Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 3

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 29. november 2007 3 tíðindi Javni er felagið hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. Eitt av grundsjónarmiðnum hjá Javna er, at øll hava rætt til góð lívskor og tryggleika. Tíverri mugu vit í Javna staðfesta, at framvegis er langt á mál á hesum øki. Einasta verjulóg, sum er í Føroyum, er frá 1922. Í hesi lógini mugu tey menningartarnaðu ómynduggerast fyri at hava ein verja. Tá hetta verður gjørt, tekur rættarskipanin yvir, og tann menningartarnaði verður ómynduggjørdur á øllum økjum. Rættarmissurin er so umfatandi, at tann menningartarnaði enntá ongan vælrætt hevur. Hetta er óvirðiligt fyri ein sum í stóran mun klárar seg sjálvan Í Danmark hava tey eina nýggja verjulóg, sum gevur tí menningartarnaða rætt til eina til­ veru, har hann kann hava ein verja á teimum økjum, har hann ikki klárar seg sjálvan. Tað vil siga, sum dømi, at um tann menningartarnaði ikki hevur so góðar møguleikar sjálvur at hand­ fara sína egna pening, ja so hevur hann rætt til at hava ein verja, sum kann hjálpa honum at halda skil á tí. Ein føroysk mamma hjá menningartarnaðum barnið stúrir av góðum grundum fyri, hvussu tað fer at ganga vaksna barnið sínum. Hon kann tí ynskja at ómynduggera tað fyri at trygg­ ja, at eingin útnyttar sítt vaksna barna peninga­ liga. Men tá ið hon ómyndugger barnið, missir hon alla ávirkan, og tað almenna tekur yvir. Hvørki hon ella barnið sleppa nakrantíð aftur at undirskriva skjøl, sum viðvíkja barnið. Í Danmark kann verjin vera ein avvarandi ella onkur annar einstaklingur uttan fyri skipan­ ina. Har er verjin eitt menniskja, meðan skip­ anin sjálv er verji í Føroyum. Tann danska lóg­ in ger tað løgfrøðiliga lógligt fyri avvarandi at fara inn og verja tann menningartarnaða, með­ an tey avvarandi í Føroyum standa hjálparleys og uttan nakra ávirkan. Noreg hevur gjørt eina verjulóg eftir donsk­ um leisti, og sjálvandi áttu vit at havt dagført okkara verjulóg eftir tí donsku fyri langari tíð síðani. Javni hevur trýst á fyri at fáa hesa lógina ígjøgnum. Tað síðsta vit vita er, at nú fyrrveran­ di landsstýrismaður, Jákup Vestergaard, hevur skundað undir at fáa lógina dagførda fyri ein­ um árið síðani. Men enn er einki hent. Javni heldur, at almannaverkið burdi verið so mikið at sær komið, at tey taka stig til at dag­ føra lógirnar, soleiðis at tey menningartarnaðu eisini kunnu liva í 2007. Sum nú er, liva tey menningartarnaðu í Føroyum undir eini lóg frá 1922, tá hugburðurin til tað at hava menningar­ tarn – og menniskjaligi hugburðurin í síni heild – var ein heilt annar enn í dag. Kunnu vit sum borgarar liva við hesum? Kun­ nu landsins myndugleikar liva við hesum? Er tað ikki upp á tíðina, at vit vakna úr okkara Tornurósu svøvni? Okkara áheitan til landsstýrismannin í Alman­ na­ og Heilsumálum skal vera at seta ein skjótt­ arbeiðandi bólk við umboðum úr Nærverkinum, Javna og Pædagogfelagnum, sum vit kunnu ski­ pa umstøðurnar á bústovnum, soleiðis at bæði menning og trygd hjá tí einstaka er sett í hásæ­ ti. Rópa upp fyri tey verjuleysu