Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 232 - 29. november 2007 Hetta er ein av heimsins bestu leiðaraútbúgvingum - og hon verður tikin í Havn. Henley Management College Telefon 0045-70105005 info@henley.fo ”Hjá mær var tað avgerandi at fáa eina MBA-útbúgving, sum er altjóða viðurkend. Mær dámdi eisini væl Henley-hugskotið, ið víkur frá hinum, tí at uppgávurnar snúgva seg um títt egna virki. Tað hevur við sær, at tað, sum verður lært, beinanvegin kann verða nýtt í verki; og tú fært nøkur amboð, sum kunnu verða nýtt beinleiðis í gerandisdegnum. Eg vil eisini leggja dent á smidleikan, sum ger tað gjørligt at steðga á, tá ið tørvur er á tí – annars hevði eg ikki fi ngið lesnað, arbeiði og privatlív at hingið saman.” Jens Chr. Olsen, stjóri á Fiskimarknaði Føroya. Tók Henley MBA-prógv í 2006 Nú fært tú høvi at nema tær eina altjóða viðurkenda MBA-útbúgving í Føroyum. Eitt av fl aggskipunum í hægri handilsútbúgvingum, Henley Management College, býður royndum føroyskum leiðarum og serfrøðingum eina útbúgving á hægsta stigi í strategi, búskapi og leiðslu. Útbúgvingin byrjar í februar 2008. Vit menna teg fakliga, vit menna teg sum menniskja, og vit geva tær høvi at menna títt virki, longu meðan tú ert lesandi. Tí tú fert at royna ástøði og amboð gjøgnum uppgávur, ið snúgva seg um tín egna gerandisdag. Tú fert at fi nna fram til loysnir, ið verða mettar og viðgjørdar av nøkrum av fremstu leiðsluserfrøðingum í heiminum. Loysnir, ið ofta geva tær íløguna í tína Henley MBA fl eiri ferðir aftur. Henley MBA-útbúgvingin er normerað til 1.800 tímar yvir 3 ár. Tað gevur umleið 12 tímar um vikuna. Altjóða viðurkenning er tín trygd fyri, at tú fært fult virði fyri pengarnar Henley er ein av teimum fáu hægri handilsútbúgvingunum í heiminum, sum er viðurkend av trimum altjóða felagsskapum: Tí evropiska EQUIS (European Quality Improvement System), tí amerikanska AACSB (the Association to Advance Collegiate Schools of Business) og tí enska AMBA (Association of MBA´s). Hesir eru viðurkendir stovnar, ið støðugt meta um og kanna, hvussu dygdargóð útbúgvingin er. Kunnandi fundir Tú kanst fáa meira at vita um útbúgvingina og frætta um royndirnar frá øðrum, ið hava tikið eina Henley MBA, á kunnandi fundum á Hotel Føroyum týsdagin 4. desember 2007 kl. 16-18 Til ber at lesa meira á www.henley.fo www.moesgaard-as.dk