hósdagur 29. november 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 232 - 29. november 2007
Aftur í gjár vóru ting
limir í hornatøkum
um krónur og oyru
og fíggjarpolitikk.
Summir siga, at
fíggjarpolitikkurin
hjá samgonguni er
politiskt meistara
verk, men aðrir siga,
at talan er um eina
vanlukku av teimum
heilt stóru
Búskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað, sum samgongan hev-
ur avrikað í fíggjarpolitikk-
inum er eitt bragd, siga ting-
limir í samgonguni. Nei tað
er ein vanlukka, siga ting-
limir í andstøðu.
Tað var Hendrik Old, sum
spurdi landsstýrismannin í
fíggjarmálum, hvussu enda-
liga úrslitið var á fíggjarlóg-
ini fyri 2006.
Magni Laksáfoss sigur,
at eftir ætlan hevði fíggjar-
lógin fyri 2006 eitt hall upp
á 212 milliónir, men tá ið
avtornaði hevði hon eitt
avlop upp á 142 milliónir.
- Sostatt var talan um eitt
munandi betri úrslit enn
væntað varð.
Hann segði eisini at fíggj-
arætlanin fyri 2007 fór
væntandi at vísa eitt avlop
upp á 52 milliónir og nýggj-
astu metingarnar vísa, at
hetta verður eisini úrslitið
tá ið avtornar.
Landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum leggur aftur-
at, at væntandi fer fíggjar-
lógin næsta ár at hava 172
milliónir í avlopi.
Hann vísti eisini á, at her
eru allar útreiðslurnar taldar
við fyri tey uppskot, sum
eru løgd fyri Løgtingið, utt-
an nýggja kringvarpshúsið,
sum kostar 52 milliónir og
sendinetið.
- Tað er eydnast at skapa
avlop bæði í 2006 og í
2007, eins og avlop verður í
2008, so vit eru í ferð við at
fylla upp í goymslurnar.
Fossar úr
landskassanum
Høgni Hoydal vísti á at pen-
ingur fossar úr landskass-
anum og hann helt at tað
var út av lagi, at samgongan
ikki klárar at leggja meiri
til síðis við tí metstóra virk-
semi, sum er í samfelag-
num.
- Her hetta tað, vit sam-
gongan klárar at leggja til
síðis í bestu tíð í Føroyum
nakrantíð, nær skulu vit so
leggja nakað til síðis, legði
hann afturat.
Karsten Hansen, fyrr-
verandi landsstýrismaður í
fíggjarmálum staðfesti, at
samfelagið hevur aldrin
tjent so nógv sum nú, men
kortini er avlopið ikki meiri
enn 52 milliónir, og so eru
fleiri
útreiðslur
lagdar
uttanfyri fíggjarlógina.
Jørgen Niclasen staðfesti,
at tá ið hendan samgongan
tók við, hevði landskassin
eina skuld upp á 5,7 milli-
ardir, men nú er hann skuld-
arfríur. Samstundis hava vit
havt hall í tvey ár, men í ár
er avlop og næsta ár verður
avlopið tríggjar ferðir so
stórt. Samstundis er væl-
ferðartænasturnar munandi
batnaðar.
- Tað er eitt politiskt
meistaraverk, staðfesti for-
maður Fólkafloksins
Jenis av Rana helt, helt,
at tað er laga manni at fáa
avlop, tá ið allar ognirnar
eru seldar og allur pening-
urin koyrdur í umfar til for-
brúk.
Eisini Hendrik Old, at
einskiljingarnar
ávirkaðu
ikki úrslitið í fjør, men at
avlopið er so stórt nú, er
eitt fantastiskt bragd, sam-
stundis sum vælferðartæn-
asturnar eru munandi batn-
aðar.
Høgni Hoydal vísti á, at
samgongan hevur lagt upp-
skot fyri Løgtingið, sum
kosta landskassanum 1,7
milliard, í besta føri og hann
vildi hava at vita, hvussu
hetta
fer
at
ávirka
fíggjarlógirnar tey næstu
árini til 2012, sum er tað
tíðarskeiðið tað næsta Løg-
tingið skal taka støðu til.
Magni Laksáfoss svaraði,
at raksturin verður fram-
skrivað við teimum lønar-
hækkingum
og
øðrum
hækkingum,
sum
vera
næstu árini.
Á íløguøkinum er tað
íløgukarmurin,
sum
er
avgerandi men tað ein og
hvør samgonga kemur at
arbeiða við íløgum, sum
undanfarna
samgonga
hevur stungið út í kortið.
Kaj Leo Johannesen bað
bara politikarar taka ríkis-
stuðulin úr Danmark burtur
og síðani hyggja eftir botn-
linjuni.
Samgonga og andstøa
eru rúkandi ósamd um
fíggjarpolitikkin
Eitt meistaraverk
ella ein vanlukka
Gásarhold
á bygd
Síðani Sosialurin økti um bilpark sína hevur eitt av
virkisøkjum okkara verið, at lata bilin Snodda snodda
á bygd.
Hesin bilurin er útgjørdur við øllum tí, sum ein
tílíkur bilur krevur sum eitt arbeiðsstað fyri ein
virknan blaðmann.
Her ber til at gera samrøður innanveggja, skriva
greinar, gera myndir klárar og í næstum eisini at
kunna senda tilfar beinleiðis til blaðið og leggja út á
Portalin.
Fólk eru altíð sera fyrikomandi, tá stóri bilurin
kemur á bygd. Men, sum myndin vísir, kann sjálvt
tann størsti og mest væl útgjørdi bilurin, verða
forðaður í virki sínum.
Myndin, sum Høgni Thomsen er maðurin aftanfyri,
er tikin í Norðtoftum ein dagin í summar, tá Snoddi
vitjaði í bygdini.
sb.
Fríðka um í Vág
Við stuðuli frá landsstýrinum er Vágs kommuna farin undir at fríðka økini við Ósagarð,
fram við Laká og rundan um Vatnið á Vágseiði. Arbeiðið byrjaði fyri umleið tveimum
árum síðani, og yrsta stigið í verkætlanini er nú liðugt. Vakur grótgarður er laðaður fram
við Ósanum saman við snotuligari gongugøtu og benkrum, og gevur hetta økinum ein
hugnaligan dám, sum vónandi verður til gleði og gagn fyri borgararnar, skrivar Vágs
kommuna á heimasíðu síni. Næsta ár verður farið undir næsta stigið í verkætlanini, og
verður tað tá økið fram við Laksá, sum ætlanin er at fríðka. Tekniska nevnd hjá
kommununi vónar, at møguleiki eisini verður at byrja uppá triðja og endaliga stig í umh
vørvisverndartiltakinum hjá Vágs kommunu næsta ár, og fevnir tað um at fríðka økið
rundan um Vatnið á Vágseiði. Tað eru kommunumenninir, sum hava staðið fyri
arbeiðinum. Kelda og mynd: vagur.fo