hósdagur 29. november 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 29. november 2007
15
Leikur: Verkætlan Laramie
Høvundur: Moisés Kaufmann
Framførsla: Leikhúsið Skift við:
Maritu Dalsgaard, Gunnvá
Zakariasen, Biritu Dam, Ega Dam og
Hjálmar E. Dam
Leikstjórn: Solveig Weinkouff
Leik-ummæLi
Carl Johan jensen
Verkætlan Laramie eitur ein
amerikanskur leikur, sum í hes
um døgum verður framførdur í
Müllers pakkhúsi í Havn. Evnið í
leikinum er sannsøguligt, t.e.
byggir á eina veruliga hending
ella hendingar, sum fóru fram í
smábýnum Laramie í státinum
Wyoming fyri smáum tíggju
árum síðani.
Ein ungur maður, Matthew
Shepard verður ein morgunin
funnin í óbygdum, bundin á
hondum og fótum í eitt hegn av
píkatráði, hangandi sum eitt
krossfest, ikki bert pínslaður,
men so illa viðfarin, at hann fáar
dagar seinni doyr av løstunum,
hann hevur fingið.
Dráp, ófjálgt og ræðuligt sum
tað er, er eyðvitað ódømi á bygd
í Amerika, tað sama sum hjá
okkum. Men hetta drápið er ikki
sum dráp flest. Her er blóð úthelt
í øðrum samanhangi enn teirri
andarhaldsins samanbræðing av
forvitni, óhugi og samkenslu,
sum einsamallar yvirskriftir í
tíðindamiðlum kunnu elva til.
Hetta er dráp við øðrvísi søgu
ligum og samfelagsligum ættar
bregði. Amerika er ikki er bert
eitt samveldi av státum, men
eisini í aðrar mátar eitt fjølkynjað
og (sæð í norðurevropeiskum
ljósi ið hvussu er) fjølmótsett og
ósambæriligt samfelag, har
óflættiligur trúar, húðarlits og
annar munur aftur og aftur hevur
elvt til mistrúgv og órógv og
samlagið millum borgararnar tí
ofta verið tvørligari enn tey
kanska hugsaðu sær, sum fyri
tvey hundrað og tretivu árum
síðani orðaðu ta frælslyndu
stjórnarskrá, ið var og enn er ein
hornasteinur undir amerikanska
samfelagnum. Við jøvnum
millumbilum og serliga í tíðum,
tá ið ólag hevur verið í búskapi
num og kenslan av órætti hevur
bøklað seg upp í tilvitið hjá fólki
sum dimm skýggj, hava politiskir
og andligir leiðarar, slíkir, ið
sóknast eftir valdi, men lítið vita
sær at gera við tað, bokslað hesa
mistrúgv og leitt sítt fólk út í
hatur og myrkursgerðir.
Dømini eru mong og ódámlig,
eitt nú yvirgangurin móti littum í
suðurstátunum í tretivuárunum
(hann er m.a. fyndarvæl lýstur í
sanginum Strange fruits, sum
Billy Holliday gjørdi kendan).
Tey seinastu fjøriti árini er mangt
tó broytt tann betra vegin,
amerkanska samfelagið bjóðar
t.d. littum heldur frægari kor nú
á døgum enn fyrr. Kortini breiðir
tað farna skugga á samtíðina.
Ógerðirnar og níðingsskapurin í
fortíðini eru ikki farin longur
undir kav søgunnar enn so, at tey
viðhvørt bredda undan aftur í
almennum orðaskifti vestanhavs
ymiskt sum ring samvitska,
ymiskt sum eftirsjón, eitt slag av
politiskum máttloysi, ið hvørja
løtu kann sláa upp í hatursloga,
um høvi gevst (partar av
eftirspælinum, sum yvirgangs
álopini 11. september tjúgu
hundrað og eitt fingu, kunnu,
tíverri, takast til vitnis um tað).
Men hvat er tað so við hesum
Matthew Shepard, sum ger, at
málið um hann líkist burturúr og
fær heilt aðra vend enn onnur
drápsmál, ið yvirhøvur gloymast
líka skjótt, sum yvirskriftirnar
tey fáa í fjølmiðlunum?
Munurin er at Matthew
Shepard er samkyndur. So skjótt
tíðindini um drápið spyrjast út
um býarmørkini í Laramie,
Wyoming, vaknar illgruni um, at
drápið er eitt hatursdráp ella sagt
við øðrum orðum: Matthew
Shepard læt lív orsakað av teim
um fordómum, sum samfelagið
hevur um kynsliga tilhall
hansara. Best sum er verður
smábýarsamfelagið Laramie
drigið upp í almenna ljósmálan
úr tí myrka dýpi av tøgn, har tað
hevur hult seg sjálvt frá sær
sjálvum. Nú má tað brádliga
standa til svars fyri tað spøkilsið,
sum illgerðin móti Matthew
Shepard, kynvillinginum, bak
løðaranum o.s.fr., hevur manað
fram í samamerikanskt søgu
minnið og samtíðartilvit.
