mikudagur 28. november 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 231 - 28. november 2007
SAMBAND
MAggi guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
bilar
Í 1971 var fjórði hvør
bilur í Spania ein Seat
600, sum fyrstu ferð
kom á marknaðin fyri
50 árum síðan
Bilar
Liðin eru 50 ár síðan bilurin
sum setti hjól undir Spania,
Seat 600, kom á marknaðin
fyrstu ferð.
Seat 600 er í veruleikanum
ein Fiat 600, sum varð gjørd
ur í Spania í tíðarskeiðnum
frá 1957 til 1973. Tilsamans
vórðu gjørdir 800.000 Seat
600 hesi árini.
Fyri at fáa eina mynd av
hvussu væl umtóktir Seat
600 vóru í Spania, sæst í
hagtølum fyri 1971, at tá
vóru 25 prosent av sponsku
bilparkini Seat 600.
Spanska Seat bilverk
smiðjan var stovnað í 1950.
Fyrstu nógvu árini gjørdu
teir Fiat bilar upp á licens
til miðseiðis í 70unum, tá
teir høvdu sína egnu fram
leiðslu av bilum. Síðan
1990 hava Seat verið partur
av VWkonsernini.
Navnið
Seat
merkir
»Sociedad
Española
de
Automóviles de Turismo«.
mg
Fjórði
hvør var
ein Seat
600
Síðst í oktober skipaði
Würth Føroyar fyri
fakmessu á Hjalla, har
teir saman við Würth
í Danmark sýndu
fram nakað av tí ,
sum fyritøkan hevur
bjóða. Messan var
sera væl vitjað, sigur
Claus Christensen frá
Würth Føroyum
Framsýning
Claus
Christensen
frá
Würth Føroyum sigur, at
stórur áhugi var fyri fram
sýningini, sum fekk góða
undirtøku. Umleið 850 fólk
vitjaðu framsýningina teir
tríggjar dagarnar. Hetta var
nógv meira, enn teir rokn
aðu við. Fólk komu úr øll
um landinum, heilt úr
Sumba til Trøllanesar.
Hetta er fyrstu ferð, at vit
hava skipað fyri eini slíkari
fakmessu. Men tað verður
avgjørt ikki seinastu ferð.
Messan fekk so góða und
irtøku at vit nú hava ætlanir
um at hetta verður eitt aftur
vendandi tiltak, sigur Claus
Christensen, sum saman
við Bernhardi Jacobsen
ferðast kring landið sum
sølumaður
hjá
Würth
Føroyum.
mg
Würth fakmessa fekk góða undirtøku
Würth Føroyar skipaðu fyri fakmessu á Hjalla. Umleið 850 fólk
vitjaðu framsýningina
Manningin á fakmessuni f.v.: Henning Jensen (Würth Danmark), Claus Christensen (Würth
Føroyar), Henrik Skov (Würth Danmark), Bernhard Jacobsen (Würth Føroyar), Bent Lutzke
(Würth Danmark) og Claus Nielsen (Würth Danmark)
Seat 600 kom á marknaðin fyri 50 árum síðan
Seat 600 er í veruleikanum ein Fiat 600, sum
varð gjørdur í Spania frá 1957 til 1973
Í 1971 var fjórði
hvør bilur í Spania
ein Seat 600