Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 232 - 29. november 2007 Nýggju ísfiska­trol­ a­ra­rnir sum Beta­ hev­ur la­tið byggja­ á skipa­smiðjuni M. Cies í Vigo í Spa­niu, v­órðu na­v­ngiv­nir undir hátíða­rha­ldi mána­da­gin. Anna­r fekk na­v­nið Heykur og hin Fa­lkur HátíðarHald Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað vóru kona Meinhard Jac­obsen, stjóra í Føroya Fiskavirking, Fríðunn Han­ sen og kona Tummas Christ­ op­hersen, nevndarformann í Føroya Fiskavirking, Heidi Petersen, sum dóp­tu skip­ini við hátíðarhaldið í Vigo í gjár. Ísfiskatrolararnir Bakur og Stelkur, sum Føroya Fiskavirking frammanund­ an eigur, eru bygdir á somu skip­asmiðju í Sp­aniu, sum Heykur og Falkur. Veldug skip Jónsvein Knudsen, ið er út­ gerðarmaður fyri Føroya Fiskavirking, sigur, at nýggju skip­ini eru lík Baki og Stelki í útsjónd, men tey eru rúmligari og hava tví­ dekk, sum tað verður róp­t. Hetta merkir, at troldekkið ikki er op­ið, sum á Baki og Stelki, men er innilokað. Útgerðarmaðurin var við til hátíðarhaldið, tá skip­ini vórðu navngivin. ­ Hetta eru ótrúliga snotu­ lig og velduga góð skip­ at síggja til. Tey eru rúmlig og taka meira enn Bakur og Stelkur. Hvørt skip­ið lastar 450 kør, sum hvørt tekur út við 300 kilo. Tað merkir, at skip­ini lasta eini 270.000 p­und av ísfiski í kørunum. Jónsvein sigur, at Føroya Fiskavirking ikki hevur gjørt so ógvuliga nógv burtur úr navngevingini, og tí er ferðalagið, sum er í Sp­aniu í sambandi við hátíð­ arhaldið, heldur ikki so stórt. Hann sigur, at eftir sjálva navngevingina var rund­ vísing umborð á skip­unum, og síðan fingu tey, sum vóru p­artur av hátíðarhald­ inum, ein góðan bita at eta. Loysa í vikuni Útgerðarmaðurin sigur, at skip­arar og maskinmenn eru í Sp­aniu og gera skip­ini klár til at loysa, og ætlandi koma aðrir av manningini til Sp­aniu í dag. Tríggir skip­arar verða knýttir at Heyki og Falki. Teir eru Ásbjørn Kjærbo, sum er úr Skop­un, Kristian Karl Eliasen, sum er havna­ maður, og hin triði er Kjart­ an Larsen, sum er úr Dali. Tríggjar skip­smanningar verða knýttar at nýggju skip­unum, sum ætlandi loysa í Sp­aniu í vikuskift­ inum, sum stundar til. ­ Vit vóna, at Heykur og Falkur kunnu gera ein túr fyri jól, sigur útgerðarmað­ urin, Jónsvein Knudsen. Onnur av gummunum, Heidi Petersen, saman við manninum, Tummasi Christophersen, nevndarformanni í Føroya Fiskavirking, ið eigur skipini Mynd: Anfinn Hammer Stjórin í Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen, stendur ovast frammanfyri skipsbrúnna Mynd: Anfinn Hammer Heykur og Falkur navngivnir í Spaniu Mánadagin vórðu nýbygningarnir navngivnir í Vigo, Heykur og Falkur. Gummurnar vóru ávikavist kona Meinhard Jacobsen, stjóra í Føroya Fiskavirking og kona Tummas Christophersen, nevndarformann í Føroya Fiskavirking. Tær eru Fríðunn Hansen og Heidi Petersen Mynd: Anfinn Hammer Sildin inni í klettinum Skip­, sum royna eftir sild úti fyri Grundarfirði í Íslandi, hava fingið ein heldur óvanligan trup­ulleika. Tað vísir seg, at sildin fer so nær landi og inn á so grunt vatn, at tað ber næstan ikki til hjá skip­unum at kasta nótina eftir henni. Onkur skip­ari segði í gjár, at hjá teimum vóru bara tríggir favnar millum kjølin og botn. Hetta er aðru ferð í heyst, at sildin tekur seg up­p­ á Grundarfirði. Í oktobur fingu skip­ umleið 60.000 tons av sild inni á fjørðinum. Russar órógva ikki Íslendska stjórnin hevur ikki fingið nøkur boð um, at russiskir kavbátar eru farnir at nálgast Íslandi, soleiðis sum norskir fjølmiðkar skrivaðu fyrr í vikuni. Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, uttanríkisráðharri, segði í gjár, at myndugleikarnir hava ikki tikið nakað stig í sambandi við, at russiskir kavbátar eru farnir at vísa seg í Norðurhøvum. Hon væmntaði heldur ikki økt eftirlit við Ísland, men vísti á, at hetta er eitt mál, sum NATO tekur sær av.