Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 232 - 29. november 2007 tíðindi Á heimasíðuni hjá belgiska felags­ skapinum Child Focus eru myndir av tveimum børnum. Felags fyri tær báðar genturnar er, at tær eru horvnar. Ihsa Yaramis er 15 ára gomul og úr belgiska býnum Antwerpen. Hon hvarv tann 22. september, og síðani hevur eingin borið eyga við hana. Gentuna á hinari myndini kenna tey flestu. Tann myndin er av ensku fýra ára gomlu Madeleine McCann, sum hvarv úr einari frítíðaríbúð í Praia De Luz í Portugal tann 3. mai Heimurin Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Kunningarleiðarin hjá Child Focus, Dirk Depover, ásannar, at tað er lættari at fáa fjølmiðlarnar at vísa ein­ ari lítlari, hvítari meðalstætt­ arsmágentu, sum hvørvur, ans, og at áhugin er munandi minni, um talan eitt nú er um eina sigoynaragentu. Fyri stuttum fekk Child Focus fráboðan um eina sigoynaragentu, sum var horvin, men tað vísti seg at vera næstan vónleyst at fáa fjølmiðlarnar at taka málið upp. Tíbetur kom gentan aft­ uríaftur í øllum góðum. Dirk Depover hevur lítlan hug at gera nakrar viðmerk­ ingar til málið um Made­ leine McCann, og hvussu foreldur hennara hava brúkt fjølmiðlarnar, síðani gentan hvarv. – Hatta er teirra val, sigur hann stutt, og aðra viðmerk­ ing hevur hann ikki. Úrslit av misnøgd Felagsskapurin Child Focus varð stovnaður aftan á tað sokallaða Dutroux­málið í Belgia fyri tíggju árum síð­ ani. Umleið 300.000 belgiu­ menn gingu mótmælisgongu ímóti teirri tilvildarligu handfaringini hjá løgregl­ uni, tá tað snúði seg um børn, ið vóru horvin. Eitt av úrslitunum av hesari ovurstóru misnøgdini gjørdist felagsskapurin Child Focus, hvørs virksemi er fíggjað privat og alment. Hóast felagsskapurin bara hevur nøkur fá ár á baki, hevur hann fingið belgisku løgregluna at taka annað skinn um bak í mál­ um um horvin børn og ung. Harumframt er Child Focus ásurin í evropeiska felags­ skapinum Missing Children Europe. – Vit skulu ikki gera tað, sum løgreglan eigur at gera, men vit leita saman við løg­ regluni eftir teimum horvnu ungu. Í seinastuni hava vit víðkað virksemi okkara, so tað nú eisini umfatar barna­ porno og kynsliga misnýtslu av børnum. Ofta er tað so, at samband er ímillum hesi økini, sigur Dirk Depover. Fjølmiðlarnir Dirk Depover greiðir frá, at tá eitt barn hvørvur, ger felagsskapurin sær stóran ómak við at kunna foreldrini um fyrimunir og vansar við at fáa fjølmiðlarnar upp í málið. – Vit siga teimum, at fjøl­ miðlarnir kunnu vera ein gagnligur samstarvsfelagi, men at tey eisini eiga at gera sær greitt, hvat sam­ bandið við fjølmiðlarnar kann hava við sær. Eitt nú tosa vit gjølla um, hvat tey skulu siga. Vanliga ráða vit teimum til at skipa fyri ein­ um tíðindafundi, tí so sleppa tey frá at fáa tíðinda­ fólk rennandi á dyrnar í tíð og ótíð. Og vit ráða teimum altíð frá at lata fjølmiðlafólk sleppa inn, tí tað endar ofta við onkrum, sum líkist ein­ ari innrás. Í Child Focus, sum um­ fatar Belgia, arbeiðs meiri enn 50 fólk, og í fjør ringdi telefonin meiri enn139.000 ferðir. 20.000 av samrøðun­ um vóru frá fólki, sum vóru bangin um onkran, 3.000 teirra endaðu sum verulig mál, men 70 prosent vórðu loyst eftir nøkrum fáum døgum. Brúka plakatir Child Focus er millum ann­ að kent fyri sínar mongu plakatir. Srórar plakatir við myndum av horvnum børn­ um verða hongdar upp alla­ staðni, har nógv fólk ferð­ ast, ella har onkur kann hugsast at hava sæð tey horvnu. Men hesin fram­ ferðarhátturin kann vera eitt tvíeggjað svørð, tí tað kann hava trupulleikar við sær, at so nógv verður gjørt burtur úr einum smábarni. – Vit skipa altíð fyri okk­ ara átøkum í samráð við løgregluna, og tað er umráð­ andi, at vit halda aftur við­ hvørt, so løgreglan ikki druknar í berani kunning. Í meðal hava vit umleið 150 ymisk átøk um árið. Nøkur teirra hava eitt serligt mál. Vita vit t. d., at ein ung genta er sædd í einum bili saman við einum tilkomnum drongi, sóknast vit ofta eftir teimum á bensinstøðum. Ta einu ferðina vóru vit bara á einari kaffistovu við plakat­ um, tí vit væntaðu, at tey horvnu fór at koma hagar, og tað eydnaðist eisini. – Tað er eisini so ymiskt frá landi til land, hvussu vit sóknast eftir fólki. Í Niður­ londum hava tey eina sjón­ varpssending um mánaðin, har roynt verður at finna horvin fólk, sigur Dirk Depover. Veksandi trupulleiki? Spurdur, um trupulleikin við horvnum børnum hevur verið ein veksandi trupul­ leiki í Evropa tey seinastu tíggju árini, svarar Dirk Depover, at spurningurin er ikki so einfaldur at svara. – So einfalt er tað ikki, tí hvat er eitt horvið barn? Madeleine er bara Í árunum 1995 og 1996 burturflutti hann fleiri belgiskar gentur. Tann yngsta var átta ár og tann elsta nítjan. Hann píndi og neyðtók genturnar og myrdi tær síðani. Tann 15. august í 1996 rannsakaði løgreglan hús hansara í býnum Charleroi, og Marc Dutroux og trý samsek vórðu handtikin. Í sambandi við málið framdi løgreglan fleiri mistøk, og tað elvdi til illgruna um, at fólk í leiðandi størvum innan løgregluna og dómsvaldið royndu at verja Dutroux. Ikki fyrr enn tann 1. apríl í 2004 kom málið fyri rættin, og tann 22. juli dømdi rætturin Marc Dutroux og konu hansara lívlanga fongsulsrevsing, sum er harðasta revsing, ein kann fáa í Belgia