hósdagur 29. november 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Nr. 212 - 1. november 2007
Við nýggja leikinum
”Sjóvevur” um Ainu
Cederblom vónar
sjónleikarin Eyð
Matras at bøta eitt
hol í Klaksvíkar søgu
Sjónleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
– Hví fortaldi ongin okkum
søguna um Ainu Cederblom,
tá vit gingu i skúla?
Sjónleikarin og klaksvík
ingurin Eyð Matras hyggur
út gjøgnum vindeygað og
grunar mest sum fyri seg
sjálva
– Mundi tað vera, tí hon
var kvinna í eini mannfólka
verð?
Sanna svarið fáa vit neyv
an nakrantíð. Ein sannroynd
er tað tó, at sera fáir klaks
víkingar og enn færri føroy
ingar sum heild kenna hug
takandi søguna um svensku,
Ainu Cederblom – ævintýr
kvinnuna, sum einsamøll í
báti í 1933 endaði í Klaks
vík, har hon lat vevskúlan
úti í Grøv byggja.
Frá dreymi til
veruleika
– Søgan um Ainu Ceder
blom er ein ótrúlig søga,
sum eigur at verða søgd.
Og so er hetta ein framúr
góður møguleiki at saman
tvinnað list og søguliga vit
an, sigur Eyð Matras, um
orsøkina til, at hon hevur
tikið stig til leikin ”Sjóvev
ur” um lívið hjá Ceder
blom.
Við leikinum fáa vit søg
una um eina kvinnu, sum
hevði ein dreym og dirvið
til at gera hann til veruleika.
Cederblom hevði nevniliga
sett sær fyri, at geva kvinn
um kring heimin nøkur
amboð, so tær kundu klára
seg sjálvar – eitt nú við at
læra tær at veva. Komin til
Klaksvíkar fór hon tí alt
fyri eitt undir at kanna
møguleikan fyri at byggja
ein vevskúla. Skjótt hevði
hon sjálv teknað skúlan, og
árið eftir kom hon aftur við
timbri og øðrum tilfari, og
var sjálv drívmegin í at fáa
skúlan liðugt bygdan.
Dreymurin hjá Cederblom
gjørdist ikki bara veruleiki.
Hann gav eisini íblástur til
dreymin hjá Eyð Matras
um at brúka leiklistina sum
amboð at fortelja hesa søg
una. Eyð heitti tí á íslendska
leikstjóran, Sigrun Valbergs
dóttir, sum uttan at blunka
játtaði at stjórna leikin.
– Hugskotið hjá Eyð er
eitt av teimum bestu, eg
nakrantíð havi hoyrt. Tá
hon nevndi hetta fyri mær,
kendist tað sum at fáa eina
óvæntaða orkuinnspræning,
har alt brádliga kundi lata
seg gera, sigur Sigrun Val
bergsdóttir.
Á kanningarferð
Eyð Matras var longu tá í
holt við at umseta bókina
Som sjøluffarer på Atlanten
eftir Ainu Cederblom til før
oyskt. Uppgávan hjá Sigrun
Valbergsdóttir hevur í fyrsta
umfari verið at skriva tekst
in til leik.
Í sambandi við arbeiðið
við leikinum hava tær báðar
júst verið á kanningarferð í
Svøríki, har tær millum ann
að fingu høvi at heilsa uppá
familju og eftirkomarar hjá
Ainu Cederblom. Ein stóran
part av tíðini vóru tær á
svenska ríkisarkivinum, har
tær fingu innlit í øll skjøl
um
Cederblom.
Eisini
komu tær fram á filmar,
sum Cederblom sjálv hevur
tikið upp í Føroyum, men
sum fá munnu hava sæð
fyrr. Hartil lósu tær hópin
av brøvum, sum fólk hava
sent Ainu Cederblom, og
eisini brøv, hon sjálv hevur
skrivað. Í onkrum av hesum
skínur ígjøgnum, at hon
heldur tað ganga í so seint
við byggingini av vevskúl
anum í Klaksvík, og at hon
er um at ótolnast.
Í
kanningararbeiðinum
varnaðust Eyð og Sigrun
eisini, at Aina Cederblom
hevði vígt seinasta partin
av sínum lívi til at útrudda
fátækradømi í heiminum.
Hon hevði tá búsett seg í
Brasilia, har hon brúkti alla
sína svensku pensjón til
ymiskt hjálpararbeiði.
Har doyði hon eisini 90
ára gomul í 1986.
Hon, ið onki váðar ...
Hóast teimum enn vantar
pengar til at gjøgnumføra
verkætlanina, arbeiða Eyð
og Sigrun hugagóðar víðari
við leikinum.
– Vit vóna at fáa so mikið
av peningaligum stuðli at
vit kunnu seta ein góðan og
professionellan leik upp í
februar, sigur Eyð, meðan
Sigrun leggur afturat
– Um tú onki váðar, vinn
ur tú heldur ikki. Cederblom
setti jú sítt lív í váða fyri at
fylgja sínum dreymi um at
hjálpa øðrum. Við íblástri
frá henni mugu vit eisini
váða at fara í holt við hend
an leikin uttan trygd fyri
úrslitinum, sigur Sigrun og
leggur afturat, at vevskúlin
Úti í Grøv jú stendur sum
eitt sigandi dømi um, at alt
kann lata seg gera, um viljin
er til staðar.
Gongst, sum tær vóna,
verður leikurin ”Sjóvevur”
partur av skránni á 100 ára
hátíðarhaldinum hjá Klaks
víkar Kommunu komandi
ár. Tí hóskar tað seg væl, at
drívmegin í leikinum eru
lokalar kreftir, sum vilja
varpa ljós á ein næstan
gloymdan men týðandi lið
Klaksvíkar søgu.
Tað skal tó ikki forða
fólki aðrastaðni frá at fáa
lut í upplivingini. Tvørtur
ímóti, sigur Eyð Matras,
sum heldur leikin vera ein
upplagdan møguleika hjá
fólki kring landið at leita
sær ein túr norðureftir at
síggja, hvat Klaksvíkin hev
ur at bjóða, bæði av áhuga
verdari søgu og nýskapandi
list.
Søguligur sjónleikur
setir Klaksvík á kortið
Sjónleikurin ”Sjóvevur” um
ævintýrkvinnuna Ainu Cederblom,
verður frumsýndur í februar.
Hugskot: Eyð Matras
Leikstjóri: Sigrun Valbergsdóttir
Leikari: Eyð Matras
Pallmynd: Edward Fuglø
Tónleikur: Magni Husgaard
Ljós: Árni Baldvinsson
Fá meir at vita um leikin á
heimasíðuni www.eymaleik.co
FAKTA
Heitið »Sjóvevur«
á leikinum um
Ainu Cederblom
sipar til tað at
veva, veðurlag og
veg ella farleið
Sjónleikarin Eyð Matras
spælir allar 40 leikirnir í
sjónleikinum »Sjóvevur«
Í lítla báti sínum setti Aina
Cederblom ofta sítt lív í váða
fyri at hjálpa kvinnum kring
heimin
Eftir at Eyð Matras (í miðjuni) hevði fingið hugskotið til leikin um Cederblom, vóru Edward Fuglø og Sigrun Valbergsdóttir fús at
geva sítt íkast sum ávikavist pallsmiður og leikstjóri