mikudagur 28. november 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 28. november 2007
39
Fyrst í 2008 kemur
ein dagførd útgáva
av Ford Transit á
marknaðin. Umframt
ein nýggjan 3,2 litra
Duratorq TDCi
commonrail diesel
motor og smærri
designbroytingar
kemur eisini sportliga
útgávan Transit
SportVan
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Við
nýggjum
Duratorq
TDCi motori við 200 hk,
betri lastievni og betri koyri
eginleikum,
saman
við
útgerð sum t.d. ESP (Elektr
onic Stability Program) og
HLA (Hillholder) er Ford
Transit klárur til at taka
dystin upp í hørðu kapping
ini millum vørubilarnar á
marknaðinum.
3,2 litra Duratorq TDCi
commonrail dieselmotorur
in við fimm sylindarum og
200 hk hevur eitt snúnings
moment upp á 470 Nm frá
1700 til 2500 snún./min.
Eisini 6trins Durashift gir
kassin er dagførdur og til
passaður nýggja motor
inum.
Umframt 3,2 litra motorin
fæst Ford Transit við 2,4
liter Duratorq TDCi diesel
motorum frá 85 til 140 hk.
Transit skal vera bíligur at
halda við líka. 50.000 km
ella tvey ár millum eftirlitini
er ikki so lítið. Mest eyð
sýnligu broytingarnar við
nýggja Transit eru t.d.
nýggir kúfangarar og nýtt
kølaragittar.
Transit SportVan
Transit SportVan er ein
sportlig útgáva av Ford
Transit við 2,2 litra Dura
torq TDCi dieselmotori við
140 hk og snúningsmomenti
upp á 350 Nm, eins og 6
trins
gearkassa.
Transit
SportVan er eyðkendur av
t.d. stylingsetti og 18” lætt
metallfelgum við 235/45
dekkum.
Ford Transit, sum hevur
verið á marknaðinum síðan
1965, er ein av mest fjøl
broyttu vørubilum á markn
aðinum. Teir fáast í meira
enn 200 ymiskum útgávum
og støddum.
Nýggi Ford Transit kemur
á marknaðin fyrst í 2008.
Nýggjar Transit útgávur
Fyrst í 2008 kemur ein dagførd útgáva av Ford Transit á marknaðin
Transit SportVan er ein sportlig útgáva av nýggja Ford Transit
Ford Transit bussur. Hesir eru ikki ókendir sum rutubilar í
Føroyum
Ford Transit frá 1965
Ford Taunus Transit frá 1953
bilar