harðskapin. Aftaná hevur Nærverkið eisini stuðlað viðkomandi í ómsemju á sambýlinum. Tað hevur m. a. havt við sær, at nógv góð og dugnalig starvsfólk eru farin úr starvi. Taparin eru tey menningartarnaðu, stað­ festir Turið. Turið hevur annars verið glað fyri, at beiggi hennara hevur búð á Mýruni. Men hendingarnar seinastu árini hava skakað tað álit, sum hon hevði á almennu føroys­ ku skipanini. Søgan hjá Turið og beigg­ ja hennara vísir, hvussu veikt brúkarin og tey avvarð­ andi standa, tá trupulleikar stinga seg upp. Í Danmark hava tey menningartarnaðu orðað rættindi, bæði tá tað snýr seg um menningaræt­ lanir og mannagongdir. Og tá harðskapur kemur fyri, eru greiðar reglur fyri, hvørjar avleiðingar tað fær. Men í Føroyum eru eingi yvirskipað krøv. Javni hevur í fleiri ár eftir­ lýst, at tey menningartarnaðu í Føroyum fáa betri trygd, og í hesum sambandið hava tey víst á, at tey menningar­ tarnaðu hava brúk fyri ein­ um talsmanni ella umboðs­ manni, sum ikki er partur av sjálvari skipanini. Hesum er Turið samd í. Avvarðandi ikki tikin við Tá fólk ikki duga at seta orð á egnan tørv, hevur tað serligan týdning, at tey, sum eru um tey, kenna tey nóg væl. Og her kunnu tey avvarðandi vera ein góð hjálp, heldur Turið. Tá ongar yvirskipaðar reglugerðir eru, eru bæði tey menningartarnaðu og teirra avvarðandi bundin at Jóannis he Turið Jacobsen er góð við beiggja sín, Jóannis, sum hevur down syndrom. Men sum avvarandi kennir hon seg mangan hjálparleysi yvir fyri einar valdsmiklari skipan, har tørvurin hjá tí einstaka menniskjanum kann hvørva í skrivstovuveldi