Bygnaður
Leikurin byggir, sum sagt á
drápsmálið um Matthew Shepard
og tað eftirspæl málið fekk. Í
bygnaði minnir verkið mest av
øllum um ein heimildarfilm í
gerð (men onkrir træðrir liggja
eisini aftur í klassiska ameri
kanska leikgerð, t.d. í Our Town
(1938) eftir Thornton Wilder).
Leikurin er skjótt sagt ein
pallsett frágreiðing um málstil
gongdina og um hvussu drápið
og avleiðingarnar av tí svara
aftur í býarfólkinum. Megin
temað er sjálvandi fordómurin.
Hvaðani kemur óttin fyri tí, ið
bregður frá og onkursvegna er
rangvørgt? Hvussu sleppur hesin
óttin at breiða mistrúgv og agg
frá sær, ið spakuliga legst á
siðferðina eins og grástar á
eygað?
Út ígjøgnum leikin birta
ymsar røddir fordómin í skiftandi
ljósi, viðhvørt trúarligum, við
hvørt verðsligum. Men sum vera
man hjá hálvsiðblindum ber ljós
sjáldan øðrvísi á enn sum hykl,
sama hvussu væl og hvussu
leingi tað lýsir. Býarfólkið ivast
ikki í, at tað sum hent er, er
ræðuligt, ja beinanvegin ófyri
geviligt. Íbúgvarnir í Laramie eru
yvirhøvur lóglýðin og hanpulig
fólk, sum ikki biðja hund standa
frá sær. Tey halda seg ikki vera
petti aftari enn onnur. Eingin
hevur nakað siga teimum upp á
bakið og so slettis ikki í stórbýu
num. Teimum tykir synd í
Matthew Shepard, tað er vist,
hjartaliga synd og tey harmast øll
um ta ringu lagnu, honum var
fyri. Men hvussu er og ikki, tá ið
saman um kemur vil hann kortini
fáa syndina, sum synd skuldi
vera í. Ein djeikari kann, skilst á
lagnum, kann bara takka sær.
Ordiligt fólk ger ikki sovorðið
bara soleiðis av hissini.
Smátt um smátt verður drápið
bara eitt dráp av mongum í
eygunum á býarfólkinum.
Umrøðan, sum tað fær landsvítt í
fjølmiðlunum, alt rokið, sum
stendst av tí, tekur seg við tíðini
út sum ágang móti einum
verjuleysum smábýi á landsbygd
í Wyoming.
Og fátt blindar betur enn
fíggindi, sum er felags.
Um sýningina
Leikararnir, sum gera sýningina í
Müllers pakkhúsi eru millum teir
bestu, vit í løtuni eiga og tað sæst
eyðvitað eisini aftur í framførsl
uni. Tað er ikki bara sum at siga
tað hjá fimm fólkum at skapa
fleiri enn fjøriti ymiskar persónar
fram fyri áskoðaran upp á minni
enn tveir tímar og gera tað
trúverduga.
Kortini er hetta ikki, skal eg
siga sum er, ein stór leiklistarlig
uppliving.
Hon er góð gaman í, men ikki
meir.
Kanska er tað uppleggið, sjálvt
leikritið, sum okkurt er galið við.
Ella møguliga kundi sjálv
uppsetingin verið øðrvísi,
sýningin styttri og miðvísari.
Ikki tí evnið er viðkomandi,
tað bilar ikki, men leikurin
kemur tær ongantíð á óvart og
persónarnir eru óofta skrivaðir
soleiðis, at teir eru eins og
kynstrig pappírsklipp av ymsum,
ið langt síðani eru knæsettar
sannroyndir um evnið - á prenti
javnt sum á palli, skíggja ella
lørifti (tak t.d. filmin American
Angels, ið víst verður beinleiðis
til í sýningini).
Málið
Í skjótt rættiliga nógv ár hevur
stavnhaldið verið, at føroyskt
pallmál skal vera so talumálsligt,
at tað mangan gerst talumáls
ligari enn talumálið sjálvt. Málið
í hesari sýningini liggur mitt í
slagnum, so tjúkt í danismum
sum kavaæl av flyksingi. Eg
haldi, álvaratos, at tað er tíð upp
á at endurskoða hesa kredduna.
Pallmál skal vera liðiligt, skal
vera atkomiligt, tað sigur seg
mest sum sjálvt, og tað kann
saktans ýtast av eftir talumáli
bæði í orðatilfari, setningslagi og
rútmu. Hinvegin er pallmál ikki
og hvørki kann ella eigur at vera
talumál, men ein ímynd av
talumáli á palli. Tey seinnu árini
eru alt ov nógvar palltýðingar
ikki komnar upp ímóti tí
talumáli, tær í yvirhuga royna at
líkjast, men bera í staðin ein
keðiligan dám av ryggbrotnum
donskum pallritmáli.
Spyrst so livst
Synd fær tann, sum synd er í
Marita Dalsgaard, sjónleikari