hósdagur 29. november 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 232 - 29. november 2007
Rýma undan veðurlagnum
Í seinastuni hava umleið 40.000 roysningar tikið seg saman í
einum øki við russisku norðurstrondina, og sambært russiskum
lívfrøðingum hava roysningar ikki hildið til har fyrr. Tað skrivar
heimasíðan Science Daily. Ein talsmaður hjá Heimsnáttúru
grunninum WWF sigur við heimasíðuna, at tað er lítið at ivast í, at
tað eru veðurlagsbroytingarnar, sum fáa roysningar at rýma frá
sínum vanligu plássum og at finna sær nýggj støð í tí arktiska
økinum.
Dýrari at byggja
Tað seinasta árið er tað vorðið 6,6 prosent dýrari at
byggja í Grønlandi, vísa tøl hjá hagstovuni í Nuuk. Við
øðrum orðum eru útreiðslurnar til bygging vaksnar nógv
meiri enn brúkaraprísirnir, sum eru hækkaðir umleið tvey
prosent tað seinasta árið. Byggideildin hjá grønlendska
arbeiðsgevarafelagnum sigur, at byggitilfar er dýrkað á
altjóða marknaðinum, og at tað er hesin prísvøksturin,
sum nú ger seg galdandi í Grønlandi.
- Vit eru øll samd um,
at Fiskamarknaður
Føroya hevur verið
kollveltandi fyri alla ta
føroysku fiskivinnuna,
sigur borgarstjórin í
Nes kommunu, Símun
Johannesen
Móttøka
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndir: Vilmund Jacobsen
Við hátíðarløtuna á Toftum,
nú Fiskamarknaður Føroya
er farin um tey 15 árini,
nýtti borgarstjórin í Nes
kommunu, Símun Johanne
sen, eisini høvi til at ynskja
FMF tillukku við degnum.
Borgarstjórin segði, at
marknaðurin, sum lunnar
vórðu lagdir undir í 1992,
hevur havt stóran týdning
fyri prísásetingina av ráfiski
í Føroyum.
Tann prísur, sum hevur
verið latin her, er tað nærm
asta, vit hava verið ”røttum”
prísum til fiskimenn og
skip.
Símun Johannesen vísti
á, at summi ár hevur út við
helmingurin av ráfiskinum,
sum kemur upp á land í
Føroyum,
verið
seldur
beinleiðiis um fiskamarkn
aðin, og prísurin fyri restina
av fiskinum, sum ikki fór
um marknaðin, hevur verið
tengdur at hesum prísum.
Fiskamarknaður Føroya
hevur soleiðis verið kollvelt
andi fyri alla ta føroysku
fiskivinnuna. Hetta eru øll
samd um, legði hann aftrat.
Ógvuliga takksom
Borgarstjórin duldi ikki, at
bæði fólk í kommununi og
tey, sum sita í kommunu
stýrinum, eru ógvuliga takk
som fyri, at fiskamarknað
urin liggur her á gjónni,
sum hann tók til og sipaði
til Toftagjógv, ið er gamla
navnið á staðnum.
Hetta virksemi hevur
havt ómetaliga stóran týdn
ing fyri økið. Vit kunnu
endurgeva orðafellið, at
”har, sum gott fólk er,
kemur gott fólk”, sum vit
plaga at taka til.
Hann vísit á, at síðan
FMF fór undir sítt virksemi
á havnalagnum hjá Nes
kommunu, hevur tað bert
gingið fram á.
Í dag hava vit soleiðis
eitt havnalag við nógvum
virksemi, og útbyggingar
eru framvegis í gongd, legði
borgarstjórin aftrat.
Meira atløgupláss
Símun Johannesen segði, at
kommunan nú hevur framt
ein part av tí ætlan, sum er
millum havnalgið við Tofta
gjógv og eldra havnalagið,
har virkið hjá Føroya Fiska
virking er.
Hetta merkir, at vit fáa
eina atløgusíðu, sum í hes
um fyrsta partinum er 94
metrar til longdar. Vit vóna,
at hetta kemur at lætta um,
tá ið trýstið á landingarmið
støðina er av tí mesta.
Borgarstjórin segði, at
um stutta tíð verður farið
undir at asfaltera økið, so
hesin nýggi parturin av
havnalagnum kann takast í
nýtslu fyrst í komandi ári.
Símun Johannesen nevndi
eisini annað virksemi og aðr
ar tænastur, sum eru komnar
við havnalagið, síðan Fiska
marknaður Føroya fór undir
sítt virksemi við Toftagjógv
fyri 15 árum síðan.
Vegna Nes kommunu bar
borgarstjórin virkseminum
hjá Fiskamarknaði Føroya
øll góð ynskir fyri fram
tíðina.
Fiskamarknaðurin hevur
borgað fyri »røttum« fiskaprísi
- Síðan Fiskamarknaður Føroya fór undir sítt virksemi, er bara gingið fram á við havnalagið, tí sum hann tók til, at ”har gott fólk
er, kemur gott fólk... ”
Stigtakarar og menn, sum hava balst eitt langt lív á
sjónum. Aftanfyri Jógvan I. Olsen sæst Niclas Davidsen,
landingarformaður
Ann-Britt, kona borgarstjóran, Hermann og Elin. Aftanfyri sæst
Auðunn Konráðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna
Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðarafelag, handar
Óla Jacobsen heiðursgávu fyri trúgva tænastu. Somu gávu gekk
eisini Jógvan I. Olsen