Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 232 - 29. november 2007 Ongar broytingar verða í Hoydølum undan valginum, men Jógvan á Lakjuni sigur, at fær hann ávirkan á komandi samgongusam­ ráðingar, fer hann at krevja eina loysn í samgonguskjalið Skúlamál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Ruðuleikin um studenta­ skúlan í Hoydølum er eitt typiskt dømi um eitt mál, sum nú gevur at bíta, tí semja ikki fekst um eina loysn í samgonguni. Tíðin er um at renna undan, valgið er í nánd, og lands­ stýrismaðurin sigur seg hvørji kunna ella vilja skera ígjøgnum í mun til sam­ starvsfelagar sínar. Tí er púra greitt, at ongin loyns verður á málinum hesu­ megin valið, og verður tað tí upp til eina komandi sam­ gongu at finna eina varandi loysn. Eldurin í gentukostdeild­ ini beint fyri summarfrítíð­ ina gjørdist eisini startskot­ ið til drúgva orðaskiftið um umstøðurnar í Hoydølum sum so. Nakrar av avleið­ ingunum av brandinum vóru, at næmingar sleppa ikki at parkera við skúlan, at frálæran í tónleiki og list varð flutt í onnur høli, og at næmingar, sum vóru fluttir inn á kostdeildina í lækna­ húsinum omanfyri skúlan, vórðu settir á gøtuna vegna vantandi brunatrygd. Síðani er mangt farið fram í málinum. Síðst høvdu næmingar verkætlan um miðnámsskúlan, og hevði hetta millum annað við sær eina kravgongu í røttum hálvfjersarastíli, við hartil hoyrandi miðlaum­ røðu. Eisini hava fleiri starvsfólk skúlans verið frammi, og onkur fór enntá so vítt sum at siga, at hølis­ viðurskoftini eru lívshættis­ lig. Næmingar ella starvsfólk Hetta hevði so aftur við sær, at Arbeiðseftirlitið tók stig til at kanna, um tað veruliga er soleiðis, at skúl­ in er lívshættisligur. Nú niðurstøðurnar frá kann­ inigini eru almannakunn­ gjørdar sæst, at fólk eru ikki í lívsvanda. Men í frá­ greiðingini er eitt, sum gongur aftur: Umstøðurnar eru somikið vánaligar á ves­ inum og í umklæðingarrúm­ inum, at var talan um arbeiðsumhvørvið hjá starvsfólkunum, so var virk­ semið á skúlanum ikki góð­ kent. Men av tí, at skúla­ næmingar eru ikki fevndir av lógini um arbeiðseftirlit, og ongin hevur átrygd av, at teirra arbeiðsumstøður eru nøktandi, ber ikki til at krevja nakað, og kann virk­ semið í veruleikanum halda fram líka til nevndu høli detta sundur av sær sjálv­ um. Visti av ongum Jógvan Á Lakjuni, ið sum landsstýrismaður við skúla­ málum varðar av trivnaðin­ um hjá skúlanæmingum, sigur seg ongantíð hava ver­ ið kunnaðan um, at næm­ ingar eru ikki umfataðir av reglunum um arbeiðsum­ hvørvi. ­ Hetta mugu vit gera nakað við, tí tað ljóðar bæði ólogiskt og løgið, at ongin trygd er fyri skúlanæmingar, eitt nú í sambandi við vesi­ og umklæðingarviðurskifti ni, sigur landsstýrismaður­ in við Sosialin. Spurdur, hvørja viðmerk­ ing hann hevur til, at arbeiðseftirlitið ikki metir undirvísingarhølini vera egnað til fleiri enn tíggju næmingar, í mun til verandi 26, sigur Jógvan á Lakjuni, at undirvísingarhølini verða ikki størri ella betri dag frá degi. ­ Eg havi alla tíðina sagt, at skúlin í Hoydølum átti at verið partur av miðnáms­ skúladeplinum í Markna­ gili, men tað hevur ikki eydnast at finna eina semju innanhýsis í samgonguni í hesum málinum. Og nú so stutt er eftir til valið, vil eg ikki lova nakað, men vísa til, at hetta helst verður eitt av fremstu málunum hjá einum komandi landsstýrið at taka sær av, sigur Jógvan á Lakjuni. Ein perla á bleytum lendi Eisini vísir hann á, at fyrst í desember fær ráðið eina frá­ greiðing frá Teknologisk Institut, har greitt verður frá um standin á hølunum. ­ Uttan at vita tað við vissu, vænti eg, at niður­ støðan av kanningini verð­ ur, at skúlin er óegnaður. Skúlin í Hoydølum er ein perla, men lendið er so bleytt, at eg rokni við, at mælt verður til at byggja aðrastaðni, sigur Jógvan á Lakjuni. Landsstýrismaður­ in sigur seg vera spentan til kanningina frá Teknologisk Institutt, tí kanska duga tey at síggja møguleikar fyri at seta skúlan í stand og nýta hann til annað endamál. Fer at krevja loysn Men