Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 232 - 29. november 2007 Nærverkið og kanska serliga Heima­ tænastan er eitt strævið, men gott arbeiðspláss. Innan fyri fáar mánaðir hava fimm starvsfólk hildið 25 ára starvsdag STARVSDAGUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað hoyrist javnan um trot á arbeiðsmegi í heimatæn­ astuni, men tað kann neyvan verða tí, at starvsfólkið flýggjar frá tænastuni. Í hvussu er kundi stovnurin herfyri hátíðarhalda, at trý starvsfólk høvdu 25 ára starvsdag. Talan er um tær tríggjar heilsuhjálpirnar Selmu Viðstein, Nancy Splidt og Jensiu Jacobsen. Tær starv­ ast allar í Heimatænastuni á Skálatrøð í Tórshavn. Stovnurin og tænastan hava verið gjøgnum eina ógvusliga broyting og stóra menning frá tí hann byrjaði einaferð í 70­árunum. So umframt tey skeiðini, sum fyriskipað vórðu í 80­unum, hava allar tríggjar verið til endurútbúgving á Heilsuskúlanum í Suðri. Jensia Jacobsen hevur í veruleikanum starvast nógv longri enn 25 ár í Heima­ tænastuni, men hevur ikki rættiliga gjørt vart við hetta. Tí varð hon tikin við í hátíðarhaldið hesaferð. Hon starvast nú sum kvøldvakt aðruhvørja viku. Tann vakt­ in byrjar klokkan 15.30 og varðar fram til 23.30. Selma Viðstein hevur van­ ligu dagvaktina, sum byrjar klokkan 8 á morgni og end­ ar klokkan 15. Nancy Splidt situr nú í móttøkuni á Heima­ tænastuni á Skálatrøð. Kvart árhundrað í sama starvi Selma Viðstein, Nancy Splidt og Jensia Jacobsen kundu herfyri hátíðarhalda 25 ára starvsdag í Heimatænastuni hjá Nærverkinum Mynd: Jens Kristian Vang Føroya Banki bjóðar nú øllum at seta pening inn á eina nýggja konto, sum kallast Dollarakonto. Dollarakonto er ein innlánskonto, har tú setir peningin inn í seks mánaðir og fær rentu samsvarandi gongdini í dollarakursinum ÍløGUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Føroya Banki bjóðar nú kundum sínum ein nýggjan møguleika at vinna pening. Og hesin møguleiki er so mikið góður, at hann er heilt váðafríur. Einasti váð­ in er nevniliga, at í ringasta føri onga rentu fær av tínum innistandandi í gildistíðini. Hækkar dollarin til dømis 5% teir seks mánaðirnar, tú hevur peningin innistand­ andi, fært tú 5% í rentu. Lækkar dollarin, meðan peningurin stendur inni, er íløgan trygg, og tú fært innsetta peningin aftur. Einasti váðin er sostatt, at ongin renta verður gold­ in, um dollarin lækkar. Til ber at seta pening á Dollarakonto frá 26. novem­ ber til og við 7. desember. Gildistíðarskeiðið er frá 10. desember til 10. juni 2008. Galdandi dollarakursur verður kursurin, sum danski tjóðbankin ásetir hesar báðar dagar. Dollarin lágur ­ Vit bjóða fram hetta inn­ lánsproduktið nú, tí dollarin í løtuni er søguliga lágur. Við so lágum kursi skuldi møguleiki verið fyri, at dollarin fer at hækka, sigur Marjun Weihe Thomassen, íløguráðgevi hjá Føroya Banka. Amerikanski búskapurin er sum heild sunnur. Vænt­ ast kann, at hann í longdini fer at vaksa, millum annað tí amerikanski tjóðbankin hevur lækkað rentuna júst fyri at skunda undir vøkst­ urin. Ein vansi er tó, at USA hevur stórt gjaldsjavnahall, og at dollarin av hesum kann vikna uppaftur meira. Til ber at umleggja øll vanlig innlán og barnaupp­ sparingar til dollarainnlán. Tó ber ikki til at seta eftirløn á Dollarakonto. Lági dollarin tín vinningur Marjun Weihe Thomassen, íløguráðgevi í Føroya Banka Mynd: Jens Kristian Vang Hillary stendur at tapa Fyri bert hálvum ári síðani vísti allar meiningakanningar, at Hillary Clinton fór at vinna á øllum republikanskum mótvalevnum. Men nú er umvent í holuni. Kanningar hjá Zogby International vísa, at uttan mun til hvør av leiðandi republikansku valevnunum verður forsetavalevni, fara teir at vinna á Clinton. Bæði John McCain, senatorur, fyrrverandi borgarstjórin í New York, Rudolph Giuliani, og fyrrverandi guvernørurin í Massachusetts, Mitt Romney, høvdu vunnið á Clinton, var val nú, skrivar ekstrabladet.dk Møguleiki fyri rentufalli Í einari røðu í gjár gloppaði varaforsetin fyri amerikanska centralbananum (FED), Donald Kohn, hurðini fyri einari lækking av rentuni í desember. Munurin millum kravið hjá marknaðinum um lægri rentu, og umvendu inflatiónsræðsl­ uni hjá FED, er minkaður. Stuttu USA­renturnar lækka. Kohn segði í røðuni, at FED frameftir má verða »fleksibul og pragmatiskur« í rentupolitikkinum. Og tað verður tulkað sum linking í noktanini av rentulækkan, sum heilivágur móti kredittkreppuni.