hósdagur 29. november 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 232 - 29. november 2007
Greinin hjá felagnum
Javna í blaðnum
í dag vísir, at tey
menningartarnaðu
í Føroyum og teirra
avvarandi mangan
kenna seg maktarleys
í mun til sterku
almennu skipanina,
sum ikki í nóg stóran
mun setur brúkaran
og teirra tørv og trygd
í hásæti. Sosialurin
fer komandi dagarnar
at varpa ljós á hetta
økið
Nærverk
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Turið Jacobsen fortelur í
serblaðnum hjá Javna í Sosi
alinum í dag um, hvussu
tað er at vera avvarandi hjá
menningartarnaðum,
tá
almenna skipanin verjir seg
sjálvan í staðin fyri at seta
tørvin hjá brúkarunum í
hásæti.
Beiggi Turið Jacobsen,
Jóannis, hevur down syn
drom og býr á sambýlinum
á Mýruni í Havn. Har hevur
hann búð í 24 ár. Hann trív
ist og hevur tað gott. Men
kortini hevur systurin mist
álit á leiðsluni í Nærverkin
um.
Hetta hendir eftir, at
beiggin varð útsettur fyri
harðskapi frá leiðaranum,
uttan at tað fekk avleiðingar
fyri viðkomandi, og eftir at
stríð millum leiðaran og
starvsfólk endaði við, at
starvsfólkini søgdu seg úr
starvi, meðan leiðarin fekk
annað
leiðarastarv
í
skipanini.
Forkvinnan í Javna, Anna
Eldevig Háberg, staðfestir,
at Føroyar eru langt afturúr
sigldar, tá tað kemur til
verju og rættindi hjá menn
ingartarnaðum. Meðan Dan
mark hevur nýggjar lógir,
sum geva einstaklingum
møguleika at vera verjar á
teim økjum, sum tann menn
ingartarnaði ikki sjálvur
maktar, so er einasti møgu
leiki í Føroyum, at tann
menningartarnaði letur alt
vald yvir til almennu skipan
ina.
Javni hevur í fleiri ár
ynskt, at føroysku lógirnar
verða dagførdar, soleiðis at
menningartarnað í Føroyum
ikki longur eru noydd at
liva í 1922, men enn er
einki hent.
Sosialurin hevur tosað
við Jarvin F. Hansen, for
mann í Pædagogfelagnum,
har flestu starvsfólk í sam
býlum og bústovnum eru
limir, umframt Mary í
Garði, stjóra í Nærverkinum.
Hvørgin teirra hevði tíð at
gera viðmerking til málið í
dag. Men Sosialurin fer
komandi dagarnar at við
gera málið víðari.
Menningar-
tarnað eru
verjuleys
Viljálmur Gregorius
sen tekur fyrst í
komandi ári við starv
inum sum stjóri á
Skipaeftirlitinum
StarvSSetaN
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Nýggi stjórin á Skipaeftir
litinum er útbúgvin skips
førari og hevur harafturat
tikið útbúgving sum civil
økonomur og teldufrøðing
ur. Hann hevur í mong ár
arbeitt innan sjóvinnuøkið,
millum annað í Mentamála
ráðnum
og
í
Søfarts
styrelsen.
Viljálmur Gregoriussen er
í løtuni økisstjóri á Toll og
Skattstovu Føroya. Hann
tekur við stjórastarvinum á
Skipaeftirlitinum eftir Óla
Hans Hammer Olsen, sum
segði seg frá herfyri.
Uppá spurningin um hví
hann sókti starvið, sigur
Vilhjálmur Gregoriussen.
Tað eru avbjóðingarnar,
sum liggja í starvinum at
reka Skipaeftirlitið, sýna
skip og hava eftirlit við
teimum. At umseta altjóða
krøv til føroysk krøv, og at
menna og útbyggja FAS
skipaskrásetingina, so vit fáa
fleiri skip inn í hesa skrá
seting; helst í samstarvi við
vinnuna
sjálva,
sigur
Vilhjálmur Gregoriussen.
Skipaeftirlitið er nýliga
ISO 9000 góðkent. Ein
góðskuskipan, ið skal hald
ast viðlíka og mennast,
sigur nýggi stjórin.
Tað arbeiða á leið 15 fólk
á Skipaeftirlitinum, sum
fyri nøkrum árum síðani
flutti
heimstað
til
Miðvágs.
Nýggjur stjóri á
Skipaeftirlitinum
Nýggi stjórin
á Skipaeftir
litinum,
Vilhjálmur
Gregoriussen,
kemur frá
einum starvi
sum økisstjóri
á Toll og
Skattstovu
Føroya
Forkvinnan í Javna og systir ein menningartarnaðan staðfesta báðar á síðunum hjá Javna í dag, at tey føroysku
menningartarnaðu eru verjuleys
Mynd: Benjamin Rasmussen