samstundis bendir nógv á, at verandi samgonga hevur í hyggju at halda fram eftir valgið, og tískil noyðist at finna eina loysn. Hvat sigur landsstýrismað­ urin til hetta? ­ Nú er tað ikki vist, at eg verið valdur aftur, ella at verandi landstýrið verður sitandi. Men fái eg nakra ávirkan á komandi samgongusamráðingar, fari eg at seta fram krav um eina loysn fyri Føroya Studentaskúla, sigur Jógvan á Lakjuni, sum eisini vísir á, at landsstýrið hevur sett nógvar milliónir av til viðlíkahald av skúlanum, og annars at raðfesta aðrar skúlar á miðnámsskúlaøkinum. Óansæð hvat hendir ella ikki hendir, so er eitt vist: Ongin loysn er í eygsjón fyri gamla studentaskúlan í Hoydølum, og eftir valgið kunnu tey, sum varða av, byrja av nýggjum aftur, og møguliga ber tá til at koma fram til eina semju. Miðnámsflokkurin verður helst heitið á nýggja politiska flokkinum, sum stillar upp til løgtingsvalið. Stigtakarar eru næm­ ingar í Hoydølum Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo ­ Nú hava politikararnir tosa nóg nógv, og onki er komið burturúr. Tí taka vit málið í egnar hendur og stilla upp, sigur ein avgjørd­ ur samfelagsnæmingur úr 3.g. Rani á Borg Eyðuns­ son. Ein flokkur, sum hevur samfelagsfak á hástigi í Hoydølum, hevur tikið stig til at seta á stovn nýggjan politiskan flokk, sum helst kemur at eita Miðnáms­ flokkurin. Endamálið við flokkinum er at bøta um viðurskiftini hjá lesandi í Føroyum, eitt nú í mun studning og hølisviður­ skifti. Tá Sosialurin hittir nøkur av umboðunum fyri nýggja flokkin í forhøllini í stu­ dentaskúlanum í Hoydøl­ um, verður eitt sindur skemtandi tikið til, at vit annaðhvørt kunnu seta okk­ um inn í vaskirúmið ella út á vesið at práta. Men vit enda kortini inni hjá lestrar­ vegleiðarunum, har vit eru um at detta um eitt løgið bump mitt á gólvinum. Varpa ljós á umstøðurnar Tey seks ungu eru bæði hugagóð og tíðindafróð at práta við, og vísa til tals­ mann teirra, Berg Johanne­ sen. ­ Vit ætla at varpa ljós á umstøðurnar hjá lesandi í Føroyum. Harímillum vilja vit hava eina loysn á málin­ um um studentaskúlan í Hoydølum, sigur Bergur Johannesen, sum í og fyri seg ikki hevur nakra av­ gjørda meining um, hvørs skúlin skal byggjast av nýggjum í Hoydølum, aðra­ staðni í býnum ella vera partur av skúladeplinum í Marknagili. Higartil hava næmingarn­ ir í flokkinum savnað einar 500 undirskriftir av teimum 800 sum skulu til, fyri at stilla upp. Og øll formlig krøv eru komin í rættlag við myndugleikarnar. Næm­ ingarnir, sum ganga í øðrum av teimum báðum sam­ felagsflokkunum á hástigi í Hoydølum, hava gjørt av at stilla eitt valevni upp í fyrsta umfari, Berg Johanne­ sen. ­ Men vit vóna at næm­ ingar úr øðrum flokkum og skúlum koma upp á listan eisini, um tey hava hug til tað, siga tey. Valstríð á netinum Bakgrundin fyri at stilla upp til løgtingsvalið er at finna í einari verkætlan­ aruppgávu, sum flokkurin fekk frá læraranum Sámal Matras Kristiansen, um at gera ein politiskan flokk. Burtursæð frá at vegleiða næmingunum, hevur hann onki við sjálvt valprogr­ ammið ella valstríðið at gera. Spurd, hvussu tey ætla at reka valstríð, greiða tey frá, at flokkurin fær eina heima­ síðu, og verður at eisini at finna á My Space, www. myspace.com/listiL. ­ Vit tosa sama mál og kenna ynskini hjá málbólk­ inum, og tí verður tað eisini nógv munn til munn metodan sum verður brúkt, sigur Rani á Borg Eyðunn­ son. Eisini ætla tey at skipa fyri onkrum valfundi, um­ framt eitt sindur av ókeypis reklamu her í fyrstanni frá miðlunum, sum tosa við tey. Nýggi flokkurin fær stav­ in L, eftir at síðsti flokkurin, sum var uppstillaður var K, Hin Stuttligi Flokkurin. ­ Verið eg valdur, fari eg helst í farloyvi úr skúlan­ um, ella eg geri meg lidnan sum sjálvlesandi, sigur Ber­ gur Johannesen, sum verð­ ur 19 ár, tá valið verður í januar. Bergur Johannesen, Ranvá Poulsen, Sarah Ann Thomsen, Herdis Müller, Unn Øssursdóttir og Rani á Borg Eyðunsson uttanfyri studentaskúlan í Hoydølum. Studentar stilla upp Studentaskúlin má bíða